Pipar & Salt letur jólagávu

Sjúrður Skaale og Jákup Weyhe, sum eru menninir aftanfyri Pipar & Salt, hava latið 100.000 krónur til sølubúðina hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar

Á tíðindafundi í morgun í hølinum hjá Iktys varð gáva á 100.00 krónur latin til Óla Nielsen, sum er kontaktpersónur hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Føroyum. Tað er Pipar & Salt, sum hevur latið gávuna.

Altjóðagerð í praksis
Sjúrður og Jákup søgdu nøkur orð, áðrenn teir handaðu kekkin.
- Fyrr vóru nógvir "ársins eitt-ella-annað"-heiðrar givnir. Hetta hevur mangla í ár, og tí hildu vit, at tað var okkara tørn. Vit hava so valt at geva Neyðhjálp Fólkakirkjunnar eitt herðaklapp, søgdu teir báðir.
- Hendan lítla biksin er altjóðagerðingin í praksis. Hon sær sera lokal og bygdaslig út, men hon røkkur út um allan heimin við hjálp sínari. Einans 5-6 % av inntøkunum fara til umsiting og restin fer óskert til neyðhjálp. Hetta gevur okkum álit á Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, søgu Sjúrður og Jákup.
Óli Nielsen var sum vera man ovurfegin um gávuna.
- Eg eri heilt ótrúliga glaður. Fólk hava tikið væl undir við okkara arbeiði, og tað hevur verið sera positivt, segði Óli.

200 geitir og 40.000 hítur
Til stuttleikar nevndu Sjúrður og Jákup nøkur dømi um, hvat hesar 100.000 krónurnar kunnu brúkast til í 3. heiminum.
- Vit hava oyramerkt pengarnar til at keypa 200 geitir, 40.000 hítur, 800 hønir, 1 kúgv og 2 oliventrø. Eisini ætla vit at fylgja arbeiðinum hjá Løgtinginum upp við at stuðla grundlógararbeiðið á Malawi. Trupulleikin hjá Malawum er, at teir skilja ikki grundlógina, tí at alt verður skrivað á enskum. Soleiðis ætla vit at stuðla malawum við 20 eintøkum av malawisku grundlógini á upprunamálinum, søgdu teir báðir við einum skeivum smíli.
Sjúrður og Jákup hava fígging fyri gávuna, men teir vóna at vinna pengarnar inn aftur við søluni av Pipar & Salt Classic DVD-fløguni.
- Um hetta ikki eydnast, mugu vit bara punga út, segði Sjúrður at enda.