Boðan og vitnisburður

Trúboðin hevur til endamáls at bera Guðs orð um landið. Tað verður gjørt sum reportagur frá tiltøkum, vanligar blaðgreinar ella skrivligir vitnisburðir frá fólki

Uppgávan er at bera Guðs orð út um landið, samstundis sum sagt verður frá tiltøkum og kirkjuligum arbeiði, sigur Tom Skaale, ábyrgdarblaðstjóri á Trúboðanum.

Í niðastu hædd í norðara enda í Leguhúsinum í Nesvík heldur blaðið Trúboðin til. Blaðrúmið er útgjørt, sum eitthvørt tilsvarandi rúm er í dag við teldum og skannarum. Ein blaðmaður starvast fast á blaðnum. Umframt er samstarv við fólk, sum javnan senda tilfar til blaðið, sigur Tom Skaale.

Trúboðin er eitt áhugablað, sum er málgagn hjá Heimamissiónini. Tó eru tað ikki bara tiltøk hjá sjálvari missiónini, sum viðgjørd verða í blaðnum. Men tað er eingin loyna, at tað er missiónin, sum gevur blaðið út.

Tom Skaale, blaðstjóri, sigur, at tað kemur væl av innsendum tilfari til blaðið. Men tað kemur av og á tilfar, sum ikki verður mett av slíkum slag, at tað verður prentað. Slíkt verður stutt og greitt burturbeint.

Tilfarið, sum kemur í blaðið er mest um missións- og kirkjuligt arbeiði. Tom Skaale sigur, at tey plaga at gera nakað væl burtur úr Ytri Missiónsarbeiði. Til dømis við greinum um og reportagum frá trúboðarum í fremmandum londum. Serliga egnum trúboðarum, men eisini fremmandum, sum hava við missiónina at gera.

Men tað er ikki so, at bara verður sagt frá tí, sum hendir úti í heimi. Sjálvandi verður skrivað um tað, sum hendir heima hjá okkum sjálvum. Sagt verður frá tiltøkum og hendingum, sum fara fram í kirkjuligum og missiónsarbeiði í Føroyum. Tvørkirkjulig tiltøk. Men vanliga ikki um aðrar samkomur ella trúargreinar enn ta, sum stendur aftan fyri blaðið, sigur Tom Skaale, blaðstjóri á Trúboðanum.

Trúboðin kemur út aðruhvørja viku. Eitt fólk arbeiðir fast á blaðnum. Tað hevur skift eitt sindur hesi seinnu árini, og verandi blaðmaðurin, Derhard Olsen, sum hevur verið blaðmaður seinastu tvey árini, fer væntandi í summar undir lestur í Danmark, so tá skal aftur skiftast, sigur Tom Skaale.

Blaðmaðurin ger alt vanligt blaðarbeiði. Hann savnar tilfar, skrivar og setir upp, umframt at hann skal savna lýsingar til blaðið.

Tá blaðið er skrivað og sett, verður tað rættlisið. Tað eru eini fýra fólk, sum plaga at gera tað, sigur Tom Skaale. Hetta eru fólk, sum annars hava tilknýti til missiónina.

Alt hetta arbeiðið verður gjørt í Nesvík, áðrenn blaðið verður prentað á Dimmalætting. Blaðið hevur seinastu tvey árini verið prentað í litum.

Tað er eingin trupulleiki at fylla blaðið, sigur ábyrgdarblaðstjórin, Tom Skaale. Tað verður heldur skilt frá, enn at tað manglar í, sigur hann.

Blaðið hevur verið í støðugari menning upp gjøgnum nítiárini. Og tað veksur alsamt í vavi. Í 1995 kom blaðið út við 8 til 12 síðum. Í dag er tað regluliga blaðið 16 til 24 síður, meðan tað fýra ferðir árliga liggja innlegg við serbløðum í. Hesi serbløðini eru vanliga fýra síður. Tey eru til dømis eitt Sjómansmissiónsblað, eitt Ytrimissiónsblað, eitt útisetablað, sum føroysk missiónsfólk í Danmark standa fyri og Shalom blaðið, sum Ísraelsmissiónin gevur út. Umframt er ein útgáva av Trúboðanum, sum nevnd verður Ársmøtisblaðið. Hetta er serútgáva av Trúboðanum, sum verður borin í hvørt hús beint fyri ársmøtini.

Trúboðin er ikki nakað stórt blað. Upplagið er 1600-1700 eintøk. Haldaragjaldið er kr. 270,- um árið.