Í løtuni er danski forsætisráðharrin í summarfrí, og tí ber ikki til at fáa upplýst, hvat forsætisráðharrin skal gera teir fýra dagarnar, hann vitjar í Føroyum.Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum [...] hendavegin. Hann nevndi samstundis, at hann fegin vildi vítja í Suðuroy og í Norðuroyggjum. Eg helt, at august mánaði var kanska vakrasta tíðin í Føroyum, og at hann átti at vitja tá, sigur Jóannes Eidesgaard [...] Rasmussen 26. juli, sum var seinasti arbeiðsdagur í Fólkatinginum, bjóðaði sær til morgunmat, har teir báðir tosaðu um ymisk felags mál. Nyrup Rasmussen spurdi meg, nær besta tíðin var at koma til Føroya
hevur saknur verið í einum serligum kórtiltaki, so at stór kórverk kunnu verða framførd í Føroyum. Eftirsum Summartónleikardagarnir í Norðurlandahúsinum vóru hildnir uppat seinast í áttatiárunum, man tað hava [...] ymsastaðni, var fíggingin skjótt í lagi. Men, ikki lesaranum at siga, so krevur eitt so mikið stórt og umfatandi tiltak sum Summartónar, at skil er í, og at alt er fyrireikað út í æsir ? og tað í góðari tíð [...] sløgum av tónleiki í Føroyum, og at menn kunnu arbeiða saman í sátt og semju, og ikki bara lúra eftir, nær tiltøkini hjá øðrum eru. Og leggja síni egnu tiltøk samstundis? Stockholm, í skergarðinum 7. juli
eftirspurningur eftir gulllaksafarsi í Føroyum. Føroyingar hava sannað, at fars av gulllaksi er framúr gott til frikadellur, og tí verður ikki sørt av farsi selt í Føroyum eisini. Nógvir stovnar nakrir handlar [...] alla tíðina at vita, nær bilurin kemur aftur, sigur stjórin Tavan selur 3,5 kilo av farsi fyri 100 krónur. Tey selja eini 40 tons av farsi í Føroyum. Níggju bátar á nýggjum leiðum Í løtuni eru tað seks [...] byrjaði í 1991 Síðani vertíðin byrjaði í apríl hevur Tavan tikið ímóti 4.000 tonsum av gulllaksi. Fyrsta gulllaksinum tók Tavan ímóti 19. apríl og vertíðin varar vanliga september mánaða út. Í fjør varð
tað var ikki ein góð tíð. Kanska var hon góð á tann hátt, at eg gjørdi nógv løg og hevði eitt heimastudio og fekk nógv burtur har. Í 1994 var var Terji í Svøríki í eitt hálvt ár. Ferðin var komin í lag [...] John spældi í tríggjar tímar út í eitt, tá hann var í Danmark herfyri, men tað er einki afturímóti í Føroyum. Eg havi spælt í fýra tímar og meira alt mítt lív. ? Eg kann eisini fáa ringan smakk í munnin, tá [...] og í tónleiki. Tá Terji kom aftur til landið var eldur í honum, og hann hevði hug at leggja til brots við tónleiki aftur. Moirae var byrjað at spæla tá, og fyri Terja var tað heppið, at sangarin í bólkinum
so long tíð. Tað byrjaði so smátt í 1989, tá ið ein orðabókaráðstevna var í Føroyum, sum æt Orðabók og telda, og farið varð í gongd í 1990. Orðabókagerðin er gjørd í neyvum samstarvi við Petur Zachariassen [...] bend í føllum, stendur eitt tal aftanfyri orðaflokkin, ið vísir til bendingaryvirlitið aftast í bókini, har tú sært, hvussu orðini verða bend. Tað er spildurnýtt í føroyskum orðabókum, sigur Jógvan í Lon [...] sigur Jógvan í Lon. Hvussu nógv báðar orðabókaútgávurnar fara at kosta vil Jógvan í Lon Jacobsen ikki avdúka fyrr enn á hátíðarløtuni, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi fríggjadag í sambandi við
