Andras Róin: -Føroya Tele eigur at ganga fremst

Sosialurin hevur havt samrøðu Andras Róin, stjóra á Føroya Tele. Andras Róin sigur millum annað, at tað er ábyrgdin hjá eini stórari fyritøku sum Føroya Tele at vísa á nýggjar gongdar leiðir. Men hann leggur aftrat, at Føroya Landsstýri má gera ein størri innsats innanfyri fjarskiftisøkið, tí alt ov ofta er onki samband millum orð og gerðir hjá føroyskum landspolitikarum

Blaðmaður: Niðurgongdin í føroyska búskapinum tykist vera greið. Hvussu merkja tit niðurgongdina í Føroya Tele?
 
Andras Róin: Vit merkja, at framgongdin er hildin uppat. Vit merkja tað á søluni hjá teimum einstøku kundunum. Men vit hava satsað upp á at fáa fleiri bein at standa á. Tað er væl tað, sum er trupulleikin í føroyska búskapinum. Vit meina, at tað er neyðugt hjá Føroya Tele at fáa fleiri bein at standa á.
 
Blaðm.: Hesa hugsanina síggja vit eisini gjøgnumførda í verki, nú tit hava fingið nýggjan sáttmála í Suðurevropa, og tit hava útbýgt netið her heima til eisini at umfata eina internet-tænastu, sum er nógv skjótari enn tann, sum tit higartil hava bjóðað. Fara tit at víðka um hetta virksemi?
 
AR: Hetta eru tvey evni, sum vit hava satsað nógv upp á í seinastuni. Breiðband í Føroyum er sjálvandi fyri at skapa betri møguleikar hjá føroyingum at brúka internetið. Og okkara avtala í Suðurevropa eru vit ógvuliga glaðir fyri. Hetta er so ein avtala, har vit meina, at hetta er ein av teimum fyrstu ferðunum, har tað hevur eydnast føroyingum at útflyta ekspertisu.
 
Blaðm.: Menningarstjórin í Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, hevur nevnt at tað eru fleiri slíkar avtalur á veg. Hvussu væl ávegis eru hesar avtalur?
 
AR: Vit hava samráðingar við fyritøkur í øðrum londum, og tann avtalan vit hava í Suðurevropa nú, hon verður helst víðkað. So vit tosa helst um inntøkur í milliónaupphæddini, og fáa vit fleiri avtalur, so kann tað blíva heilt stórt. Men vit vita ikki ordiliga enn.
 
Blaðm.: Tú hevur fyrr nevnt, at nýggja breiðband-internetið hjá Føroya Tele fer at skapa nýggja arbeiðspláss. Hvar í samfelagnum sært tú hesi arbeiðspláss?
 
AR: Bara hjá Føroya Tele hava ein triðingur av starvsfólkunum heimaarbeiðspláss, harímillum nøkur sum búgva á bygd, altso langt frá meginøkinum, og sum kunnu arbeiða, sum um tey sótu á høvuðsskrivstovuni. Tað kunnu aðrar fyritøkur eisini fáa ágóðan av, nú breiðband er komið. Og vit síggja eisini stórar møguleikar fyri, at vit kunnu arbeiða saman við fyritøkum úr øðrum londum, og at føroyingar í øðrum londum kunnu arbeiða fyri Føroya Tele. Teir geografisku munirnir eru vekk og eru ikki longur ein forðing fyri menning av føroyska samfelagnum.
 
Blaðm.: Tú hevur eisini sagt, at tú væntar vøkstur innanfyri breiðbandaøkið?
 
AR: Í dag hava vit millum sjey og átta hundrað breiðbandakundar, og hetta svarar til umleið 5% av húsarhaldunum í Føroyum. Eg haldi, at talið í Danmark er farið upp um 10%. So vit meta, at møguleikarnir fyri vøkstri á hesum økinum eru stórir.
 
Blaðm.: Nýggi kaðalin, sum tit hava lagt pengar í, hann er at sammeta við eitt slag av almennari íløgu, tí øll feløg hava jú møguleika at brúka hesa nýggju tænastuna, sum kaðalin gevur. Var hetta við í metingini hjá Føroya Tele, tá tit gjørdu hesa risastóru íløguna?
 
