Ynski: Ein sjálvstøðugan Javnaðarflokk - takk

Aðalorðaskiftið um Hvítubók á Føroya Løgtingi er farið afturum, og eftir standa allir setningarnir, sum flugu um oyrini á okkum føroyingum; mangt bleiv sagt, vent og dreygað - og endurtøkurnar vóru eins nógvar.

Eitt, sum vit serliga hava bitið merki í, er, hvussu Føroya Javnaðarflokkur fyrst sigur seg vilja samstarva við samgonguna, og er opin fyri einari »útstrektari hond« um ríkisrættarligu støðu Føroya, men í sama andadrátti setir hann treytir við, hvussu hetta samstarv skal fara fram, karmurin verður settur - »ein og hvør loysn skal verða innan fyri ríkisfelagsskapin«! Hvør snakkaði um øvugtan samráðingartaktikk?? Hvussu hevði tað verið um Javnaðarflokkurin setti seg niður saman við samgonguni, og greinaði út hvat man er samdur um, hvørji eru felags áhugamálini?? Hvar liggja ósemjurnar - og útfrá hesum finna útav um eitt samstarv kann halda fram.

Men tað fyrikemur mær sum um at Javnaðarflokkurin vil leggja linjurnar beinanvegin, og soleiðis helst sleppa undan at gera sína støðu upp, og veruliga viðurkenna at felagsáhugamálini millum politikk samgongurnar á ríkisrættarliga økinum, og tí sum Javnaðarflokkurin sigur seg kunna ganga við til, samanumtikið ikki er so stórur, so kann Jóannes Eidesgaard royna at mótprógvað hesum, men so má hann og Javnaðarflokkurin byrja við at sleppa nógvum av tí sum teir higartil hava sagt seg vilja, men hava torført at fremja í verkið.

Undir orðaskiftinum á Tingi, kom eisini fram at landsstýrið vildi geva Javnaðarflokkinum ein møguleika, og seta serfrøðingar at kanna um »mótspæl« Javnaðarfloksins kann setast í verk, men tá komu javnaðarmenn ein fyri og annar eftir og settu spurningar, var ov seint - spældu fornermaðir.

Hevði eg verið ein av teimum skuldi eg tikið av uppá standandi fót - um teir veruliga meina nakað við sín »sjálvstýrispolitikk«.

Um tað er hetta sum skal til fyri at seta á skurðin, fyri at skera svullin, sum kallast ríkisveiting og heimastýrið burtur, so lat tað verða eina byrjan.

Men lunkaður sum altíð vil, Javnaðarflokkurin tøva, draga út - fornermisligir vísa á »jamen tit søgdu«.. og »nú er for seint..« -hvat við samfelagnum og tí politikki sum tað so harðliga hevur brúk fyri???

Svarið liggur møguliga í tí tvískinnaða trupulleikanum sum Javnaðarflokkurin hevur. Flokkurin hevur ein veljaraskarða, har ein partur av hesum als ikki tekur undir við ríkisfelagsskapinum.

Síðan eru tað tey, sum eru heimastýrisveljarar, sum velja Javnaðarflokkin. Fyri at tekkjast báðum pørtum, mátti flokkurin finna eina kós sum liggur ímillum, sum bæði kann vísa á sjálvstýristankar. Og samtíðis hava ein politikk sum sýnir trúskap mótvegis heimastýrinum - tí oddamenn og kvinnur í Javnaðarflokkinum hava gjøgnum tíðina verið garantar fyri Heimastýrislógini, og tað hevði neppa verið heppið at komi við einum politikki sum stílaði út úr ríkisfelagsskapinum. So er eitt at gera, nevniliga at laga flokspolitikkin eftir hesum - gerandispolitikkurin skal trýstast niður í henda formin - kosta hatta kosta vil, úrslitið: Eitt lunkað politiskt mótspæl á ríkisrættarliga økinum, har »skal« ella »skal ikki«, í alt ov stóran mun hevur merkt Javnaðarflokkin - eisini í aðalorðaskiftinum.

