Grein úr Sosialinum 13. juni 2025:
Tað merkir, at fólk sum higartil hava fingið stuðul til avlamisbil, nú hava mist hendan rættin. Sparingin hjá landskassanum er millum eina og hálvaaðru millión krónur um árið.
Tað var í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2024, at landsstýrið gjørdi av, at útreiðsluvøksturin skal tálmast. Ein partur av hesum sparitiltøkum, sum landsstýrið hevði valt út, var at herða treytirnar fyri at fáa stuðul til bilar til fólk, sum hava virkistarn. (Tað sum vit vanliga kalla »avlamisbilar«, red.)
Soleiðis skrivar Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum sum grundgeving fyri lógarbroytingini, sum tekur rættin til stuðul til avlamisbil frá fólki, sum hava virkistarn, men sum sjálvi kunnu koyra ein rímuliga vanligan bil.
Sirið Stenberg sigur eisini, at talan er um eina »tillaging av skipanini til nútíðarsamfelagið«.
Og tað forklárar hon soleiðis:
»Ein persónbilur er í dag mettur at vera ein vanligur brúkslutur, sum flest øll fólk hava ella hava møguleika at ogna sær, og tí verður frameftir bert veittur stuðul til møguligan serligan útbúnað umframt stuðul til kassabilar«.
Víðari verður róð fram undir í uppskotinum hjá Sirið Stenberg, at fólk, sum hava virkistarn, gera sær dælt av skipanini:
»Ein persónur, sum eigur bil, og fær staðfest eina varandi sjúku ella virkistarn, ið skerjir hansara møguleikar at flyta seg, kann sambært galdandi reglum selja sín bil, fyri síðani at fáa stuðul at keypa nýggjan bil. Tað er sambært Almannaverkinum ikki óvanligt, at hetta kemur fyri.«
Víðari stendur í viðmerkingum til uppskotið, at tey, sum hava serligar umstøður og tí hava tørv á aðrari loysn enn einum vanligum bili, kunnu fáa stuðul til dýrari bil. Í hesum førum verður stuðul veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán til kostnaðin av tí partinum, sum fer upp um 219.555 kr.
Tað kemur fyri, at persónar fáa stuðul til dýrari bil, tí tað í nøkrum førum kann vera trupult at finna bilar, ið eru bíligari enn 219.555 kr.
Harumframt eru nógv, sum fáa stuðul til sokallaðan kassabil. Tað eru koyristólsbrúkarar og familjur við børnum við fjølbreki.
Tað eru vanliga umleið 35 umsóknir um árið um stuðul til bil, harav gott triðingurin er um stuðul til vanligan bil.
Tað eru umleið 60 prosent av umsøkjarunum, sum fáa játtað stuðul til bil. Tá umsøkjari ikki fær stuðul játtaðan, er tað lutvíst orsakað av, at umsøkjari ikki lýkur treytirnar, og lutvíst tí, at umsøkjari tekur umsóknina aftur.
Endamálið er sparing
Tað stendur púra greitt í viðmerkingum til uppskotið, at orsøkin til at hesi rættindi verða tikin frá rørslutarnaðum fólkum er sparing.
– Endamálið við uppskotinum er at tálma útreiðsluvøkstri landskassans. Heldur enn at veita stuðul til bil, kann frameftir verða veittur stuðul til serligan útbúnað, sum er neyðugur fyri, at fólk við virkistarni kunnu koyra ein bil. Tey, sum hava serligar umstøður og tí hava tørv á kassabili, fara framhaldandi at fáa stuðul, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Samgongan fyri andstøðan ímóti
Lógaruppskotið varð samtykt 13. desember í 2023 og kom í gildi 1. januar í 2024.Tað vóru tingfólkini úr samgonguni, sum atkvøddu fyri, meðan andstøðan atkvøddi ímóti.
Stuðulin til hesi fólk, sum eru rørslutarnað, men sum kortini kunnu koyra ein vanligan bil uttan umbygging, hevur verið latin sum eitt rentufrítt lán upp í slakar 220.000 krónur, og alt eftir inntøkugrundarlagnum hevur upp til helvtin av stuðulsupphæddini verið niðurskrivað.
Tað er hetta, sum nú er tikið burtur, og tað undrar fleiri fólk, sum hava havt stórt gagn av skipanini.
---
Landsstýrisfólk fáa eisini nógvan stuðul
Nógvar stuðulsskipanir tyngja raksturin hjá landskassanum
Tað eru nógvar ymsar stuðulsskipanir, sum tyngja raksturin hjá landskassanum – ikki bara avlamisbilar til fólk við rørslutarni.
Tá Sirið Stenberg valdi fólk við virkistarni út fyri at gera sparingar á fíggjarlógini, so kundi hon funnið somu upphædd við at valt eitt sindur øðrvísi.
Fólk við rørslutarni hava ikki valt tað sjálvi. Tað kann vera sjúka, viðføtt ella vera av skaða.
Tí hava Løgting og landsstýri áður valt at geva fólki stuðul til bil sum eitt hjálpartól.
Men taka vit nú til dømis landsstýrið. So rindar landsstýrið landsstýrisfólki, sum býr á bygd, til dømis í Suðuroy, 10.000 krónur um mánaðin, so tey kunnu leiga sær okkurt at búgva í í Havn, tí tey mugu vera í Havn, tá tey eru til arbeiðis í landsstýrinum – sjálvt um tey hava valt at búgva á bygd. Ein onnur kona úr Suðuroy, sum ikki er politikari, men arbeiðir í Havn, hon fær ikki eina krónu at leiga sær býli í Havn. Tað kostar landinum 120.000 krónur um árið.
Eitt landsstýrisfólk úr Suðuroy fær eisini flutningskostnað við egnum bili við Smyrli 200 ferðir aftur og fram árliga. Tað eru kostar landinum 91.600 krónur um árið.
Nógvir mátar eru at spara – og onkur má taka dagar í millum skilabestu loysnirnar.