1. deild menn: VB-Sumba 1-2 (0-1) Armarnir vóru á lofti, og smílini breið og sannførandi, tá Sumba yvirlivdi í 1. deild ? fyribils... Sumbingar høvdu ryggin móti múrinum áðrenn seinasta dystin í lands [...] hálvleikssteðgin, og Jan Poulsen kom á vøllin fyri Nikola Biberdzic stutt fyri leiklok. Jan spældi Birgir leysan í brotsteiginum, hann gjørdi eitt trekk og spældi so upp á tvørs til Bibi, sum tamdi og sendi [...] teimum øll trý stigini. Og tá var frøðin stór. Spælararnir hálsfevndust, og áskoðararnir úr Sumba vóru á gosi. Tað snúði seg um at yvirliva, og tað stríðið vann Sumba í evstu løtu. Málið, sum hevði við sær
ágóðin av meistaraskapinum verður so stórur, sum tað ber til. ? Vit síggja í sjónvarpinum og hoyra á annan hátt, hvussu stóran týdning tey aðra staðni leggja í, at tað gongur væl í fótbóltinum, og hetta [...] tað verður farið undir nýggja fótbóltsárið. Klaksvíkingar hava verið noyddir at staðið undir opnum lofti og hugt at fótbólti, síðani gamla skýlið fórst í einum ódnarveðri fyri umleið tíggju árum síðani.
"Lív heldur á" eftir Karsten Hoydal, ið er um drongin Páll, sum býr í kjallaranum á bróstsjúkrahúsinum. - Stuttsøgan "Eitt summarkvøld við Rock All" í "Leikapettinum" og yrkingin "Ganga nú á meg minnini" [...] Gunnar ivast ikki í, at tað var tí, at so nógv lá afturat tíðini á bróstsjúkrahúsinum. - Pína, sorg, og ein ófrættadámur, sum hevur sett spor á fleiri ættarlið í Føroyum, hevur gjørt, at eingin hevur hættað [...] hevur funnið upp á persónar og hendingar. - Onkrar persónar havi eg hoyrt um, men ikki kent. Eg brúki navnið Páll, sum pápi sjálvur hevur brúkt í stuttsøgunum, hann hevur skrivað grundað á barnaárini. Og
samband við miðøldina og væl longur aftur við. Úti á oynni Stapa gongur Ungi-Dunaldur grýla á hvørjum ári. Tað er ein tung lagna, sum tykist at hava ligið á monnunum í slektini í øldir, og lønin er ymiskt [...] konan og Ankersen plágaða hann so við teirra evindaliga syndatosi. Í illveðri fer ein kroysa úti á Tonglatanga á flog. Tvær vinkonur, báðar eita Anna, men eru annars so ymiskar sum dagur og nátt, gerast heimleysar [...] sum í flestu førum dúvar upp á ta einstøku hendingina. Og eitt aftrat: spurningarnir, sum søgan setur fram, eru etiskir og átrúnaðarligir, sum eisini persónnøvnini benda á. At taka við lagnuni "Belsmanden"
tvær føroyskar umsetingar at hoyra á fløguni, men hóast tað hoyrist, at Birgir Kruse hevur gjørt sær ómak við hesum umsetingunum, so kemur »eina í nátt« ikki upp á liðina á frumlagnum ?I?m so lonesome I could [...] fært sungið við Texas dialekt á føroyskum. Country eigur og skal eftir mínum tykki syngjast á ameriku-enskum, við einum ordiligum bónda-accentið, so er tað sagt. At spæla á ljóðførini aftan fyri sangin [...] fostrað. Óoriginalt og tó Tá fólk geva út fløgur, við løgum hjá øðrum tónleikafólki, verður ofta havt á lofti, hvussu óorigianlt hetta er. Hetta var eisini fyrsta hugsan mín, tá eg fekk fløguna hjá Ragnari í