AR: Eg haldi ikki, at hetta er baksíðan av medaljuni. Eg vil heldur siga, at hetta er tann prísurin, sum Føroya Tele má gjalda fyri at vera ein stór fyritøka í Føroyum og eitt fyrrverandi monopol. Slíkar íløgur, um ikki Føroya Tele ger tær íløgurnar, so kann ongin gera tær. So vit halda tað vera náttúrligt, at aðrar fjarskiftisfyritøkur fáa møguleika at brúka ein slíkan kaðal sum FarIce. So tað taka vit við í metingini. Og vit meta sjálvi, at vit eru rættuliga varislig vit teimum tiltøkunum, sum vit gera. Tað er sjálvandi meira risiko í at fara í holt við nýggjar vinnugreinar, sum vit hava gjørt í seinastuni. Men hinvegin meta vit, at tað er neyðugt, júst fyri at fáa fleiri bein at standa á.
 
Blaðm.: Væntar tú stóra kapping á breiðbandsøkinum?
 
AR: Ja, tað vænti eg, tí deils er tað ein stórur marknaður, og Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt av, at tann prísurin, sum vit skulu selja rávøruna fyri til aðrar veitarar, hann verður lægri, enn kanska vit kundu ynskt. So har verður helst stór kapping.
 
Blaðm.: Føroya Tele er ofta umrøtt sum henda stóra fyritøkan, sum trampar hinar niður. Hvat heldur tú um ta metingina?
 
AR: Vit eru eitt sindur troyttir av at síggja frásagnir um, at vit eru tann stóri elafanturin. Men relativt sæð eru vit ein lítil fyritøka. Og eg haldi, at tað er meira symptomatiskt, at mann fer eftir Føroya Tele, tá vit hava góð úrslit. Tað er sum um vit í Føroyum ikki tola, at feløg hava góð úrslit.
 
Blaðm.: Hvussu er tað hjá einum stjóra at verða ákærdur fyri at brúka órættvísar mannagongdir?
 
AR: Tað havi eg vant meg við, og tað eri eg rættuliga kaldur yvir fyri. Tað taki eg við, tí tað er ein partur av spælinum. Vit skulu venja okkum við kritikk, tí tað vil altíð vera kritikkur av einari stórari fyritøku. Men tað tað gongst Føroya Tele væl, so meina vit, at tað hevur eina góða ávirkan á alt vinnulívið, og at tað eisini kann stimbra aðrar fyritøkur at fara í gongd.
 
Blaðm.: Tað er komið fyri, at Føroya Tele hevur selt við undirskoti í eina tíð, tá eitt nýtt konsept er byrjað fyri at vera betri kappingarførir. Er hetta nakað, sum vit fara at síggja oftari?
 
AR: Hatta er jú eitt trupult evni, tí hatta er nakað, sum er frammi í sambandi við ta regulering, sum er í Føroyum av, hvat Føroya Tele má og ikki á. Tað sum vit undrast á, tað er, at í øllum vinnugreinum og innan fyri fjarskifti í øllum londum, har er tað heilt vanligt, at tú gert eina íløgu, og so kanst tú hava ein payback tíð, altso tú kanst fáa íløguna aftur. Hetta kann taka eitt ár, trý ár, tíggju ár, og tað er púra vanligt. Og tekur man ikki ta risikoina, so hendir jú onki í samfelagnum. So hetta her við at fara eftir Føroya Tele, bert tí vit selja undir kostprís í fyrstu atløgu, tað halda vit er forðandi fyri menningina.
 
Blaðm.: Hvat fer ein virðisbrævamarknaður at hava av týdningi fyri menningina av Føroya Tele?
 
AR: Eg gangi út frá, at Føroya Tele fer at verða á virðisbrævamarknaðinum. Tað, sum er týdningarmikið, tað er at fáa ein greiðan skilnað ímillum politikk og vinnulív. Haraftrat vilja vit gjarna hava tann møguleikan, mann hevur á einum partabrævamarknaði, at støðugt verða metingar gjørdur av, um Føroya Tele ger tað gott ella ikki gott. Í dag er tað meira subjektivt. Okkurt blað heldur kanska, at vit eru óførir, men okkurt annað skrivar, at vit ikki eru so óførir; ein sending í útvarpinum er positiv, ein onnur er negativ. Men tað sum ein fyritøka sum Føroya Tele skal metast eftir, tað er hvussu hon klárar seg á marknaðinum. Og tað er ein partabrævamarknaður og ein kursur tann besti mátistokkurin fyri.
 
Blaðm.: Hvussu sær Føroya Tele út um fimm ár?
 
