úr Vestmanna var sunnudagin í høllini á Hálsi og vitjaði H71. VÍF var stórfavorittur undan dystinum, við tað at teir í ár hava verið klárt besta liðið í 1. deild hjá monnum í ár. Harafturímóti hevur H71 [...] tíðliga í seinna hálvleiki framvið í álop, og hann hevði ein og tveir góðar møguleikar at skora. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti VÍF ferðina upp, og teir tóku aftur eina trygga leiðslu í dystinum [...] trý stig at hava í viðførinum við aftur til Vestmanna. Mistøk og lítil konsentratión Hoyvíkingar vístu gott hondbóltsspæl í byrjanini av seinna hálvleiki, og teir megnaðu at koma innaftur í dystin. Eftir
tøkur vegna arbeiðsørindi. Maður kemur í mans stað, og í hesum førum varð Daniel Rápa settur at røkja sessin, so hóast tað sjálvandi var saknur í Áka, so vigaði Rápa í stóran mun upp ímóti hesum. Enn er rumenin [...] sjónligan í hesum partinum av spælinum, so setir hetta eisini størri krøv til restina av verjuni, sum í størri mun verður noydd at skjóta seg, til tess at verja fyri teimum holum, sum kunnu íkoma. Í álopsspælinum [...] kanska ikki heilt so væl, sum vit hava sæð teir fyrr í ár, og kanska serliga í steypafinaluni. Hinvegin skal tað á ongan hátt takast frá teimum, at teir í hesum partinum spældu avbera skilagott. Tað var sera
sokallaða down-periodu, har úrslitini als ikki vóru eftir vild. Hetta viðførdi, at Kyndil brádliga var í so nær í stríðnum um heiðursmerkini, men sigurin á VÍF mikudagin tóktist tó at hava givið strandingum ein [...] korterið ella so eydnaðist tó heimaliðnum at fáa nøkur mál á rað, soleiðis at teir vunnu seg framum. Í seinna hálvleiki tóktust strandingar eina mest at hugsa um, at halda fast um leiðsluna, og uttan stórvegis [...] eg vóni, at allir eru púra klárir til dystin móti Kyndli, sigur Leivur Justinussen at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Alexandur Johansen 9, Artur Johansen 9(5), Marius Joensen 6, Jón Rasmussen
nógv fyri í teirra stremban eftir at gerast næstbestir í føroysku landskappingini, men tað eydnaðist ikki á hesum sinni. Ein av fortreytunum fyri at vinna á VÍF er, at Ingi Olsen verður hildin í føstum teymum [...] málið, tá hann við langskoti legði bóltin framvið Peturi Magnusson í Kyndlamálinum. Fylgdust Liðini bæði fylgdust í málskjótingini í fyrra hálvleiki. At byrja við var Kyndil við yvirlutan, men sum hálvleikurin [...] Hondbóltur Stefan í Skorini Hóast meistaraheitið fyri langari tíð síðani er farið til Vestmanna, so varð lagt upp til ein spennandi dyst millum Kyndil og VÍF. Hetta er klassikarin í føroyskum hondbólti
so sýndu teir í longum løtum av hálvleikinum, hví teir í ár hava verið nærum einaráðandi í bestu mansdeidlini. Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt frameftir. Ikki minst tóktist Johnny Joensen at vera [...] støðugt. Tá komið varð í helvt, vóru longu níggju mál á muni, í seinna hálvleiki tóktist tað ongan tíð vera soleiðis, at StÍF á nakran hátt skuldi fara at minka um munin. Heldur tóktist tað í løtum, sum um v [...] . Ikki tómhentir Tá alt kom til alt, so hevði VÍF sostatt prógvað, at teir í løtuni eru so nógv tað besta liðið í landinum. Í hesum dystinum tóktust teir at hava tamarhald á snøgt sagt øllum plássum. Hetta