an Javnaðarflokk - takk, við samráðingarborið, so er tann breiða semjan sum so mangan varð havd á lofti undir orðaskiftinum um Hvítubók ikki langt burtur. Áki Andreasen [...] undan at gera sína støðu upp, og veruliga viðurkenna at felagsáhugamálini millum politikk samgongurnar á ríkisrættarliga økinum, og tí sum Javnaðarflokkurin sigur seg kunna ganga við til, samanumtikið ikki [...] tí sum teir higartil hava sagt seg vilja, men hava torført at fremja í verkið. Undir orðaskiftinum á Tingi, kom eisini fram at landsstýrið vildi geva Javnaðarflokkinum ein møguleika, og seta serfrøðingar
tlanin á gólvið. Eftir tað hevur leiðslan á Atlantic Radio so avgjørt, at fara til Loftmiðlanevndina og geva teimum sendiloyvi aftur, og samstundis boða frá,, at Atlantic Radio gevst at senda á midnátt [...] september mánaði var hálvrunnin var tolið endaliga uppið. Lønin skuldi á borðið og kom hon ikki tað, so góvust tey at starvast á støðini 1. oktober. Løn kom eingin og tí gjørdu starvsfólkini álvara av [...] døma er einasta aktivið hjá støðini. Tað gekk harðliga fyri seg, og tað eina kvøldi vóru nevarnir á lofti. Løgreglan koyrdi í pendulfarti millum Jónas Broncksgøtu og Hoyvíksvegin, men líka so brádliga sum
fullkomiliga burturi í Ribolt lækna. Ribolt, hvørs kona og dóttir á sumri skulu koma úr Danmark, er fólkavinur og góðvarin. Hann skeldar inn á embætismenninar, at teir ikki gera nokk at basa drykkiskapinum [...] fortelur, at slaturin gongur um hann og Atalantu, slær hann alt upp í glens, men á nátt ger Atalanta vart við seg í huganum á honum. Næsta morgun fær hann sær kalt brúsibað. Ribolt er modernaður, lesur bløð [...] eyðkendir fyri skrivingina hjá Williami Heinesen. Inngangurin til fyrsta stubban hevur mangan verið á lofti: »Som jeg så ofte tidligere har hævdet, måske dog ikke ofte og overbevisende nok, idet der stadig
í uttanlandsnevndini skal standa á odda fyri slíkum samráðingum. Og vónandi veit løgmaður, at semjan kemur ikki av sær sjálvum. Hon kemur ikki dalandi úr leysum lofti. Men hon kann skapast við politiskari [...] Løgmaður situr í hesum døgum á einum øðrum áarbakka, og míni ráð til hansara skulu verða, at hann sum Cæsar, uttan annars at gera samanberingar, eisini hugsar seg væl um, áðrenn hann tveitir terningin [...] vegin hvat vit føroyingar kunnu semjast um? Kunnu vit finna eina semju, sum eisini kann vinna undirtøku á einari fólkaatkvøðu? Møguleikin er søguligur, og tað kann ikki fyrigevast okkum politikkarum, at vit
gestatalarar. Hetta er tó ikki siður hjá Brøðrasamkomuni. Svenning av Lofti vísir á, at Brøðrasamkoman er ein leikmannarørsla. Hon er bygd á, at tann einstaki tekur lut. -Man kann siga, at sjálvt um Brøðrasamkoman [...] varð farið niðan í Høllina á Hálsi, sum eisini verður karmur um stóru stevnuna í dag og sunnudagin. Har pláss er fyri millum 1500 og 2000 fólkum. Í dag byrjar stevnan í Høllini á Hálsi klokkan 15 og heldur [...] taka lut í hesum arbeiði leggur Svenning av Lofti aftrat. Uppá fyrispurning um stevnan hesaferð tekur upp eitt serstakt evni ella tema sigur Svenning av Lofti, at tað gera tey tíanverri ikki. -Mær hevði