Føroyingur vitjaði í Hvítu Húsunum hjá Bush

O-?z?°i tí ikki sjálvur, tá eg herfyri fekk óformellu innbjóðingna til tey Hvítu Húsini. Tískil er henda frágreiðing merkt av, at eg visti ikki ordiliga, hvat gekk fyri seg henda dagin. Men tað bar so til, at undirritaði beint áðrenn jól varð boðin inn í tey Hvítu Húsini í Washington, DC. Hesin dagurin varð ein tann besti, sum eg havi havt í USA higartil

Áðrenn vitjanina
Tað er mikudagur um morgunin tann 10.desember í Cambridge, Massachusetts. Eg eri í mínum kamari á Harvard, í holt við at gera meg kláran til dagin. Eg skal hava matematikk og hagfrøði henda dagin.
Tíðliga um morgunin ringir fartelefonin. Tað er ein góður kammeratur í hinum endanum.
- Hans, hevur tú hug at fara ein flúgvitúr til Washington, DC, spyr hann.
Eg hugsi við mær sjálvum, at tað man ikki fara at loysa seg. Eg havi fyrilestrar at fara til og eina rúgvu av skúlatingum at gera. So eg sigi sum er, at tað liggur ikki fyri.
- Tú verður noyddur at koma, tí henda møguleikan fært tú helst bert einaferð, sigur hann.
Eg umhugsi støðuna og kjakist við meg sjálvan um, hvussu nógv matematikk og hagfrøði hava at týða í mínum dagliga lívi. Frá tí tankanum er ikki langt til ta niðurstøðu, at í dag fari eg ikki í skúla. Í dag fari eg saman við kammeratinum til Washington, DC.

Túrurin til Washington, DC
Seinni um morgunin møtast vit báðir uttan fyri Harvard-tokstøðina. Vit taka tokið til Logan Airport í Boston. Flogferðaseðlarnir eru goldnir, so vit tjekka inn og fara umborð á flúgvaran móti Washington, DC.
Klokkan er 9:45 um morgunin, og vit sita væl tilrættis í flogfarinum. Um eitt korter byrjar matematikk-fyrilesturin hjá mær á Harvard, sum í dag skal snúgva seg um seriurnar hjá Fourier?nakað sum eg ikki ordiliga gevi mær far um á flogferðini.
Túrurin úr Boston til Washington, DC. gongur væl. Eg eti ikki tað stóra umborð á flogfarinum. Eg havi onnur ting at hugsa um, til dømis hvat henda ferðin man fara at bjóða. Eg spyrji vinmannin, hvat vit skulu gera har, men hann veit heldur ikki.

Í høvuðsstaðnum
Klokkan er umleið 11 fyrrapartin, og vit stíga úr flogfarinum. Vit eru væl fyri. Ein rundtúrur í Washington, DC er tilrættislagdur, og vit fylgja bara við. Tað fyrsta, vit skulu síggja henda dagin er The Lincoln Memorial, sum er ein minnisvarði fyri Abraham Lincoln mitt í býnum. Beint nú eru vit turistar í Washington, DC, onki annað.
Nú haldi eg meg duga at síggja endamálið við túrinum: eg?tann fremmandi føroyingurin, útlendingurin?skal fáa eina ordiliga rundu í høvuðsstaðnum í teimum miklu Sameindu Statunum í Amerika. Fínasta slag, hugsi eg, tað verður nokk ikki betri enn við einum amerikanara við liðina.
Tað byrjar at líða út á seinnapartin, og vit eru enn bert turistar í Washington, DC. Vit ganga frá attraktión til attraktión og hoyra um amerikanska søgu, soleiðis sum teir skriva hana. Amerikanski vinmaðurin fortelur mær millum linjurnar.
Vit ganga frá The Washington Monument til Capitol Hill, har lógirnar verða smíðaðar. Vit ganga eisini forbí tey Hvítu Húsini, tó uttan at sleppa inn. Vit ganga aftur og fram uttan fyri bústaðin hjá George W. Bush fyri at fregnast, um vit síggja nakran kendan persón?bert við tí úrsliti at verða átalaðir av einum løgreglumanni, sum spyr, hvat vit gera og biður okkum at enda "fara onkra aðrastaðni."
Tað er liðið væl út á seinnapartin, og eg eri troyttur. Vit eru báðir troyttir. Eg hugsi um øll skúlatingini, sum liggja og bíða eftir mær í Cambridge, og um hvussu eg veri noyddur at vera uppi í alla nátt fyri at taka mær av Fourier og øðrum góðum matematikarum. Endamálið við hesum túrinum byrjar at kámast fyri mær, og eg haldi ikki longur, at tað er vert at vera her.