Sverii Justinussen 6, Arnfinn Langgaard 6, Ragnar Olsen 4, Dánjal Kjærbo 3, Svein í Heiðunum 2, Tummas Magnussen 1, Johnny Lamhauge 1, Arngrím Arngrímsson 1 KÍF: Petur Martin Poulsen 8, Regin Petersen 8 [...] Arnleyg Haraldsen 2, Sólja Nielsen 2, Elspa Egilstoft 1, Jóna Gudmundsen 1, Hertha Simonsen 1, Jóhanna í Horni 1 Tjaldur: Milica Ergic 3(1), Beinta Joensen 2(1), Mona Langgaard 2, Kristina Ellingsgaard 1
1800 tons. Christian í Grótinum var júst byrjaður túr, Krúnborg var á veg í íslendskan sjógv, Næraberg lá á leiðini og Jupiter og Jón Sigurdsson vóru á veg á Fuglafjørð at landa. Í fjør kláraðu føroyingar [...] upp í ES sjógvi, tá vantaðu 1500 tons. Nótaskipini eru vorðin fleiri og Næraberg er eisini komin afturat. Í seinastu viku bóru íslendingar við svartkjaft í íslendskum sjógvi og skip leita eisini í altjóða [...] stan sendi klokkan 11 í gjáramorgunin boð til øll svartkjaftaskipini, sum royna í ES sjógvi vestanfyri Írland, at tey skuldu hála, tí nú var kvotan upp á 62.000 tons uppfiskað. Í tveir mánaðar hava føroysku
eitt systurskip til Christian í Grótinum. Tað roynir eisini í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti, men virkar ikki fiskin umborð. Teir hava landað í Íslandi. Onkran túrin í fjør landaðu teir eisini hjá Havsbrún [...] komin í føroyskan sjógv og fleiri bátar liggja og bíða eftir landingartørni á øðrum túrinum. Krúnborg lá á Havnini í gjár fullfermdur av svartkjafti. Hon verður landað leygarkvøldið. Christian í Grótinum [...] er komin í føroyskan sjógv er útliðið og kvotan er farin at minka. Vakthavandi roknar við, at norðmenn veðra sendir til hús einaferð miðskeiðis í mai. Føroyingar eru ikki undir kvotuskipan í føroyskum
Sunnudagsskúlin verður kl. 14. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Johnny Johannesen. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn. Í morgin kl. 11 morgunmøti við Tummas Jacobsen [...] úr Taizé) í bønarrúminum hjá Franciskanasystrunum, Varðagøta 16. Øll eru vælkomin. Leygardagin kl. 11.30 Orðsinstænasta við kommunión í Kerit. Sunnudagin kl. 11 Orðsinstænasta v/kommunión í Kerit. Sun [...] Heimamissiónin hevur útimøti komandi sunnudag kl. 17.00 í Haldarsvík og kl. 19.00 í Tjørnuvík við sangbólkinum Gittit o.ø. Filadelfia, Sundalagið Í annaðkvøld kl. 18 kvøldmøti við Sam Jacobsen. Mikudagin
ivist í, um nakar, sum elskaði teg, dugdi at ímynda sær, at tú fórt framvegis at skriva tónleik í 21. øld. Fyri fjøruti árum síðani, í 1961, var tú tjúgu og í ferð við at gera tína fyrstu plátu. Í tónl [...] kongin John Lee Hooker í 1961. Onkursvegna hevur Bob Dylan altíð verið ein bastardur. Dylan var fólkatónleikara poeturin, sum miðskeiðis í 60?unum fór at spæla elektriskt og loypti øði í øll tey frelstu, ið [...] var saman við Bob Dylan, at The Beatles á fyrsta sinni royktu hash aftur í 60?unum. Í 80?unum gjørdist Dylan trúgvandi, og fyrr í ár vann Bob Dylan so sín fyrsta Oscar fyri lagið ?Things Have Changed?.