Klaksvíkingar fingu eitt orduligt varskó

VB, sum tey seinnu árini hevur staðið seg væl í Klaksvík, vísti, at tað skal roknast við teimum í ár

Tá klaksvíkingar seint seinnapartin fóru til hús vóru teir alt annað enn fegnir. Eitt var, at teirra lið hevði tapt móti einum góðum VB liði, og nakað annað var, at heimaliðið als ikki hevði givið ábendingar um, at tað fer at vera stuttligt at ganga til fótbóltsdyst í Klaksvík í ár.

Og tá tað tørnaði soleiðs út, er ikki undarligt, at áskoðararnir og eisini spælararnir í Klaksvík spyrja seg sjálvar, hvat slag av fótbóltsári tað er, sum stendur fyri framman. Á liðnum eru umleið teir somu, sum hava spælt tey síðstu fimm árini, og teir hava bæði verið við í kappingini um FM og í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.

Avrikið sunnudagin boðaði avgjørt ikki frá, at KÍ fer at vera við í FM stríðnum. Kappingarárið er ungt, og tað verður ikki fyrrenn um knappar tvær vikur, at fyrsta royndin verður í landskappingini ? á heimavølli móti B68 ? og tískil kann nógv framvegis broytast. Men tað, sum ger, at ávís órógv var á í Klaksvík, er, at tað sást millum lítið og einki til stóru spæligleðina og nógva hugflogið, sum hevur eyðkent KÍ spælið tey bæði seinastu árini.


Nýggja filosofi

KÍ hevur fingið nýggjan venjara, og á uppstillingini og spælinum sást, at hann hevur eina aðra fatan av, hvussu úrslitini skulu fáast, enn hana, sum venjarin tey seinnu árini hevur havt.

KÍ hevur undanfarin ár spælt 5-3-2 ella 3-5-2, men nú spæla teir 3-4-3. KÍ hevur trivist við at halda uppá bóltin og við at blanda skjótt uppspæl við at vísa nógv tol í uppspælinum, sum eisini hevur gingið fyri seg aftarlaga á vøllinum. Nú eru teir í miðverjuni verjuspælarar burturav, og tað tykist sum um tað skal ganga skjótt fram um miðjuna, og vongspælið skal spælast í dýpdina ? tað vil siga, at í staðin fyri at spæla á menninar, so skal spælast soleiðis, at maðurin, sum fær bóltin, skal vera í ferð, tá hann verður spældur.

Broytingar og umleggingar krevja nógv av spælarunum, og avrikið sunnudagin bar boð um, at enn hava klaksvíkingar ikki fingið tað at koyra eftir nýggju skipanini. Tað er ov langt millum spælararnar, og í álopsspælinum er Kurt Mørkøre ofta noyddur at fara í borðini at spæla eitt tvey, og so manglar hann inni undir málinum, tá vongspælararnir við hansara hjálp koma ígjøgnum og innleggini koma.

Hesa ferð kostaði tað øll stigini í steypadysti, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilast í landskappingini. Fótbóltsevnini eru har, tað ræður um at fáa tey til sín rætt.

Um tað ikki eydnast, so hava royndirnar víst, at tað kann fáa óhepnar avleiðingar, t.d. at spælararnir missa sjálvsálitið, læsast og harvið ikki tora at bjóða av ein móti einum. Og skuldi hetta hent, so er ikki væl vorðið.


Væl skipað

og evnaríkt

Men so skal undirstrikast, at klaksvíkingar sunnudagin taptu móti einum góðum fótbóltsliði, sum er væl mannað og sum hevur breiðari hóp, enn vágbingar kanska nakrantíð hava havt.

Útgangsstøðan bar boð um, at VB hevði verið nøgt við javnleik. Jón Pauli Olsen var einsamallur á toppinum, og so høvdu teir fimm spælarar á einum tøttum miðvølli frammanfyri eina flata verju.

Fyri VB hevur tað ikki minst týdning, at teir hava fleiri spælarar, sum megna og sum vístu seg at hava sjálvsálit til at taka søkina í egnar hendur.

Suðringar tykjast vera betri enn teir norðanfjørðs til at skjóta papageykin, tá tað snýr seg um útlendskar spælarar. Milan Culjic og Krzystof Popczynski eru góð dømir um hetta, og Jón Pauli Olsen er altíð góður.

Kanska hevði KÍ meiri trýst enn VB, men vágbingar, sum tey seinnu árini altíð hava verið boysnir at fingist við, tá teir hava vitjað í Klaksvík, høvdu meiri samanhangandi fotbóltsspæl og fluttu seg betri fyri hvørjum øðrum, enn teir á heimaliðnum gjørdu.


Málini

Tað var kiks í VB verjuni, tá Harley Bertholdsen legði heimaliðið framum. Eftir fríspark í vinstru og eitt sindur av aftur og fram legði Arnold Joensen tvørturum aftur, og vongspælarin var púra leysur.

Tá VB javnaði var ikki minni kiks í KÍ verjuni: Eftir innkast í høgru stakk Tórður Holm til Jón Pauli Olsen, sum saman við Milan Culjic var púra leysur mitt fyri. Jón Pauli var lítið sjálvsøkin, hann sneiddi málverjan av og trillaði til jugoslavan, sum takkaði fyri.

Heðin á Lakjuni legði KÍ framum aftur. Hann kapprann við verjuspælara eftir longum bólti, Bjarni Johansen leyp út úr málinum, vágbingarnir brustu saman, og Heðin skoraði úr spískum.

At Milan Culjic slapp at senda horna úr høgru og beinleiðis í málið eigur ikki at koma fyri á 1. deildarstøði!

So trýsti KÍ fyri at fáa øll stigini. Vágbingar bjargaðu á strikuni stútara frá Kurt Mørkøre, og eftir skotroyndir noyddist Bjarni Johansen fleiri ferðir at vísa sínar dygdir.

Krzystof, sum eina ferð hevði havt bóltin á tvørtrænum, skoraði sigursmálið. Í hornasparksstøðu hevði KÍ nógv fólk frammi, bara tveir menn vóru fyri, tá bólturin kom út frá, spælandi venjarin sneiddi teir av og lyfti uppum Gunnar á Steig, tá hann kom út. Tá vóru átta minuttir eftir, klaksvíkingar trýstu, men vágbingar megnaðu at verja leiðsluna.