sló til. Hann hevur boðað frá, at hann gevst at spæla fótbólt eftir hetta kappingarárið, og tí var hetta seinasti heimdysturin hjá honum í Vági. Tað markeraði hann við at skora. Jón Krosslá Poulsen spældi [...] dentur lagdur á at verja hesa leiðslu. Skaptu ov lítið NSÍ hevði bóltin nógv meira enn VB/Sumba í dystinum, og serliga í seinna hálvleiki royndi NSÍ at trýsta heimaliðið. VB/Sumba kom eisini at standa nógv [...] dystin leygardagin. NSÍ er mest sum givið fyri í ár. Eftir at liðið tapti toppdystirnar fyri B36, HB og EB/Streymi herfyri, hevur liðið valla klárað at manna seg veruliga upp aftur. Seinastu átta dystirnar
Slík tiltøk eru umráðandi, og tað hevði veruliga nógv at siga fyri okkum tá. Men mær dámar væl, at tað nú er eitt tiltak, ístaðin fyri kapping. At kappast innan tónleik og list hevur óivað sínar dygdir [...] AME Eivør Pálsdóttir gleðir seg at fara á pall, tá Atlantic Music Event verður um vikuskiftið. Tað er langt síðani, at hon hevur verið á føroyskum palli, og Eivør hevur sett saman blandaða sangskrá, har [...] karm um AME, tí henni dámar væl húsið. Ikki kapping Um AME tiltakið sum heild sigur Eivør, at hon fegnast um, at talan nú er um eitt tónleikatiltak, í mun til tíðina við Prix Føroyar, har talan var um kapping
eg byrji at kunngera hann í fjølmiðlunum, segði hann m.a. í samrøðu, ið seinni í dag verður at síggja undir kykmyndum á portal.fo. Man nýtist tó ikki at vera atomserfrøðingur fyri at rokna út, at Boys In [...] framførsluna hjá bólkinum, so okkurt kundi bent á, at her kundi okkurt spurtst burturúr. Við planet.fo segði Jens Ove Friis leygarkvøldið, at hann fór at skriva sáttmála við tvey nøvn, ið hann hevði sæð [...] Bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festival høvdu frammanundan boðað frá, at onkur luttakandi bólkur slapp at framføra á teirra festivali. Hóast Eysturoyarbólkurin við teimum lívligu framførslunum, ikki
einum ríkisfelagsskapi. Um loysingin og frælsið verða veruleiki, fer hetta sjálvsagt at merkja, at landið gerst meira sjónligt á altjóða pallinum - eins og verður navn tess nevnt í teimum føroysku fjølmiðlunum [...] Eg má viðganga, at hetta skurrar illa í oyrunum. Ikki tí, Montenegro er eitt fínt orð í sær sjálvum - hetta er bara so óføroyskt, sum tað kann vera. Tað áhugaverda við hesum orðinum er, at tað heldur ikki [...] hetta er eisini tað rætta føroyska navnið fyri afrikanska landið. At kalla Svartafjall á føroyskum "Montenegro" er akkurát tað sama, sum at siga og skriva á føroyskum "Ivory Coast" (enskt) ella "Costa d Avorio"
mynduleikunum at kanna málið til botns, hóast orsøkin til deyðstilburðin frá byrjan var sera ógreið. Sendingin førdi til eina kanning, har ríkisákærin í Aalborg staðfesti, at ongin orsøk var at finnast at politinum [...] sjónvarpssendingar royna at vera so undirhaldandi, sum gjørligt. Tí er tað ikki minst týdningarmikið, at sendingar, sum hesar, eisini verða gjørdar. Og so er tað fantastiskt at fáa eina virðisløn, sum tínir [...] tínir starvsfelagar eisini eru við til at lata. Tey hava hugt at søguni og sagt Hetta er sannur journalistikkur . Fakta: Cavlingvirðislønin kom í lag í 1944 í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið hjá Dansk
