størri mun hevur verið Svangaskarði til vildar, heldur enn Tórsvølli, og í so máta er einki at ivast í, at Birgir Enghamar hjá HB og Kristian á Neystabø hjá B36 eru settir í sama bás, sum Niclas Davidsen hjá [...] millum havnarfeløgini bæði skal finnast, og tó at veðurgudarnir boðaðu frá lágtrýsti, regni og vindi undan vikuskiftinum, so var fagrasta veður í Gundadali sunnudagin. Og so var klárt at seta áskoðaramet. S [...] eftir vøllinum, og í øllum førum vórðu eingi óráð tikin fyri, soleiðis at eitt býttisligt og kostnaðarmikið kundi koma upp á tal. Ikki minst hevði HB hepni við hesum slagnum av fótbólti, og fleiri ferðir
ikki færri enn 9 mál á rað, og eisini hjá teimum var talan fyri ein stóran part um útlendsk mál. Leikandi venjarin, Vesna Tomajek, tykist nú at vera komin rættuliga fyri seg, og harumframt er Andryana úti [...] ræðandi skotstyrki og hevur harumframt veingir, sum fara flúgvandi fram eftir vøllinum, tá farið verður í skjótálop. Hinvegin tykist breiddin á VB liðnum eisini at vera rættuliga góð, og hóast tær sunnudagin [...] framtíðina á, við tað at fleiri av leikarunum eru somikið ungar. Royndirnar mugu tær bara fáa so við og við, og lítið er at ivast í, at so hvørt sum hesar fara at gerast fleiri, verða vágsgenturnar alt meira
eftir hvíldina. Jógvan Martin Olsen, sum saman við Øssuri Hansen hevur ábyrgdina av B68 liðnum, veit, at mótstøðan verður stór, men harfyri ætla toftamenn sær stig: -Við nýggjum liði og fleiri óroyndum monnum [...] verður tað stór avbjóðing ímóti øllum. Tað er serliga á heimavølli, at vit hava møguleikan, og við góðum hugburði og móti ætla vit okkum at vinna øll trý stigini í dag, sigur B68 venjarin, sum ásannar, at [...] samanspælið betri, og hóast vit síðstu løtuna høvdu møguleikar at avgera okkum til fyrimunar, so var úrslitið á góðari leið, sigur veteranurin Gert Hansen. Hjá B68 er Óli H. Olsen skaddur, og tað er ivasamt
spælinum fyrstu løtuna, og serliga dugdi heimaliðið illa at gagnnýta upplagdu málmøguleikarnar. VB var á odda fyrstu løtuna, men brádliga fingu kvinnurnar úr Vági ikki mál í sjey minuttir, og Neistin fekk seks [...] fyrr ella seinni. Neistin – VB 25-19 (12-10) Høllin á Hálsi, Tórshavn Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 3-6 20 min.: 5-8 40 min.: 18-12 50 min.: 20-15 Neistin: Barbara Brauer 8, Jacklin [...] Neistin greiddi sína skyldu og fekk bæði stigini. Tað var fremst av øllum tað, sum taldi hjá Neistanum. At spælið var ikki so sannførandi í løtum er so nakað, sum venjarin helst fer at hugsa um næstu vikuna
liðið skuldi draga frá, so fór hetta at vera VÍF. Teir tóktust fyrst og frems at nýta nógv færri kreftir enn Kyndil hesa fyrstu løtuna, og harafturat bar bonkurin greið boð um, at skuldi útskiftingar gerast [...] rættuligt sorl, og tað var sum so bara ein orsøk til, at hetta ikki eydnaðist. Johan Danielsen, sum annars hevur verið skaddur higar til í vetur, var við í kyndilshópinum hesa ferð, og tá Lars Black týðiliga [...] afturat hava skaðar gjørt seg galdandi, men hesir halda neyvan á fram í allar ævir, og við einum fullmannaðum hópi og kanska onkrum afturat, fer Kyndil heilt víst at skapa ónáðir fyri okkurt av teimum liðum
Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg. Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen [...] verið í stríð við prinsippið um, at fullveldi og búskaparlig ábyrgd fylgjast, segði stjórnin á fundinum við landsstýrið. Og við greiða boðskapinum hjá Nyrup og hansara fólkið varð nýggja uppskotið hjá la [...] embætismenninir høvdu als ikki hoyrt um nýggja uppskotið frammanundan, og tá ein av embætismonnunum kom út úr samráðingarhølunum og varð spurdur um, hvat hann helt um nýggja uppskotið, stóð hann spyrjandi
bríksli, og hóast Stjørnan royndi at seta dagsskránna við eyðkenda tempo-hondbóltinum, so hjálpti hetta lítið. Fyri hvørjum gjøgnumbroti og fyri hvørjari skotroynd stóð onkur VB-kvinna fyri, og einastu [...] umskipað nakað og mansverjan slept, og so kundu føroyameistaranrir aftur fara at spæla vanligan hondbólt, har tær nú bert skuldu syrgja fyri, at sigurin varð koyrdur heim. VB eigur fyrimunin Og tað bleiv hann [...] sum vóru til staðar. Og tey hjá VB høvdu eisini alla orsøk at fagnast ? og tað sama hevur hondbóltskappingini sum so eisini. Sigurin blásti nevnliga kvinnukappingina víðopna aftur, og skal nakað tos vera
leiktur inn um verjuna, og neyðars Marita í málinum kundi millum lítið og einki gera, tá stjørnuskotini fóru sendandi í málið. Ólíkt var í málinum hinumegin, við tað at Rannvá stóð ein frálíkan dyst, har [...] hondbólti, og hetta var eisini eyðsýnt í dystinum leygardagin. Stutt og greitt kann sigast, at klaksvíksgenturnar vóru nógv grammari enn mótstøðuliðið. Leikararnir sýndust sera uppsettir, og áhaldandi hildu [...] vera við stórum spenningi og vónum um ein góðan hondbóltsdyst, at áskoðararnir fóru niðan á Nabb leygardagin. Dysturin stóð jú millum tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum, og við frálíka avrikinum hjá
breidd í spælið hjá Stjørnuni, og so opnaði VB-verjan seg av álvara. Alina Olaru og Katarina sjálv sluppu ferð eftir ferð heilt inn at verjuni, áðrenn tær loystu hoppskotini av, og sjálvt um VB framvegis helt [...] 23-25 í málum og 28.43 í tíð, tá Alina Olaru fór fram at skjóta brotskastið. Flestu áskoðararnir mundu halda ondini, tá rumenski leikarin riggaði til, og suffið frá mongu vágbingunum og fagnaðurin hjá [...] Stjørnan átti dagin og meistaraheitið, og tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, tustu áskoðarar inn á vøllin, meðan VB-leikararnir niðurbrotnar fóru av vøllinum. Tær høvdu givið alt, og móti einum hvørjum
systrarnar Arnfríð og Rannvá Lützen, Karl Martin Samuelsen og Niclas Johannesen. Og kórið mannaðu eisini Eyðun, Kim, James, Arnfríð og Rannvá. Síðani trein Brandur á pallin. Hann var ósmæðin og smæddist ikki [...] stuðlar og onnur, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at útgávuni hjá Branduri. Og at ongin minni enn Pætur við Keldu varð valdur sum upphitari, gjørdi ikki annað enn at borga fyri góðsku. Og sum sagt [...] Jan Zachariassen og Eyðun Nolsøe eisini á pallin. Saman spældu teir løg millum annað eitt lag hjá Paul McCartney, Junk og eitt lag av fløguni, sum Norðoya Sparikassi gav út. Eyðun og Jan fóru síðani aftur