Máltíðin áðrenn vitjanina
Klokkan 18:00 eru vit bodnir til nátturða hjá nøkrum Harvardfólki. Eg hugsi við mær sjálvum, at hesin nátturðin man fara at verða hæddarpunktið á túrinum. Kanska kundi eg enntá fingið eina veika amerikanska øl.
Mettir av amerikanskari søgu arbeiða vit okkum fram til húsini, har máltíðin skal vera. Vit eru nakað vátir, tá vit koma, tí tað hevur regnað allan dagin. Tískil fáa vit høvi at taka eitt brúsubað og skifta í nýggj klæðir.
Langt um leingi eru vit meira hampuligir á at líta. Nú kunnu vit fara til borðs. Vit eru seks mans við borðið, og vit reypa og skála. Summir greiða frá teirra farnu skúladøgum, og aðrir um hvussu vit mugu liva í nú?inum. Føroyingurin tosar mest um grindadráp og seyðahald, tá spurningar verða framførdir um smáu oyggjarnar.
Høvuðsevnið við borðið er tó boðskapurin um, at vit mugu fáa tað mesta og besta burtur úr okkara tilveru. Tað eru vit allir samdir um. So skála vit fyri tí.
Nátturðin er liðugur, og vit báðir gera okkum til reiðar til at fara "inn í býin," sum teir taka til. Vit vita ikki, hvat hesir eldru Harvardmenn hava í kvittanum, men vit eru aftur spentir og ikki so troyttir sum fyrr á degnum. Vit eru væl fyri og til reiðar at uppliva náttarlívið í Washington, DC.

Á veg til Hvítu Húsini
Bilar eru klárir uttanfyri, og vit seta okkum inn. Vit eru mitt í býnum, so vit hugsa við okkum sjálvum, at tað kann ikki verða langt at koyra.
Ferðslan er ikki nógv, nú klokkan er farin av 20:00 hetta mikukvøldið í Washington, DC. Vit koyra millum kendar og ókendar gøtur, millum annað á Pennsylvania Avenue nummar 1600, har tey Hvítu Húsini liggja. Hetta sýnist alt kent fyri okkum, tí vit hava gingið og malið her fyrr á degnum.
Løtu seinni verður bilurin parkeraður fáar gøtur frá Hvítu Húsunum. Vit fáa hvør sítt regnskjól og royna at ganga millum droparnar aftaná okkara nýggju vinum, sum vísa vegin fram.
Vit ganga í einar fimm minuttir. At enda standa vit uttanfyri Hvítu Húsini.
- Hvat skulu vit gera her, spyrja vit báðir.
- Tað fáa tit at síggja, siga teir smílandi.
Vit standa beint uttanfyri eina inngongd til Hvítu Húsini, har ein rúgva av løgreglumonnum og øðrum fólki í uniformum standa. Vit hugsa, at tað man ikki fara at verða leingi, áðrenn vit verða bidnir um at "fara onkra aðrastaðni," sum ikki einaferð.
Løtu seinni kemur ein maður í klædningi út. Hann heilsar upp á teir gomlu Harvard-mennirnar, sum vóru teir gamlir vinir. Hann tekur eisini pent í hondina á okkum báðum næmingunum og sigur "gott kvøld."
Meira verður ikki sagt.
Við manninum í klædningi á odda ganga vit inn ígjøgnum portrið til tey Hvítu Húsini.
Vit báðir hyggja aftur spyrjandi upp á hvønn annan. "Hvar sker her?" og "Hvat gera vit her?" eru tankar, sum stinga seg upp, nú vit standa uttanfyri garðin til tey Hvítu Húsini. Vit vita onki.

