– Havnir og flogvøllurin kunnu eisini verða bumbumál

– Tað er ikki so, at radarin í sjálvum sær fer at gera Føroyar til eitt bumbumál. Tí tað eru longu ting í dag í Føroyum, sum man saktans kundi ímyndað sær, at russar vildu bumbað, um kríggj brast á, sigur danski Anders Puck Nielsen, sum tó ikki heldur, at nøkur orsøk er at stúra.

Anders Puck Nielsen, hernaðargreinari hjá Forsvarsakademiet (Mynd: Ritzau / Scanpix)

Sjálvandi verður ein radari eitt bumbumál, um kríggj brestir á millum Russland og vesturheimin.

 

Tað sigur danski hernaðarserfrøðingurin úr Forsvarsakademiet, Anders Puck Nielsen, sum hevur verið ein av føstu viðmerkjarunum hjá donskum miðlum um kríggið í Ukraina.

 

– Allar hernaðarligar innstallatiónir eru møgulig bumbumál. Akkurát líka sum við flogvøllinum í Aalborg, kasernuni í Slagelse og øllum møguligum øðrum. Men tað er ikki ein grund til at lata vera við at hava hernaðarligar innstallatiónir, sigur Anders Puck Nielsen, sum hevur fylgt kjakinum um radaran í Føroyum, her millum annað tjóðveldisformaðurin Høgni Hoydal hevur sagt seg stúra fyri, at radarin fer at gera Føroyar til eitt bumbumál.

 

Men um tað verður kríggj, so verður tað ikki bara radarin, sum so verður eitt bumbumál, leggur hernaðaranalytikarin stóran dent á.

 

– Tað er ikki so, at radarin í sjálvum sær fer at gera Føroyar til eitt bumbumál. Tí tað eru longu ting í dag í Føroyum, sum man saktans kundi ímyndað sær, at russar vildu bumbað, um kríggj brast á, sigur hann við in.fo og kemur við dømum:

 

– Stóru føroysku havnirnar, sum kunnu brúkast logistisk í sambandi við maritimar operatiónir, kunnu helst eisini gerast eitt bumbumál. Tað sama við flogvøllinum í Vágum, sigur Anders Puck Nielsen.

 

Og sum vit í Føroyum longu vita, so vil USA brúka føroyskar havnir til síni krígsskip, her tey kunnu skifta manning, fáa proviant og reparatiónir.

 

Anders Puck Nielsen greiðir nærri frá, hví nettup havnir og flogvøllurin kunnu blíva møgulig mál.

 

– Tá kríggj er, vil man altíð royna at raka generellan infrastruktur hjá mótstøðupartinum. Tað eru sostatt ikki bara hernaðarligar installatiónir, sum kunnu vera mál, men eisini týdningarmikil støð og ting, sum skulu til fyri at fáa samfelagið at rigga, sigur hann.

 

– Tað er viktigt at hava hetta við í føroyska kjakinum um, hvat eitt kríggj kann innnibera. Alt infrakervið, sum kann hava týdning fyri NATO-operatiónir, verður jú eitt mál, og tað verður tað ikki bara orsakað av at ein radari er í Føroyum, sigur Anders Puck Nielsen.

 

Eingin vandi á ferð nú

 

Danski serfrøðingurin metir tó ikki, at nøkur orsøk er til at stúra fyri kríggi og álopi nú.

 

– Eg haldi ikki, tað er nakar stórur vandi við at stilla ein slíkan radara upp. At hetta blívur til eitt bumbumál er tó bara ein partur av treytunum. Men vit vænta jú heldur ikki eitt kríggj beint nú, so hetta er meira ein spurningur um, hvussu man handfer støðuna í heiminum beint nú við einum nýggjum køldum kríggi, sigur Anders Puck Nielsen.

 

– Flogvøllurin og føroyskar havnir standa nokk heldur ikki ovast á dagsskránni hjá russum.

 

Anders Puck Nielsen, hernaðargreinari hjá Forsvarsakademiet (Mynd: Ritzau / Scanpix)