Seinnapartin fóru skótar úr skótaliðnum Royndini í Vági á 24 tíma langan túr við tjaldi og allari neyðugari útgerð. Í nátt sova tey á leiðini millum Grønutanga og Siglifelli Um 15 tíðina seinnapartin fóru eini 10 skótar úr Royndini úr Vági við bili, og leiðin gekk til Lopra og víðari út á Akrar. Síðani ætlaðu tey sær til gongu og at taka seg upp longur úti. Ætlandi skuldu tey at enda koma til Grønurnar og liggja nátt har á leiðini, alt eftir hvussu ættin lá.
Talan er um 24 tíma langan túr og við sær hava skótarnir í skótaliðnum Royndini alla neyðuga útgerð. Í morgin fara tey til gongu fram við stikinum eftir Siglifelli og bilur er fyri teimum á gamla vegnum til Sumbiar.
Á ætlaðu leiðini hava tey gott útsýni og ávís støð sæst allan vegin runt um allan Vágs- og Lopransfjørð. Veðrið í kvøld er gott sunnast í Føroyum, tað er stilt, nakað av kulda merkist í kvøldluftini og mjørki hevur hug at fjala fjallatindarnar, men fyri royndar skótar er hetta óivað gott veður og til ber óivað at matgerða bæði karrybollar og at steikja tjógv, so sum tey í Royndini søgdu seg ætla, tá vit hittu tey innan fráferð seinnapartin.









