Turið Kjølbro
Støðan hjá eldri fólki, ið ikki klára at búgva einsamøll, er vónleys kring alt landið, men ringast í høvuðsstaðnum. Uttan mun til, hvar tey ella avvarðandi teirra venda sær, er svarið tað sama: Her er einki pláss og bíðilistin er langur!
Borgar Nybo í Havn hevur síðsta mánaðin roynt tað sum roynast kann fyri at finna ein útveg fyri nøkur eldri fólk í familjuni, ið eru komin soleiðis fyri, at tey ikki klára at búgva einsamøll. Og útlitini til, at hann finnur eina góða og virðiliga loysn til fastrina og mammubeiggjan hjá konuni eru ógvuliga vánalig.
- Fastir mín hevur ligið á Landssjúkrahúsinum, men hon kann ikki verða útskrivað, tí eingin er at taka sær av henni og hon klárar seg ikki sjálv.
- Mammubeiggi konu mína gjørdist sjúkur, og lá eina viku á Landssjúkrahúsinum. Hann búði til leigu í eini íbúð, men varð uppsagdur, tí eigarin vildi ikki longur hava ein eldri mann sum leigara. Hann hevði tí ongastaðni at fara. Á Umlættingarheimið slapp hann ikki, tí har skulu fólk hava eitt heim at fara til, tá ið tey verða útskrivað. Hann varð uppskrivaður til Ellisheimið í 1996, men har er eingin sum helst møguleiki at sleppa inn. Sama skilið er á Lágargarði og á Eldrasambýlinum í Hoyvík.
Tað tekur hart uppá tey
- Einasta tilboðið, ið mammubeiggi konu mína hevur fingið, er at verða innlagdur á deild 5 á Statshospitalinum saman við sinnissjúkum. Hetta er einasti møguleikin, men tað er avgjørt ein sera vánalig og óvirðilig loysn at bjóða einum manni, sum er 71 ára gamal og hvørs einasti trupulleiki er, at hann ikki klárar seg likamliga.
- Tey gomlu og eldri verða alt ov lítið raðfest og tey eiga ongan góðan. Tá ið talan er um henda bólkin av Føroya fólki, eru eingir pengar at brúka, men tá ið tað snýr seg um íløgur sum nýggj løgtingshús ella nýtt vaktarskip er líkamikið, um talan um 50 ella 100 milliónir krónur.
- Fleiri sambýli áttu at verðið stovnað. Vit kunnu ikki bjóða gomlum fólki at skulu liggja millum vánaligar sjúklingar á Landssjúkrahúsinum. Tað tekur hart uppá tey og tey verða tunglynt. Fyri at fáa ein møguleika liggja tey og bíða til ein, sum er á ellis- ella røktarheimi doyr, og tað er ov galið.
Borgar Nybo hevur skilt á Landssjúkrahúsinum, at har eru nógv eldri fólk, ið liggja og kunnu ikki verða útskrivað, tí eingin er at taka sær av teimum. Hesum tíðindum kunnu vit ikki fáa váttað ella útgreinað, tí tað ber ikki til at fáa fatur á fólki á Landssjúkrahúsinum vegna verkfallið.
Myndatekstur: - Uttan mun til, hvar ein vendir sær, er svarið tað sama. Her er einki pláss, sigur Borgar Nybo, avvarðandi hjá eldri fólki, sum einki stað hava at fara, nú tey eru vorðin óhjálpin. Mynd: Álvur Haraldsen.