til maskinir. Ikki orsakað av verkfallinum Handilsmaðurin sigur, at óskilið kom í tá verkfall var í Danmark í einar 14 dagar í apríl - mái mánað. Nú er so langt fráliðið síðani tá, at hann heldur ikki, at [...] handilsmaðurin. Farmurin økist støðugt Á Skipafelagnum verður sagt, at óskilið í farmaflutninginum í byrjanini stavaði frá verkfallinum í Danmark, men sum fráleið minkaði farmurin ikki, sum teir høvdu væntað. [...] sigur leiðarin fyri innflutninginum á Skipafelagnum. Í løtuni eru annars ætlanir um at seta eitt 3. skip inn í siglingina, men enn er ikki greitt, nær tað verður. Ætlanin er, at hetta skipið 14. hvønn
eru í topp og tað er eftirspurningurin eisini. Men tað er ein sannroynd, at umstøðurnar í Føroyum eisini eru broyttar. Búskaparráðið segði í árligu frágreiðing síni, at okkara kappingarførið var batnað [...] at tað var fiskasølan, sum fekk stovnsett hann. Tað var tað ikki. Men hóast Birgir ikki er stjóri á Fiskasøluni longur, so hevur hann metingar um framtíðina kortini og rúmd var eisini fyri teimum í røðuni [...] Kostnaðarstøði støðugt Í røðu síni kom Hans Jóhannes eisini inn á, uttanífrá komandi ávirkanina á okkara búskap. Alheims rentan er sera lág í løtuni og kostnaðarstøði í Føroyum hevur verið støðugt, serliga
eisini fegin hava meg í kórið í Den Jyske Opera í Århus, har tey framførdu Ringin eftir Wagner. Áh, Guð, sum tað var frálíkt at standa har miðskeiðis í øllum og síggja og hoyra so nær hjá, hvussu ein so [...] basso profundo. ? Í maj í fjør var mær greitt, at eg mátti velja. Fast starv í kongaliga kórinum, ella tora at royna lopið sum solosangari. ? Eg leyp, tí møguleiki var fyri, at eg í Finnlandi kundi fáa [...] Nationalbankans. Og ikki at tala um stuðulin úr Føroyum, ið er minni í krónum og oyrum, men tað hitar hjartarøturnar, at fólk heima í Føroyum tora at seta pening í: Mentunargrunnur Føroya Løgtings, Vágs Býráð
Føroyar. Seinast Magni á Lakjuni spældi í Føroyum, var tá hann fram móti kappingarenda í fjør kom heim at hjálpa fuglfirðingum. T.d. spældi hann við í Runavík ímóti NSÍ í 16. umfari. ÍF vann 4-2, og Magni skoraði [...] Magna á Lakjuni, tá hann seinni í summar flytir heim til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í fleiri ár. Magni á Lakjuni hevur tikið lut í venjingarleguni, sum HB hevur havt í Brøndby uttanfyri Keypmannahavn [...] Gunnar Mohr, formaður í HB, váttar, at ætlanin er heilt skjótt at skriva sáttmála við Magna. Men tað er eisini greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki at spæla við HB í Europa Cup í summar. Gunnar Mohr dugir
dekninginum. HERFYRI viðgjørdu vit í oddagrein støðuna í Ísrael, og niðurstøða okkara var tann, at høgravenda stjórnin í Ísrael, setir ikki bert kílar í friðargongdina í økinum - hon beinleiðis leggur upp [...] vil, men í okkara hugaheimi og í hugaheiminum hjá mongum øðrum, og sum gongur fram í greinunum, ið vit hava prentað á síðu tvey í dag, so er tað ein sannroynd, at tað eru júst høgraflokkarnir í Ísrael, [...] lurta eftir útvarpinum og annars fylgja við í tí, sum fyriferst úti í heimi í hesum døgum, hava helst lagt til merkis, at tað fer ikki dagur, uttan at støðan í Ísrael verður viðgjørd.Hóast vit her á blaðnum