Svartkjaftakovtan í ES sjógvi uppfiskað

Vaktar og Bjargingartænastan sendi klokkan 11 í gjáramorgunin boð til øll svartkjaftaskipini, sum royna í ES sjógvi vestanfyri Írland, at tey skuldu hála, tí nú var kvotan upp á 62.000 tons uppfiskað. Í tveir mánaðar hava føroysku svarkjaftatrolararnir havt góðan fiskiskap vestanfyri Írland.

-Svartkjafturin er ikki enn komin í føroyskan sjógv, men tað er um reppið og russiski trolararnir eru klárir at fara til fiskiskap í føroyskum sjógvi. Teir ætla at byrja í komandi viku, sigur Jóhan Simomsen á Vaktar og Bjargingartænastuni.

Nú boðini komi til føroysku svartkjaftaskipini hevði Norðborg fingið 1800 tons. Christian í Grótinum var júst byrjaður túr, Krúnborg var á veg í íslendskan sjógv, Næraberg lá á leiðini og Jupiter og Jón Sigurdsson vóru á veg á Fuglafjørð at landa.

Í fjør kláraðu føroyingar akkurát ikki at fiska svartkvotuna upp í ES sjógvi, tá vantaðu 1500 tons. Nótaskipini eru vorðin fleiri og Næraberg er eisini komin afturat.

Í seinastu viku bóru íslendingar við svartkjaft í íslendskum sjógvi og skip leita eisini í altjóða sjógvi eftir svartkjafti.

Næraberg hevur fingið sín part av kvotuni í ES sjógvi. Hann hevur havt góðan fiskiskap seinastu tíðina