Stigini telja

Italski landsliðsvenjarin tók á ongan hátt undir við, at lið hansara ikki spældi nóg væl móti lítlu Føroyum

Fótbóltur

 

Hóast italska pressan ikki var mjúk mótvegis heimsmeistarunum, so staðfesti venjarin, Roberto Donadaoni, at teir fingu tað sum teir komu á Tórsvøll eftir.

Tað, sum hevur týdning, eru stigini. Vit høvdu eisini møguleikar at skora okkurt málið afturat, men móti endanum gjørdist tað eitt sindur trupult. Men vit fingu stigini, segði Donadoni.

- Tað er trupult at spæla slíkar dystir, tí mótstøðan hevur alla tíðina nógv fólk aftan fyri bóltin. Samstundis er italska kappingin liðug, og tí eru spælararnir kanska ikki heilt 100% konsentreraðir.

Og hóast miðlarnir tóktist vera á einum máli um, at tað bert var einmansherinum Inzaghi at takka, at sigurin varð fingin til høldar, so vildi Donadoni als ikki gera viðmerkingar til hetta.

Italia spælir mikudagin á útivølli móti Litava, og tað er ein dystur, sum skal geva ein sigur, siga italska miðlarnir, samstundis sum teir vísa á, at hetta krevur nakað væl betri spæl, enn teir sýndu á Tórsvølli.