Debes Højgaard sum útvarpskvinna ikki gjørdist serliga drúgv - í hvussu so er ikki í fyrsta umfari. Manningin í Útvarpi Føroya eru øll limir í Starvsmannafelagnum, og vildi Helena ikki taka upp verkfallsrakt [...] Højgaard er 23 ár og úr Hoyvík. Hon hevur støddfrøðiliga studentsútbúgving úr Hoydølum frá 1996. Ynski hennara er at gerast tíðindakvinna, og tí valdi hon í september 1998 at fara á háskúlan í Kungälv, har hon [...] vera í starvsvenjing so leingi verkfallið varir. Helena Debes Højgaard er nú í starvsvenjing á Sosialinum. Hesum er hon ikki kedd av, hóast hon hevði ynskt at roynt seg sum útvarpskvinna. Hon sigur í staðin
útskrivað. Hann varð uppskrivaður til Ellisheimið í 1996, men har er eingin sum helst møguleiki at sleppa inn. Sama skilið er á Lágargarði og á Eldrasambýlinum í Hoyvík. Tað tekur hart uppá tey - Einasta tilboðið [...] alt landið, men ringast í høvuðsstaðnum. Uttan mun til, hvar tey ella avvarðandi teirra venda sær, er svarið tað sama: Her er einki pláss og bíðilistin er langur! Borgar Nybo í Havn hevur síðsta mánaðin [...] mánaðin roynt tað sum roynast kann fyri at finna ein útveg fyri nøkur eldri fólk í familjuni, ið eru komin soleiðis fyri, at tey ikki klára at búgva einsamøll. Og útlitini til, at hann finnur eina góða og virðiliga
lið. Soleiðis eigur tað at vera, tí hetta ber í sær góðan stemning í høllini, og spælið gerst undirhaldandi.Teir flestu hondbóltsdystirnir vera avgreiddir í besta ítróttaranda, og soleiðis var eisini henda [...] vestmannagentunum, ið skaraði famúr. Óivað besti leikari í síni deild. Hetta toldi hesin áskoðarin ivaleyst ikki, so tá hendan gentan einaferð fer í álop, rópar hann hart, so tað hoyrdist umalla høllinia [...] Hondbóltur er ein ítróttargrein, sum er sera áskoðaravinarlig, og hava nógv fólk vitjað hallirnar í vetur. Hetta er bert at gleðast um hjá øllum teimum, sum á ein ella annan hátt eru tengd at hondbóltinum
vikuna hvør í Akrabergi. Eitt skifti var Olaf Krossteig lærari í Norðadali og Saksun, til hann seinni gjørdist lærari á Økrum og í Lopra. ? Hóast fleiri ferðir varð søkt eftir lærara til skúlan í Sumba, vildi [...] saman, so leingi børn vóru í skúlanum. Seinni varð Nes lagt saman við Vági, greiðir Olaf Krossteig frá. ? Eg byrjaði sum lærari í Suðuroynni í 1931 og flutti norður til Havnar í 1975, men okkurt styttri [...] brúdleypum. Einaferð í grinda- drápi í Sandágerði Hóast Olaf Krossteig altíð hevur verið sera virkin, og hugurin fyri sjónum hevur verið stórur, so hevur hann bert einaferð verið í grindadrápi í Sandágerði. Hetta
Tað var eitt satt málgildi, tá ið H71 og VÍF spældu seinasta dystin í hesum kappingarárinum í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Ikki færri enn 69 mál blivu skotin, og av teimum fingu vestmenningar [...] mistu bóltarnar í álopinum førdi eisini við sær, at góðar umstøður vóru til skjótálop, og hetta dugdu serliga vestmenningar at gera sær dælt av. Skjótu vengurnir hjá teimum, Martin Hummeland í vinstru og John [...] John Zachariassen í høgru, vóru sum rakettir fram eftir vøllinum, og teir gjørdu eisini óvanligani nógv mál í mun til, hvat teir eru vanir við. Martin gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við ellivu
