- Eg flúgvi aftur við Atlantsflog

56 ára gamli Odd M. Egeland var á flogvøllinum á Stord og bíðaði eftir at flogfarið skuldi flyta hann úr Stord til Aukra í gjáramorgunin.
So langt kom hann kortini ikki.

- Eg sat á flogvøllinum og sá flogfarið fara framvið. Men tað kom ikki aftur.
- Eina løtu seinni kom ein flogskipari sum skuldi til Hammerfest og segði at okkurt var áfatt í hinum endanum av flogvøllinum, sigur hann við norska blaðið Dagbladet.
Sjálvur sá hvørki Egeland ella hinir á flogvøllinum at okkurt var áfatt við flogfarinum, sum teir sjálvir um lítla løtu skuldu fara við.
- Vit fingu boð um at fáa okkum eitt sindur av kaffi aftrat. Síðani vórðu vit koyrdir til skrivstovuna hjá Aker/Stord. Har stóðu læknar og onnur fyri okkum. Eg haldi, at vit fingu góða viðgerð, sigur Egeland, sum sjálvur er ættaður av Stord.
 
Gott felag
Egeland hevur flogið nógv við Atlantic Airways. Fyrst í hálvtannað ár, meðan hann arbeiddi í Hammerfest, og aftur nú, ið hesin 56 ára gamli maðurin hevur ferðast millum Stord og Aukra.
- Eg havi altíð følt meg tryggan, men tann sum sigur at hann ikki er bangin, tá hann flýgur, sigur ikki sannleikan.
- Tú hugsar jú alla tíðina um, at okkurt kann henda, greiðir Egeland frá.
Sambært norskum fjølmiðlum hava fleiri av starvsfelagum hansara verið misnøgdir við Atlantsflog, sum teir siga hevur spælt hazard við trygdini umborð.
Hesum er Egeland ikki samdur í:
- Eg haldi, at tey hava altíð verið ótrúliga dugnalig. Eg eri samdur í, at breytin her í Stord er heldur stutt, men flogfelagið hevur altíð gjørt sítt arbeiði til lítar, sigur maðurin sum í samfull 25 ár hevur starvast hjá Aker Kværner Elektro.
Hann ætlar sær so ikki at finna sær annað arbeiði fyri á tann hátt at sleppa undan flogferðum.
- Nei, eg fari skjótt aftur upp til Aukra. Tað verður helst frá Haugesund ella úr Stavanger, tí hesin flogvøllurin er stongdur, sigur altso Odd M. Egeland.