Føðingardagin helt hon seinnapartin sunnudagin á Eysturoyar Røktarheimi, har hon hevur verið tey seinastu árini. Eftir eitt strik lammaðist hon, og tað ber illa til at siga nakað, men Andrea er púra klár, hon fylgir væl við, og sjálvandi kendi hon tey, sum sunnudagin vóru inni á gólvinum og heilsaðu uppá.
Andrea giftist 9. juni í 1940 við Johan Olsen ella Hanni uppi á Regni, sum hann varð nevndur á Toftum. Tey fingu sær seinni á Regni sum eftirnavn. Hanni, sum var óførur útróðrarmaður, var eisini á Røktarheiminum í nøkur ár, áðrenn hann doyði 26. oktober í 1997. Tá var hann 81 ára gamal.
Andrea mundi hava nóg mikið at takast við heima við hús. Hon og Hanni fingu tíggju børn: Elisabeth, Páll, Dina, Guttorm, Herborg, Árna, Jonhard, Elsa Maria, Jóna og Jógvan Martin. Elisabeth býr í Runavík, Páll í Saltnesi, Dina í Fuglafirði, Guttorm í Gøtu, Herborg og Jóna í Havn, Árna býr niðri, Elsa Maria í Noregi, og Jonhard og Jógvan Martin búgva á Toftum.
Foreldrini hjá Hanna vóru Elisabeth og Guttorm Olsen. Hon var ættað úr Túni á Toftum og doyði longu í 1929, meðan Guttorm livdi til 30. januar í 1961. Hann varð 81 ára gamal og búði alla tíðina inni hjá Andreu og Hanna, sum hevði yvirtikið barnaheimið.
Tað hevur altíð verið nógv samband millum Svínoy og Toftir. Upp ígjøgnum tíðirnar hava ikki so fáar giftir verið millum hesi bæði plássini , og ein av hesum var so tann millum Andreu og Hanna á Regni. Andrea er ættað uttan av Bø í Svínoy, og hon plagdi ofta saman við sínum at vitja aftur um sumrarnar. Foreldrini hjá Andreu vóru Dina og Poul Sivert Hansen. Tey fingu átta børn: Hanus, Óli, Hans Dávid, Esmar, Elsebeth Malena, Andrea, Behrendt, ið doyði sum smádrongur, og Bertha.
Eftir á lívi eru Elsebeth Malena, sum giftist til Vágs, Andrea og Bertha, sum í nógv ár búði í Svínoy, og sum nú í fleiri ár hevur búð í Hvannasundi. Hanus búði fyrsi í Svínoy og síðani í Havnini, har Esmar var heilsølumaður , Óli var lærari í Søldarfirði, og Hans Dávid búði í Svínoy.