Magna Hentze í málinum og Óla Johannesen á aftasta manni. Teitur Rasmussen og Tórður Mortensen vóru vongverjar, og á miðvøllinum vóru Gullok, Jón Tórður Holm og Einar Petersen. Vagnur Nolsøe var í álopinum [...] sjálvum frá í fjør, men onkrar broytingar vóru, t.d. var Olgar Danielsen aftur við síðuna av Kurt Mørkøre í álopinum, og á miðvøllinum var Finn Baldvinsson saman við Rógva Jacobsen og Marek. Í verjuni vóru [...] frammanfyri Jan Andreassen, og í borðunum vóru Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni. John Hansen er framvegis skaddur. Fáir møguleikar Klaksvíkingar høvdu nógva vindin undan í 1. hálvleiki, og tá áttu teir
Augustinussen í høgru og Petur Óli Samuelsen í vinstru eru tveir ungir spælarar, sum fingu møguleikan, og so høvdu teir tvørámannin Tórður Holm afturat sær. Jón Pauli Olsen og Krzystof Popczynski vóru í álopinum [...] snittaði við nærra stólpa horna í høgru í handara málhornið, Jón Pauli Olsen sneiddi málverjan av eftir gjøgnumspælt álop, og Janus Kjærbo skoraði sítt fyrsta mál nakrantíð í 1. deild, men tað var vorðið [...] B68 og KÍ vóru í Suðuroy um vikuskiftið. KÍ kom aftur til Klaksvíkar við 2-1 sigri móti TB, meðan B68 kom aftur á Toftir við 5-1 tapi í viðførinum. Klaksvíkingar fóru suður við sluppini Jóhonnu leygardagin
dansur. Fyrst í juli verður landnámsskeið í Hoyvík. Skeiðið verður hildið í einari víkingatjaldlegu á náttúruvakra økinum hjá Føroya Fornminnissavni Heima á Garði. Royndir lærarar undirvísa í eldsmíði, bátasmíði [...] nú víðkað og broytt eitt sindur í mun til í fjør. Afturat innandura arbeiðinum við ull, træskurði o.ø. verður smiðjan klár at lata upp 1. juli í ár, og í samarbeiði við onnur áhugafeløg verður skipað fyri [...] Hvønn leygardag í summarmánaðunum verður opið fyri almenninginum. Í bóndahúsunum verður arbeitt við ull, træskurði, roði, virkan av bondum og øðrum. Framsýning er eisini í húsunum. Í smiðjuni verður arbeitt
fer at vera stuttligt at ganga til fótbóltsdyst í Klaksvík í ár. Og tá tað tørnaði soleiðs út, er ikki undarligt, at áskoðararnir og eisini spælararnir í Klaksvík spyrja seg sjálvar, hvat slag av fótbóltsári [...] árini, og teir hava bæði verið við í kappingini um FM og í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Avrikið sunnudagin boðaði avgjørt ikki frá, at KÍ fer at vera við í FM stríðnum. Kappingarárið er ungt [...] miðjuna, og vongspælið skal spælast í dýpdina ? tað vil siga, at í staðin fyri at spæla á menninar, so skal spælast soleiðis, at maðurin, sum fær bóltin, skal vera í ferð, tá hann verður spældur. Broytingar
seg sjálvan inn í álopið, og tað var onkra ferðina um reppið, at teir koma ígjøgnum í skjótálopum. Óli Johannesen og Eyðun Kjærbo í miðverjuni eru botnur í einum liði, sum fer at vera við í kappingini um [...] hevur sitið nógv á beinkinum. Hann kom inn í 2. hálvleiki og var við í nógvum framrættaðum í høgra borði, og tað var eisini har, at flestu álopini komu ígjøgnum í 1. hálvleiki, tá Bogi Petersen var ytstur [...] møguleikin ikki gjørdist størri, tá tað frættist, at vágbingar høvdu vunnið í Klaksvík. Men B68 hevur framvegis avgerðina í egnum hondum. Í annað kvøld kemur KÍ út á Svangaskarð, og nú verður tað stríðið nógv