teimum, hvussu húsini hjá forsetanum í Føroyum síggja út. Eg svari sjálvandi, at vit hava ongan forseta í Føroyum, men at statsyvirhøvdið hjá føroyingum býr í Danmark. - Hví í Danmark, spyrja teir, meðan vit [...] kammeratur í hinum endanum. - Hans, hevur tú hug at fara ein flúgvitúr til Washington, DC, spyr hann. Eg hugsi við mær sjálvum, at tað man ikki fara at loysa seg. Eg havi fyrilestrar at fara til og eina [...] hvussu nógv matematikk og hagfrøði hava at týða í mínum dagliga lívi. Frá tí tankanum er ikki langt til ta niðurstøðu, at í dag fari eg ikki í skúla. Í dag fari eg saman við kammeratinum til Washington
kann tó ofta finnast um foreldrini í umrøðu av børnunum í minningarorðum. Tá ið Hans Petur doyði í 1973 vóru minningarorð í Dagblaðnum, skrivað av Kjartan Mohr, og í Dimmalætting, skrivað av Georg L. Samuelsen [...] gekk burtur ólavsøkudag í 1895 á Kirkjubønesi við tí báti, sum var vestur í Vágum eftir grind. Eftir sótu einkja og tveir synir. Annar teirra var Mikkjal Pauli. Hann er komin í ítróttarsøguna, sum tann [...] oydnari oyggj í fleiri dagar, til teir vórðu bjargaðir. Greitt er frá hesum tilburði í bókini Havið tók Teir. Hjálpi faðirleysa Guttormi Ein onnur hending í sambandi við Hans á Lag er í somu bók. Hon er
ábyrgdarblaðstjóri á Trúboðanum. Í niðastu hædd í norðara enda í Leguhúsinum í Nesvík heldur blaðið Trúboðin til. Blaðrúmið er útgjørt, sum eitthvørt tilsvarandi rúm er í dag við teldum og skannarum. Ein [...] sum hendir úti í heimi. Sjálvandi verður skrivað um tað, sum hendir heima hjá okkum sjálvum. Sagt verður frá tiltøkum og hendingum, sum fara fram í kirkjuligum og missiónsarbeiði í Føroyum. Tvørkirkjulig [...] Og tað veksur alsamt í vavi. Í 1995 kom blaðið út við 8 til 12 síðum. Í dag er tað regluliga blaðið 16 til 24 síður, meðan tað fýra ferðir árliga liggja innlegg við serbløðum í. Hesi serbløðini eru vanliga
leiðini, alt eftir hvussu ættin lá. Talan er um 24 tíma langan túr og við sær hava skótarnir í skótaliðnum Royndini alla neyðuga útgerð. Í morgin fara tey til gongu fram við stikinum eftir Siglifelli og [...] støð sæst allan vegin runt um allan Vágs- og Lopransfjørð. Veðrið í kvøld er gott sunnast í Føroyum, tað er stilt, nakað av kulda merkist í kvøldluftini og mjørki hevur hug at fjala fjallatindarnar, men fyri [...] Seinnapartin fóru skótar úr skótaliðnum Royndini í Vági á 24 tíma langan túr við tjaldi og allari neyðugari útgerð. Í nátt sova tey á leiðini millum Grønutanga og Siglifelli Um 15 tíðina seinnapartin fóru
Speedarin var snøgt sagt í botni í áttatiár-unum, sigur Shakin´ Stevens. - Í 84 og 85 skuldu vit í veruleikanum havt steðgað á eitt sindur og gjørt støðuna upp, men hildu á heilt inn í nítiárini, sigur Shaky [...] viðurskifti her í lívinum. Eitt nú var pápi mín ikki til staðar, tá mín yrkisleið fekk vind í seglini, men tað fái eg ikki broytt. Micheal Barrat spældi í bólkinum Shakin´ Stevens and The Sunsets í sekstiárunum [...] Stevens á palli í Klaksvík, har hann fer at framføra allar tær væl kendu landaplágurnar frá áttatiárunum. ?? Fakta um Shakin? Stevens - Føddur í Cardiff í 1948 - Gjøgnum 80-ini og tíðliga í 90-unum hevði