Inni í Hvítu Húsunum
Bilsnir og hálvt í ørðviti gera vit, sum vit vera bidnir. Hetta høvdu vit ikki væntað. Maðurin í klædningi tosar við trygdarvørðarnar, og løtu seinni ganga vit ígjøgnum trygdareftirlitið.
Vit spáka spakuliga niðaneftir vegnum ímóti inngongdini til sjálvt Húsið. Tað byrjar at loysna eitt sindur í sinnunum hjá okkum báðum, nú vit vita, hvat hendir.
Menn byrja at práta meira, og maðurin í klædninginum greiðir frá, hvat er um at henda.
- Hetta er tykkara dagur, sigur hann við okkum og ljóðar gávumildur á málinum.
- Hetta er stórt, sigur amerikanski vinmaðurin við meg.
- Størri enn nakað annað eg havi upplivað í USA, svari eg honum.
Higartil havi eg ikki tosað tað stóra, men eg havi mest sum bert sitið og hugsað fyri meg sjálvan, hvat løgin dagur hetta er. Amerikanarin hevur eina líknandi kenslu av "ikki at vita, hvat gongur fyri seg rundanum seg," sum hann málber seg. Henda kenslan er enn at finna hjá okkum báðum, meðan vit spáka móti inngongini.
Maðurin í klædningi leiðir okkum fram til ta fyrstu hurðina. Hann strýkur eitt kort ígjøgnum ein kortlesara, og hurðin opnast fyri okkum.
Vit báðir vinmennirnir ganga fyrst inn í Húsini.
- Vit eru í Hvítu Húsunum, sigi eg spakmæltur við kammeratin.
- Vit eru sanniliga í Hvítu Húsunum, endurtekur hann við róligari rødd.
Og klædningsmaðurin tekur samanum:
- Hetta eru Hvítu Húsini, sigur hann beinrakin.
So er tað staðfest, at nú eru vit í Hvítu Húsunum. Vit standa eina løtu í gongini, og løtu seinni verða vit vístir oman eftir gongini inn í okkurt, sum líkist eini kantinu.
- Hvat vilja tit hava at drekka? spyrja teir.
Eg lati, sum um eg umhugsi tilboðið eina løtu, men eg veit væl, hvat eg vil hava at drekka. Og so biði eg um eina Coca-Cola.
Vit spáka víðari, og tað næsta rúmið kenni eg væl. Tað er tað Ovala Kontórið, sum er arbeiðsskrivstovan hjá forsetanum. Tíverri er kontórið tómt júst nú, so forsetin verður helst ikki at hitta henda dagin.
Nú eg standi og hyggi meg runt í Ovala Kontórinum, verður amerikanska søgan eitt vet meira livandi fyri mær. Tað, sum eg hoyrdi um amerikanska søgu fyrr á degnum, helt eg meg kenna ógvuliga væl, og tað var ikki longur so áhugavert, eftir at fólk hava greitt frá somu hendingum ferð aftaná ferð.
Men nú eg eri við rúmið, har millum annað menn sum John F. Kennedy og Theodore Sorensen hava tingast um, hvat gerast kundi við Kubakreppuna og atomhóttanina, so verður søgan meira viðkomandi, og hon tykist nærri at míni egnu lagnu.
Eg standi eina góða løtu og hyggi eftir hesum fína rúmi. Nógvar myndir renna mær í hug, serliga myndir frá Kennedytíðini, eitt nú vælkenda myndin tá John F. Kennedy er saman við lítla soninum John F. Kennedy, Jr. í Ovala Kontórinum.
Tað er kanska ikki so løgið, at júst Kennedy-familjan melur í høvdinum á mær hesa løtuna. Eitt er, at føroyingar kenna familjuna væl, men John F. Kennedy var eisini frá Harvard. Og umframt tað, so ber tann eini Harvardmaðurin henda dagin eisini eftirnavnið Kennedy, og fleiri myndir av Kennedyfamiljuni hingu í húsunum, har vit ótu nátturða hetta kvøldið.
Tá eg eri komin yvir Kennedy, meðan eg standi við Ovala Kontórið, leiða tankarnir meg víðari til ein annan demokrat, nevniliga Bill Clinton. Hann hevur eisini gjørt nógv um seg í Ovala Kontórinum, og var hann ein ógvuliga vælumtóktur maður millum amerikanarar?og starvsfólk í Hvítu Húsunum. Her er nógv søga at tríva í, ongin ivi um tað.

Vit møta Condoleezza Rice
Vit standa enn við Ovala Kontórið, har vit hava staðið í einar 20 minuttir og prátað og hugsað um lívið í Hvítu Húsunum seinnu 200 árini. Eg eri liðugur at drekka mína Coca-Cola, og vit ganga allir víðari.
Vit fáa nú at vita, at leiðin gongur til tann privata partin av Hvítu Húsunum?har sum forsetin býr. Vit práta um leyst og fast, og meðan vit ganga, spyr ein av teimum, hvussu húsini hjá forsetanum í Føroyum síggja út. Eg svari sjálvandi, at vit hava ongan forseta í Føroyum, men at statsyvirhøvdið hjá føroyingum býr í Danmark.
- Hví í Danmark, spyrja teir, meðan vit spáka víðari.
- Tað veit eg ikki, sigi eg og beri meg undan.
Tað eydnast at bjarga mær burturúr hesi samrøðuni við, at vit møta einum kendum persóni í gongini. Tað er Condoleezza Rice, trygdarráðgevi hjá George W. Bush. Vit heilsa stutt upp á hana og fara víðari.
Klokkan er umleið 21:00, og vit hava ikki møtt forsetanum enn. Vit báðir eru samdir um, at eftir ein dag sum henda, er ikki órímiligt at vænta, at maðurin frá Texas kemur oman eftir gongini og heilsar. Men tað ger hann ikki.
Hóast vit ikki møta Bush, meðan vit spáka úr Hvítu Húsunum, eru vit væl nøgdir við dagin. Ein fínur dagur at taka sær frí frá matematikk og hagfrøði. Og ein fínur dagur at krúpa inn í ein annan heim.