AR: Vit hava gjørt strategi-ætlanir fyri tey næstu fimm árini. Vit meta fyri framtíðina, at vit verða neyvan fleiri stravsfólk, helst færri, og at vit í størri mun vilja virka í ymiskum økjum í samstarvi við aðrar fyritøkur. So vit vænta ein framhaldandi vøkstur í nettosøluni, men eina minking í starvsfólkatalinum.
 
Blaðm.: Tú hevur nevnt hetta her við konvergensinum, at alt verður til eitt í framtíðini. Sært tú nøkur týðilig tekin um konvergens í Føroyum?
 
AR: Ja, breiðband-internet er eitt dømi um hetta, tí tú sært til dømis ung fólk taka niður tónleik og filmar frá alnótini, so har eru longu tveir miðlar, sum eru samlaðir í einum, nevniliga á eini teldu við breiðbandi. Onnur dømi eru Televarpið, sum vit hava í dag, ið tøknifrøðiliga sæð kann brúkast til internet eisini. Tað vil siga, at vit kunnu bjóða internet til húsarhaldini gjøgnum Televarpið. Á tann hátt konvergerar alt. Tað rennur saman.
 
Blaðm.: Nær sært tú fyri tær, at eini fýra til fimm tól eru samlaði í einum?
 
AR: Tað er næstan hent á tann hátt, at fartelefonirnar taka myndir og senda myndir millum sín. So nøkur ting eru samanrunnin. Tað sum manglar, tað er, at vit fáa størri ferð á hesi ymisku tingini, millum annað á fartelefon-kervinum.
 
Blaðm.: Hvat verður tann næsta stóra íløgan hjá Føroya Tele?
 
AR: Vit skulu byggja høvuðssætið liðugt, og tað verður í juli mánaði. Hetta er ein rættuliga stór íløga. Og annars er tað víðari menning av breiðband-kervinum, sum er ein stórur partur av íløgunum. Harumframt gera vit leypandi íløgur innan fartelefoni.
 
Blaðm.: Brúkar Føroya Tele nógva orku upp á gransking?
 
AR: Vit brúka ikki nógv upp á grundleggjandi gransking, men vit brúka nógva tíð upp á at kanna ymisk hugskot og prøva ting av. Vit hava jú eisini eina heila deild, Virkismenning, sum tekur sær av slíkum, og tað er her, Televarpið er komið frá.
 
Blaðm.: Er tað serliga á granskingarøkinum, at tú eftirlýsir meira vilja frá Føroya Landsstýri?
 
AR: Ja, politiskan vilja til at stimbra fólk og feløg til at royna nýggj hugskot. Og betra um karmarnar fyri vinnuna, og har er tað eisini ein spurningur um kapital. Um vit hyggja eftir, hvat tað er fyri ætlanir man hevur á KT økinum í londunum rundanum okkum, Finland, Svøríki, og til deils eisini Danmark, so er ambitiónsstøðið nógv hægri. Eg haldi, at vit her í Føroyum gera ov fáar íløgur í nýggja tøkni og nýggja vinnugreinar. Tað er spell, um tað bert eru fáar fyritøkur, til dømis Føroya Tele, sum hava ráð at royna nýggj hugskot. So har meina vit, at ein nógv størri innsatsur skal til. Vit síggja jú so nógvar politiskar manifestatiónir um, hvat mann vil og ikki vil, men tað er ógvuliga sjáldan, at nakað verður til nakað.
 
Blaðm.: Er tað vantandi lobby-virksemi frá Føroya Tele, sum kanska er orsøkin til, at tit ikki fáa summi ting ígjøgnum politisku skipanina?
 
AR: Tað kann væl vera. Eg veit ikki, hvussu nógv lobby-virksemi skal til fyri at ávirka politikararnar. Men eg haldi, at tað eru okkara politikarar, sum hava abyrgdina av at skapa karmar fyri vinnuna. Vit meta, at vit sum fyritøka eru klárir at fara í gongd, men tað er nú einaferð upp til eigaran og politikaran at seta í gongd og siga, hvat mann ynskir skal henda.
 
Blaðm.: Hvussu leingi verður Andras Róin verandi á Føroya Tele?
 
AR: Nú havi eg verið á Føroya Tele í meira enn átta ár, og so leingi væntaði eg ikki, at tað fór at verða. Men so leingi sum eg haldi tað er stuttligt og avbjóðandi, so verði eg verandi. Sjálvur verði eg best nøgdur, um vit bróta upp úr nýggjum. Og eg haldi eisini, at vit sum ein so stór fyritøka hava skyldu til at ganga fremst og bróta upp úr nýggjum.