Fótbóltur
At ólavsøkudysturin ikki longur hevur ta tign, sum hann hevði fyri einum 10-15 árum síðani, stóð teimum flestu greitt. Í dagsins fótbóltsføroyum viga altjóða uppgávur, lands- og steypakapping alt ov nógv, til at venjingardystirnir eisini verða tiknir í fullum álvara, men kortini høvdu fitt av fólki leitað sær niðan í Gundadal, tá HB og EB/Streymur høvdu sett hvørjum øðrum stevnu.
At tað júst var EB/Streymur, sum fekk innbjóðing frá HB, er neyvan av tilvild. Bæði tí EB/Streymur sabært stigatalvuni er sterkasta fótbóltsliðið í landinum í løtuni, og ikki minst tí, at tað júst er vantandi heimadysturin hjá EB/Streymi, sum hevur ført við sær, at eingin steypafinala kundi spælast á ólavsøku. Hetta tí HB enn ikki hevur slept vónini um, at tað skal bera til hjá teimum at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini.
Hesa ferð var tað tó á vøllinum, at dysturin varð spældur, og tað stóð skjótt greitt, at EB/Streymur var felagið, sum legði størri orku í dystin. Teir vóru væl meira ágangandi enn HB, sum í sínum lag tóktist taka nógv lættari upp á uppgávuna.
Tað skuldu tó ganga fimm korter, áðrenn gestirnir fingu hol á. Gert Hansen byrjaði álopið við langari sending niðan eftir vøllinum, og tá HB-verjan enn einaferð varð spæld tunn, kundi Brian Olsen senda bóltin í málið.
Undan hesum hevði EB/Streymur eisini misnýtt brotsspark, og flestu mundu halda teir stevna móti sigrinum, men tað eydnaðist tó HB at javna, tá Tór-Ingar Akselsen sendi bóltin í kassan.
Tí mátti dysturin avgerast við brotsspørkum, og hesa ferð kiksaði EB/Streymur ikki. Teir skoraðu upp á sínar fyrstu fýra royndir, og tá HB tá hevði brent tríggjar ferðir, var leyst og liðugt.