Fyri fyrstu ferð síðani á mikkjalsmessu í 2012 verður tað klokkan 15 í dag bríkslað fyri Effo-deildar fótbólti á Svangaskarði. Mótstøðuliðið er tað sama, sum vitjaði í síðsta heimadystinum undan niðurflytingini í fyrraárið. Ta ferðina vann EB/Streymur 1-0 við máli, sum Pætur Dam Jacobsen skoraði í fyrsta minuttinum eftir hvíldina.
Jógvan Martin Olsen, sum saman við Øssuri Hansen hevur ábyrgdina av B68 liðnum, veit, at mótstøðan verður stór, men harfyri ætla toftamenn sær stig:
-Við nýggjum liði og fleiri óroyndum monnum verður tað stór avbjóðing ímóti øllum. Tað er serliga á heimavølli, at vit hava møguleikan, og við góðum hugburði og móti ætla vit okkum at vinna øll trý stigini í dag, sigur B68 venjarin, sum ásannar, at í 1. hálvleiki í 1-0 tapinum á útivølli ímóti NSÍ var tað ikki gott:
-Vit vera betri til at raka hvønn annan í samanspælinum. Kanska var tað fjáltur á spælarunum, men tað mugu vit arbeiða av okkum. Um vit skulu spæla okkum til málmøguleikar, so er fyrsta treytin, at samanspælið riggar betri, enn tað gjørdi í fyrsta umfarinum.
Hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku í fyrsta umfarinum á heimavølli, tá ið úrslitið ímóti HB var 1-1, so vóru teir í EB/Streymi ikki so misnøgdir:
-Tað gekk ikki væl undan vindinum, men ímóti vindinum fleyt samanspælið betri, og hóast vit síðstu løtuna høvdu møguleikar at avgera okkum til fyrimunar, so var úrslitið á góðari leið, sigur veteranurin Gert Hansen.
Hjá B68 er Óli H. Olsen skaddur, og tað er ivasamt, um Evrard Blé verður førur fyri at spæla. Hann hevur ikki vant í vikuni. Fyri fyrstu ferð verður Kristian Joensen millum B68 stólparnar.
Hjá EB/Streymi eru Arnar Dam og Arnbjørn Hansen langtíðarskaddir.