men tað samsvarar við tað, sum tær heilagu skriftirnar spáa um Europa. Tí er tað so álvarsligt at vera ein europeari, og ikki bara tað sjálvandi, tað er so álvarsamt at vera ein heimsbúgvi, tað hevur tað [...] hevur hetta lyft Europa uppá støði, sum bara sannur kristindómur kann gera. Ikki tí, her hevur nógv ónt farið fram um somu tíð, m.a. av at stórur partur av tí, sum hevur verið kallað kristindómur, hevur [...] uppá land í Europa, tað má sigast at vera ein søgulig hending. Hesin lítli spírurin, í byrjar við eina á uttanfyri Fillippi, har Paulus talar við nakrar kvinnur, sum eru komnar saman á einum stað, har tey
Eisini í sambandi við eina vaksandi skipaferðslu í Arktis kann økt samstarv millum londini vera ein styrki. Sjálvsagt skal eitt arbeiði gerast, áðrenn so grundleggjandi viðurskifti verða broytt, men grønlendska [...] Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum. Nógv gott kann sigast um kapping, og soleiðis er helst eisini í hesum førinum, men her er tó ein ójavni, sum eftir mínum tykki er sera óheppin. Tað er nevniliga [...] desember havi eg tí, sum landsstýrismaður við vinnumálum, havt samskifti við grønlendska landsstýrið um ójavnan sum er í hesi kappingini. Eg havi víst á, at henda støðan ikki bara skeiklar handilsviðurksiftini
men eg kann ikki innflyta skitna føroyska ull. Hon má sjálvandi gerast klár til útflutnings fyrst. Ull sum mentan og list Samstundis er ull ein altjóða mentan. Flestu mentanir hava ullavirki sum ein týdn [...] borðið og greiðir frá, hví føroyska ullin er so serlig. Hon hevur tøvt nøkur pløgg, har ljósamorreyða føroyska ullin sær út sum gullspæl í myrka botninum, og so hevur hon eisini gjørt nakrar royndir har langi [...] til eitt samanhangandi plagg. Tøving er mett at vera elsta tekstiltøkni – eldri enn binding og veving. Mentanir í MiðAsia hava framvegis tøving sum ein týdningarmiklan framleiðsluhátt av pløggum og teppum
lyndinum, sum Trina hevur. Alfred átti eina dóttur, sum býr í Amerika, og hana hevur Trina eisini gott samband við. Tey eru ikki nógv sum eru so nær tey 100 árini, sum eru so bragdlig. Alt í alt kann sigast [...] Andreassen, sum tann, ið undir 1. veraldarbradaga kom við hugskotinum um at reinsa motorar við landi. Teir dálkaðust so illa, tí teir máttu brúka lýsi sum brennievni. Hetta eitt hugskot sum Andrias, pápi Tórhall [...] Her var Trina so í fýra ár, men nú er hon blivin so tilkomin, at hetta við at vera í húsi tímir hon ikki meira. Annars var lønin kr. 35 um mánaðin, og so kost og logi. Men nú vildi hon vera fyri seg sjálva
javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 3) Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum? Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat ein løgmaður hugsar, sum í 2022 kann finna upp á [...] manna eitt landsstýrið bara við monnum. Men tað fáa vit einki at vita um – kanska tí løgmaður ikki hevur hugsað um tað ella ikki sær tað sum ein trupulleika. Tí hann svarar bara, at »ynskiligt hevði verið [...] flokkarnir, sum bardust ímóti javnstøðulógini á sinni, sum sita við valdið, skal vera ósagt. Men tað átti ikki at verið nøkur hugsjónarlig ósemja um, at kvinnur úr øllum flokkum kunnu ráða eins væl og menn
verður samtykt, so kann ein bara ímynda sær tað búskaparligu fylgjunar fyri byggiharran, umframt at tað góngur óneyðuga long tíð til fólk sleppa inn í íbúðirnar – og tað kann ikki vera rætt! Sum ikki einferð [...] ogna sær ein íbúð, og ikki minst fyri byggiharran eisini. Tað er undir alt lágmark, at hava ein borgarstjóra sum ikki hevur tíð at arbeiða fyri borgaran, men bert fyri seg sjálvan. Sum býðráðslimir eri [...] Í dag 27. februar, havi eg sum limir í fíggjarnevndini enn ikki fingið fundarboð. Og sambært miðlinum, so kostar hetta kr. 100.000,- um vikuna fyri byggiharran, og enn kann eingi við vissu siga, at reglugerðin
eigur at vera hart. Tað er tað, sum ger okkum so tolin og so treisk, sum vit eru. Um veðrið var mildari í Føroyum, so høvdu vit føroyingar verið eitt heilt annað fólkaslag. Nú skal eg ikki vera so frelstur [...] nú, um tað passar? Hvat nú, um tað er ein orsøk til at veðrið er, sum tað er? Tað kann saktans vera ov lýtt um veturin og ov turt um summarið. Spyr bara tey, sum hava við seyð at gera. Alt hevur eina meining [...] landi profeti, ella skal hon brúkast sum ein kravfesting ella ein ætlan fyri framtíðina? Grenj er ikki bara grenj Sum eg síggi tað, kann grenj býtast upp í tvey sløg. Tað fyrsta slagið ljóðar soleiðis:
at tað, sum onnur hava bygt upp, og sum er so viðbrekið, kann verða tæða sundur so skjótt og so harðliga. Svarið má vera: ”Tað rakar ikki meg!”. Og tað er rætt svar, tá ið tað viðvíkur teimum, sum taka hesa [...] ”Einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki skal gera tað sjálvur”. Tað kann verða staðfest so dyggiliga, nú Løgtingið hevur endavent øllum grundvøllinum undir teimum eftirlønarskipanum, sum vit hóast alt hava í Føroyum [...] skipan, men falda hana við 2, 3 ella 4, ja so er ikki endi á, hvussu góð hon er – og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er einki inngjald til hesa skipan. Bara útgjald! Alt hetta leiðir okkum aftur til, at
samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum [...] sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið [...] skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur
tú hjálpa mær, eg kann einki gera. So kom tað innskotið at leypa upp í loft, spenna armar og bein út frá, og so gera eitt indianarahyl, so hart sum eg orkaði. Tarvurin, hann stóð sum negldur. Eg dýki á [...] millum øðrum beiggjanum Óla, sum greitt varð frá í fyrsta parti av hesi frásøgn. Ein annar sum hjálpti var Jákup Andreas við Á í Kaldbak, sum var svágur Ullu. Hans royndi so at útbúgva seg til uppgávuna [...] spandera ein lærara uppá eitt ella tvey børn á Sundi. So teir spurdi Tóru, um hon ikki bara kundi senda børnini til Eiðis til mammu hennara, so kundu tey ganga í skúla har! Men Tóra var ikki so at syfta