upp, at vinningsbýtið verður uppá 175 mió. krónur. Hetta er heilar 125 mió. krónur meir enn Fíggjarmálastýrið hevði væntað sambært fíggjarlógini fyri 1999. Har var væntað, at Føroya Banki fór at útluta [...] er so, hvussu rætt tað er, at gera slíkar eftirrokningar, tí júst afturføringarnar eru nær tengdar at tí positivu gongd, sum búskapurin hevur verið fyri. Men tað sær ú til at bankin er komin rættiliga væl [...] dagarnar, so kann ein orsøk verða, at ársroknskapurin hjá Føroya Banka varð almannakunngjørdur í gjár. Hann gav Karsteni allar góðar og allar hugsandi orsøkir til at smílast, tí avlopið áðrenn skatt var
Vit hava sett okkum fyri at byggja skúlan út, tí vit hava ov fáar serstovur. Tað kemur at kosta rættiliga nógv. Eitt uppskot til útbygging hevur verið á borðinum, ið er mett at kosta 7-8 mió. krónur, men [...] men tað eru bygdaráðslimir, ið halda, at vit eiga at byggja eina høll afturat skúlanum. Tí er eitt annað uppskot í umbúna. - Bygdaráðslimirnir eru vanliga rættiliga samdir um, hvat skal gerast, men í hesum [...] ein slík høll, sum er í umbúna, at verðið bygd í felagsskapi við grannakommunurnar. Vit hava ein felagsskúla, sum kommunurnar í økinum eru í felag um, og tað er upplagt, at ein høll varð bygd har um leiðir
flakavirkið í landinum skal vera stongt og ongin annar skal fáa møguleika at leiga ella keypa. Tí vóna vit, at tit duga at síggja, at her er nakað galið. Við arbeiðarakvøðu, Arbeiðsmannafelagið Framtíðin í [...] Og nú hoyrist, at tað er við at finnast ein loysn á flakavirkinum í Miðvági, eisini við almennum peningi. Vit unna bæði sandoyingum og vágafólki arbeiði, men vit vita eisini, hvat tað er at vera arbeiðsleysur [...] verið nei, ella er kravt eitt órímuliga høgt boð uppá virkið. At leiga virkið hava fleiri fyrispurningar verið um, men har hevur verið ringt at fáa svar. Men Jákup Mørkøre man hava smekkað høvdið í, tí nú
ið fekk hugskotið til tiltakið. Alex Sólstein sigur, at tey við hesum ætla at náa eina breiðari fjøld og vísa á, at orkestrið eisini hevur nakað at geva, tá tað snýr seg um nýmótans tónleik. Harafturat [...] stuðlað arbeiðinum at seta løgini út fyri symfoniorkestur. Fróði Vestergaard frá Norðurlandahúsinum sigur, at Húsið stuðlar við 250.000 krónum. Hann sigur, at í komandi viku verður farið undir at selja atgongumekini [...] Føroya Symfoniorkestri. Steintór heldur ikki, at so langt hevur verið frá hugskoti til veruleika, men slíkar ætlanir hava tað við at vaksa. Bólkurin hevur valt at leggja dent á ljóðgóðsku og hevur keypt roynt
roknaðu við, at tað fór at verða torført hjá gestunum úr Sundalagnum at vinna stig, men tað gjørdu teir. Jákup Martin Joensen plagar at siga, at um allir arbeiða fyri allar, so er møguleiki at vinna ímóti [...] aðru ferð, at úrslitið var 1-0 tap á heimavølli. Stigatalvan sigur, at støðan er alt annað enn góð hjá NSÍ, sum nú er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Avrikið í dag boðaði frá, at tað er nógv [...] Runavík at vinna seg úr sera vandamiklu støðuni, sum teir eru í. Eftiransingarnar vóru ikki sannførandi, bóltførleikin kundi bent á, at sjálvsálitið ikki er stórt, og tað gekk illa hjá heimamonnunum at finna
úr stýrhúsinum. Hann noyddist at taka tøk upp úr sjónum fyri at koma upp í vatnskorpuna aftur. Palli á Dul ásannar, at tíðin tykist long, tá slíkt hendir, men hann heldur, at hann lá einar 30-40 minuttir [...] liva við at vera bjargaður og sleppa heim aftur til familjuna, men eg var eisini til reiðar at doyggja og sleppa heim í himmalin. Sjálvur hevur hann sagt, at tað, sum bjargaði honum, var, at hann var [...] í skrokkinum, og her royndi eg at halda mær fast. Í samrøðu hevur Palli á Dul greitt frá sínari ógvusligu uppliving hesa náttina í Skopunarfirði. Men, hugsaði maðurin, at bjargingin var nær – ella gjørdist
í 2018 søgdu 20 prosent av fólki, at tey høvdu verið í vanda fyri at drukna og í eini sama slag kanning frá 2021, søgdu 16 prosent, at tey høvdu verið í vanda fyri at drukna. [...] áum. Svimjisambandið sigur, at tað er ikki beinleiðis skrásett, men vit vita, at tey sum drukna, ofta vóru einsamøll, tá ið vanlukkan hendi. – Stutt sagt kann sigast, at tey, sum drukna í Føroyum, [...] har vandi er fyri at kunna drukna, sigur Svimjisambandið. Tey leggja afturat, at hesi tøl eru bara fyri tey sum druknaðu, men tað eru nógv fleiri, sum hava verið í vanda fyri at drukna. Í eini føroyskari
1-0 er ikki sannførandi sigur at hava við sær suður á iberisku hálvoynna, men tað eigur at vera møguleiki fyri, at Víkingur eisini fer at vinna í Gibraltar og harvið fer at spæla seg víðari í kappingini [...] málinum valdi hann at trilla bóltin upp á tvørs, heldur enn at royna ímóti málinum, og so var møguleikin burtur. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sást tað á víkingaspælarunum, at teir vóru ikki heilt [...] friðurin yvir álopsspælinum, og hóast gestirnir ikki vístu seg at vera serliga sannførandi, so lúrdi møguleikin heilt til síðsta bríksl, at tað kundi enda við javnleiki. Seinna partin av 2. hálvleiki vóru
framyvir at tryggja mær, at tað ikki endurtekur seg. Umberingin frá Pape kemur dagin fyri landsráðið hjá Teimum Konservativu í Keypmannahavn. Tað er fyrsta landsráð floksins, eftir at Pape boðaði frá, at hann [...] hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri í Danmark. Eisini maður hansara, Josue Medina Vasquez Poulsen, hevur skapt yvirskriftir fyri tey Konservativu. Søren Pape Poulsen harmast nú, at maður hansara hevur [...] Vasquez sum sín unnusta í 2014, segði Pape millum anna, at forsetin í Dominikanska Lýðveldinum var »onkel« hjá unnustanum. Men síðani er komið fram, at maðurin hjá Pape ikki er í ætt við fyrrverandi forsetan
ímóti EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í royndini at sleppa av niðurflytingarplássi. Setningurin hjá EB/Streymi var á Svangaskarði at vinna fulla úrtøku í rond at betra um møguleikan at halda tørn um møguleikan [...] møguleikan at vinna fjórða plássið. Nú hevur Petur Reinert bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Svangaskarði, har máltalvan vísir 1-1. Tað sæst á kropsburðinum hjá spælarunum, at teir eru ikki nøgdir [...] gestirnir vóru nærri við at fáa mál. Gutti Dahl-Olsen sendi við frísparki úr 23 metrum bóltin omanfyri manngarðin og í tvørtræið og niður í vøllin. EB/Streymaspælararnir vildu vera við, at bólturin var innanfyri