Eftir 1. mai verður, sum kunngjørt í gjár, alt virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Eysturoy savnað í Fuglafirði. Stovnurin leggur tó dent á, at tey framvegis fara at veita viðskiftafólkum kring alla oynna [...] deildin í Saltangará letur aftur, fer Norðoya Sparikassi at hava tilsamans tríggjar deildir, ávikavist í Klaksvík, Fuglafirði og í Havn. In.fo vitjaði á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði í síðstu [...] Uppgávurnar á eini bankadeild kunnu vera ymiskar, og eitt nú er ikki óvanligt, at eldri fólk koma inn á deildina í Fuglafirði at biðja um hjálp til netbanka. - Vit hava eina góða tænastu, og vit vilja fegin
tí, at fólk eru meira heima og hava betri stundir at umvæla ymiskt við hús, heldur Mortan Mortensen. Tangavirkið í Vági varð stovnað í 1932, og Mortan Mortensen yvirtók í 2003 eftir at hava starvast nógv [...] ALS-skipanini í koranatíðini. Virkið hevur gjøgnum seinastu árini verið við í fleiri stórum verkætlanum í Suðuroynni, millum annað tá ið Varðin Pelagic varð bygdur uppaftur og útbygging hjá SEV í Vági, skrivar [...] býtt upp í matarsteðgunum, so ikki ov nógv savnast. Sprittdunkar eru settir upp nógvastaðni í fyritøkuni. Haraftrat eru hurðar stongdar og skelti sett upp, sum banna atgongd fyri óviðkomandi. – Fólk sleppa
kundi fara av hesum bletti! Var í meslingagrindini Dánjal var 19 ára gamal drongur í tiltiknu meslingagrindini í Gøtu í 1935. Tá ið grindaboðini hoyrdust, vóru teir nakrir kvívíkingar, sum fóru í grind [...] á einum garði í Olden. Men ófriðarligt var í Europa, og 2. veraldarbardagi byrjaði í september í 1939. Dánjal helt, at tað nú mundi vera frægast at fara aftur til Føroyar. Hann kom heim í oktober 1939 við [...] arbeiddi sum sjúkrasystir inntil fyrsta barnið kom í 1950. Gjørdist maskumaður Dánjal valdi at fara á studentaskúla í Havn í 1940, og hann var liðugur í 1942. Í Havn búði hann hjá Johannu Matheu og Sigfred Skaale
trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni. Læ [...] til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum – og tá eru tey flestu vanliga í aðru helvt av tríatiárunum. Fáa tey ikki hendan møguleikan í eygsjón skjótt eftir loknan lestur, so er vandi fyri [...] hevði aðalfund leygardagin 24. oktober. Gestir á fundinum vóru landsstýriskvinnan í heilsumálum og aðalstjórin í heilsumálum. Í formansfrágreiðingini síni legði Pál Weihe fram úrslitini av einum kanningararbeiði
Tá eg í síðst í áttati árunum var staddur í Norðursælandi, sá eg í sjónvarpinum samrøðu við einkjuna eftir kenda danska listamálaran Sigurd Svane. Hon tosaði um mann sín, og lýsti hvussu lívið hjá teimum [...] hevur verið á veg í langa tíð. Ætlanin var, at Òlavur á Váli, svágur, og eg skuldu fara suður higar í mars í fjør, men lagnan vildi tað ikki so. Ólavur doyði 19. februar ella dagin eftir, at vit høvdu ásett [...] vesturi í Týsklandi og fór so inn í Holland. Skjótt stóð Bruselles á skiltunum, og nú gjørdi eg næsta brølaran! Í staðin fyri at koyra uttan um Bruselles, so endaði eg í yvirvaksna lastbilinum í sentrum