Toftadungin grætur - Edvin Strøm ? látin!

+ + + Toftadungin grætur + + +

Perfektionisturin ? maðurin ? pápin ? abbin og gubbin

<DPTAB>    Edvin Strøm ? látin!

<DPTAB>    76 ár ? grækarismessudag 2004

 
So fóru tvær býarmyndir uppá 14 dagar. Tveir, sum høvdu sína dagligu gongd, í ringum sum í góðum tíðum, oman á keiina. Fyrst var tað Niels hjá Bergtóru, Niels Djurhuus ? 81 ár, og so nú Edvin Strøm, tann sprelllivandi Edvin í sínari grønu ulpu, tann seinasta av sínum slag, sum vit burdu varðveitt í Undirhúsinum.
                      Fyri 40 árum síðani komu tveir ungir menn inn til okkum, eg var júst komin úr Føringahavnini, og spurdu eftir mær, tí teir høvdu hoyrt, at eg hevði plátur heim við Hank Snow, countrysangara. Tær máttu teir lána fyri alt í verðini og sleppa at spæla umaftur og umaftur. Menninir vóru Harry og Edvin Strøm, báðir orduligir countryfjepparar. Sjálvandi var man stoltur av at sleppa at læna tveimum so tilkomnum monnum henda fína tónleik, ella musikkin, sum tað tá æt.
                      Og Edvin bleiv ongantíð gamal nokk til at leggja hendan musikkin á hillina, nei verri enn so. Vit høvdu eina avtalu nú aftur á jóansøku í Vági í hesum mánaða, at vit skuldu sita í kjallaranum, ? í hesum flotta rúmi, ið hann hevði riggað sær til fyri fleiri árum síðani, ? og lurta eftir harmoniku- og countryslagarum, meðan Edvin spældi uppá skeiðirnar, sum liggja á borðinum og syrgja harra sín. Menn gakk, brádliga sjúkan forðaði hesum og vesturi í gamla kirkjugarði verður so ongin musikkur at hoyra. Seinastu jóansøku sótu vit til klokkan 06:30 og spældu so tað rungaði um Toftadunga, sum nú eisini syrgir sín meistara. Toftadungi er eitt satt prýði fyri bygdina, fantastiskt útsýni yvir minnisvarðaøkið. Og eitt tað seinasta verkið, Edvin gjørdi, var at fáa skeltið ?Í Toftum? upp á Toftadunga, tá hann hoyrdi um øll gøtunøvnini, sum vórðu kunngjørd av býráðunum. Hann var skjótur, tí snarsintur var hann. ?Her skal ongin gøta eita nakað, hetta er í Toftum, ferdugt?. Og skeltið stendur so flott har millum snóratræið og lítur niðan móti Toftum. Jú,jú, temparamentið var so sjarmerandi haldi eg, ofta stóð hart á millum okkum báðar, men líka so skjótt var alt jarðlagt og stilt í sama viðfangið, og endaði í skjellilátri.
                      Merkiligt, at ein so livandi maður ? 76 ár, skal vera so deyður, sum Edvin nú er. Hann bleiv jú ongantíð gamal, so týttur og kvikur í replikkum, sum diskussiónum. Vinur var hann, tað skerst ikki burtur, altíð í full ?vigørð?.
                      At hann misti allar sínar beiggjar ? og var nú tann seinasti av brøðrunum ? neiv hann, serliga teir tríggjar Arthur, Herluf og Kjartan, sum valla blivu 30 ár, tá tuberklarnir herjaðu í 40?unum og 50?unum. Men missin av bróðursynunum Martin og Kjartan tók honum virkuliga dygt, eg haldi hjartað fekk meira skaða av tí í seinastuni.
                      Sum tann perfektionisturin Edvin var, hevur hann, ella hevði hann, nú í seinastuni dygst niðri í gamla kirkjugarði ból, har allir beiggjarnir liggja, uttan Harry og Sjúrður, sum liggja grivnir yviri í Líðini. Hann ruddaði og reiddi og gyrdi, - skøvaðist fyri sítt egna ból, tí har niðri við sjóvarmálan á Kirkjukletti, har vildi hann liggja og megnaði at fáa tað klárt. Men at tað bleiv í ár, tað vardi hvørki hann  ella Helenu ella nakran av okkum.
                      Tað er so nógv, man kundi sett saman um Edvin, nú nakað er fráliðið síðani Grækarismessu, og man hevur vant seg við tankan, at Edvin kemur ikki aftur á Toftadunga og í heimið hjá Helenu og honum, sum hann pussaði og passaði so væl. Hann segði eisini við Helenu, tá hon og døturnar vóru og vitjaðu hann á Landssjúkrahúsinum; ?Farið tygør bara suður aftur ? je komi suður í kistu?. So perfektur var gubbin!
                      Aftaná, at Edvin helt uppat við lastbilunum, sum skinu sum ellisakfør, bæði tann grøni, síðani tann reyði, fekk hann sær stuttleikabát ? ?Rádni? at navni,- so aftur at pussa har umborð og á 60 ára degnum fyri 16 árum síðani gjørdi hann av, at til Shetlands skuldi hann við hesum fræga farið. Alt bleiv pussað við brasso umborð, tí nógvar vóru glitrandi gávur til bátin og hann á 60 ára degnum. Men hann skuldi jú hava mann við sær og bleiv tað so eg. So vit hildu avstað saman við ?Johannu TG 326? sum móðurskip á veg til Scalloway. Men hann kom av landsynningi, so ?Rádni? brast nakað hart av og á, og til síðst fór at leka. Vit tættaðu, men onki hjálpti, og sum myndirnar vísa, so sleipaðu vit sum longst, inntil bert stavnurin var undan, tá bleiv endin kappaður og ?Rádni? fór til botns beint vestanfyri Foula. Tá fullu mong tár. Men vit fingu ein fínan túr við ?Johannu? í allari sorgini.
                      Sum sagt var Edvin á keiini hvønn dag, og at byrja við var tað Eddie, abbasonurin, hann leiddi har niðri, síðani bleiv tað Steinar og seinast Helena, abbadótturin, sum átti tørn. Nú eru teir túrarnir niðurlagdir fyri well! 3 varðar hevur Edvin í hvussu er sett eftir seg. Fyrst er tað Toftadungin, har hann staðfestið forna navnið ?Í Toftum?, sum hann so vakurt setti upp herfyri, sum áður nevnt. So er tað flotta Undirhúsið, sum stendur sum ein klenodia við síðuna av ?Royndini Fríðu? og Nólsoyar Páll. Jú, vit koma at minnast hesar við takksemi til Edvin Strøm. Nú er tað bara tað ? hvør kemur at passa Toftadungan? Verður tað Seyvar ella Steinar ella Helena ? ja, tað fáa vit at síggja, men viðlíka má tað haldast í Edvin?sa ond.
                      Við tøkk fyri góð gomul minnir, og við friði yvir títt minni og við samkenslu til tykkum øll, sum hava mist, sendi eg hesa seinastu heilsu til vinin Edvin Strøm.
 
                                                                                        PeDaNo