ikki tann sama, og serliga er munurin, at Borko Ilic er farin í Fleyr at spæla. Borko er sera góður spælari, serliga tá ið nógv stendur á. Fyri SÍ hevur hetta merkt, at móttøkan er ikki so trygg sum áður, [...] hann er við á SÍ liðnum. Sostatt má SÍ metast at vera lítil favorittur sunnudagin í Klaksvík. Góðir karmar Flogbóltssambandið roynir at gera sítt til, at karmarnir um finalurnar skulu vera so góðir sum [...] stóru fyrimunum við hesum serliga flogbóltsgólvinum er, at tað kann verða lagt út í hvørji høll í landinum, tað skal vera. Tað ger sítt til, at serligur dámur verður í dystunum. Sostatt fáa leikararnir
í Suðuroy livdi til fulnar upp til endamálið, sum er at fáa fólk at røra seg. Ongar tíðir vóru tiknar ogsostatt ráddi heldur ikki um at vinna ella at renna skjótast. Tískil kundu fólk renna ella ganga sum [...] mamma upp at geva barni sínum bróst. Har vóru fólk úr allari Suðuroy, men har vóru eisini fólk úr Havn, úr Vestmanna og enntá so langt burturi sum av Trøllanesi. Fyrireikarnir halda, at júst hetta, at tiltakið [...] lysti. Á málinum eru eisini fólk frá Hjartafelagnum Fyribyrgingarráðnum og har ber til at máta blóðtrýstið og at fáa aðrar upplýsingar um heilsu og rørslu. Táið komið varð á mál, fingu luttakararnir d
og fer at stytta leiðirnar og bøta um trygdina. Nýggi Smyril fer hartil at bøta heilt munandi um farleiðina millum Suðuroy og meginøkið. Tað verður heilt einfalt betri at vera umborð við tað at skipið [...] líður, eiga onnur alternativ at verða kannað og eigur at verða farið undir hesar kanningar beinanvegin. Við hesum ynskja vit nýggja farinum vælkomnum til landið og ynskja, at tað má verða suðringum og øllum [...] fyri allar føroyingar, eiga avvarandi myndugleikar og stovnar, land og kommunur beinanvegin at fara undir at leita eftir tí ferðasambandi millum Suðuroy og meginøkið, sum er mest hóskiligt fyri eina framtíð
útgávuni av Idol, har hon stóð seg rættiliga væl. Hon ætlar sær nú at fara at gera meira við tónleikin, og hon sær hetta sum eitt óført høvi at sleppa nærri nøkrum góðum upptøkumøguleikum. Yngsti luttakarin [...] gjørdist hetta ein rættiligur fongur, tá hann fór undir at spæla sína egnu fløgu inn. Leygarkvøldið verður fyrsta ábendingin um, hvør í ár sleppur at royna seg í einum góðum upptøkuhøli. Luttakararnir skulu [...] ikki uttan orsøk. Vit kunnu fara heilt aftur til 1991 fyri at finna hann sum vinnari av Àrsins songrødd kappingini. Hann hevur eisini verið at hoyrt í øðrum sambondum, men tey seinnu árini hevur hann ikki
viðurkent. Eftir at kommunistiski flokkurin í 1949 tók valdið í Kina vóru nógvir kinverskir kommunistar í Tibet, har teir gjørdu so nógv um seg, at tibetanar gjørdu uppreistur og Kina svaraði við at gera hernaðarliga [...] einki útlit er til, at stríð hansara fer at eydnast. USA og Bretland, sum longu í 1911 viðurkendu yvirvald Kina yvir Tibet, hava ikki rætt hond frá síðu og sama er um restina av heiminum at siga. Nú er so aftur [...] tibetanar liggja eftir á. Vesturheimurin harmast, men eingin droymir um at leggja trýst á Kina til tess at fáa hetta stórveldi at virða tey mest grundleggjandi mannarættindi í Tibet. Dalai Lama hevur nú