Svartkjaftarok undir Føroyum

Svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv og fleiri bátar liggja og bíða eftir landingartørni á øðrum túrinum. Krúnborg lá á Havnini í gjár fullfermdur av svartkjafti. Hon verður landað leygarkvøldið. Christian í Grótinum varð landaður í gjár.

 

Svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv og fleiri bátar liggja og bíða eftir landingartørni á øðrum túrinum. Krúnborg lá á Havnini í gjár fullfermdur av svartkjafti. Hon verður landað leygarkvøldið. Christian í Grótinum varð landaður í gjár.

- Svartkjafturin hevur tikið seg upp á eini leið beint innanfyri føroyska fiskimarkið í ein útsynning úr Munkinum. Á leiðini royna umframt teir føroysku, átta russar, ein norðmaður og ein dani. Ongin íslendskur bátur er í føroyskum sjógvi, sigur vakthavandi á Vaktar og Bjargingartænastuni.

Svartkjafturin stendur tættur. Teir stóru bátarnir, sum taka yvir 2000 tons royna ikki meir enn tvey samdøgur, so eru teir fulllastaðir. Nú svartkjafurin er komin í føroyskan sjógv er útliðið og kvotan er farin at minka. Vakthavandi roknar við, at norðmenn veðra sendir til hús einaferð miðskeiðis í mai. Føroyingar eru ikki undir kvotuskipan í føroyskum sjógvi og kunnu royna nakað longri. Tað gjørdu teir eisini í fjør. Tað er TAC ella mest loyvda veiða ásett fyri svartkjast.

Norðborg er á veg til Eskifjørðin í Íslandi at selja. Tróndur í Gøtu er á veg heim við fullari last. Jón Sigursson er á triðja túrinum í Leirvíkini í Hetlandi og landar. Móttøkumøguleikarnir eru ikki so góðir í Hetlandi, at tað loysir seg hjá teim størru nótabátunum at landa har. Jón Sigurdsson er ein at teim minni nótabátunum, hann tekur 800 tons.

Russar eiga eitt systurskip til Christian í Grótinum. Tað roynir eisini í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti, men virkar ikki fiskin umborð. Teir hava landað í Íslandi. Onkran túrin í fjør landaðu teir eisini hjá Havsbrún.

Næraberg liggur úti og virkar umborð saman við sjey russiskum trolarum.