Síðan er tað hetta løgna sum er farið fram seinastu 2 árini. At tað nú skal verða so týdningarmikið hjá donskum politikarum at koma til Føroya - okkurt bleiv kalla »arbeiðsferð«, okkurt annað fyri »kunningarferð«.

Aftur her hevur Javnaðarflokkurin verið vertur fyri teimum flestu, og hvørja einastu ferð hava vit borgarar staðið eftir við einum løgnum smakki í munnum, og sett spurningin: Hví skulu danskir politikarar koma til Føroya fyri at standa á einum landsfundi fyri, og øðrum eftir, og trúttað niður í føroyingar, hvørjar avleiðngar verða um vit fara út úr ríkisfelagsskapinum, og hvat vit vinna við at verða verðandi?? Og í sama viðfangi vaska sínar hendur - sum ein annar gjørdi á sinni, og kunngera, at hetta er nakað sum føroyingar sjálvir avgera.

Tú kanst kalla tað hvat tú vilt, men eitt skerst ikki burtur - at tað er ilt at koma til nakra aðra niðurstøðu enn, at allar vitjanirnar hava havt ein felagsnevnara - nevniliga at fremja so stóra ávirkan sum møguligt á vanliga føroyingin, langt áðrenn nakrar samráðingar yvirhøvur eru byrjaðar, og nakað ítøkiligt er at fara til fólkaatkvøðu um.

Hatta er at blanda seg uppí føroysk viðurskifti, og als einki við tað at gera sum vanliga verður ført fram, nevniliga at tað er uppá sítt pláss at kunna føroyingar um eitt og annað, hevði tað verið vanligt, at henda vælsignaða kunningin var gjøgnumgangandi viðvíkjandi øllum viðurskiftum, men tað vita vit øll, at so er ikki.

At Sambandsflokkurin vil hava danskar politikarar hendavegin, fyri at siga okkum hvussu vit skulu liva og láta er einki nýtt, tað er teirra tilverugrundarlag.

Toppurin bleiv náddur tá sjálvur Statsministarin, á røðaraspallinum í Fólkatinginum, í setanarrøðu síni gjørdi klárt, hvørja støðu danska stjórnin hevði í ríkisspurninginum millum Føroyar og Danmark - eisini áðrenn nakrar samráðingar eru komnar í gongd. Men tað sum kom fram undir hesi røðu Nyrups, var tað sum ikki kundi fjalast longur, nevniliga ein váttan frá danska Javnaðarflokkinum - umboðandi donsku stjórnina, til andstøðuna í Føroyum, um at ein loysn burdi eftir teirra áskoðan verið at finna innan ríkisfelagsskapin. Tankar um undirgravingarvirksemið og politiskan taktikk av tí minni hepna slagnum, koma mær til hugs.

Nyrup hevur áður sýnt ódugnaskap sín, tá ein politikkur viðvíkjandi Føroyum skal stingast út í kortið, og hetta var ikki nakað undantak í so máta, og óhoyrt millum eygleiðarar.

Alt tað sokallaða »mótspælið« hjá Javnaðarflokkinum, rungaði á Christiansborg sjálvan setanardagin, løgið samanfall »einki løgið er í hesum«, kunngerð Jóannes Eidesgaard í útvarpinum. Fyri hann er alt, sum stjórnin kann leggja fram, honum til fyrimuns, í fínasta lagi; so kann politikkur í Føroyum verða tað hann er - eg trúði veruliga at formaðurin í Javnaðarflokkinum var ein betri politikari enn so; men tá man er so bundin niður sum flokkurin hjá Jóannes Eidesgaard er, fyri tað fyrsta av at royna at tekkjast sínum sjálvstýrissinnaðu veljarum, fyri tað annað ikki at venda heimastýrisveljarunum bakið, og fyri tað triðja at liva í einari samríkissemju við stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen; so er heldur ikki lætt at verða konstruktivur og mennandi í sínum politiska útspælið.

Eg vildi vaknað upp til ein politikk, har flokkarnir settu seg niður, og hugdu at hvat teir eru samdir um og hvar liggur ósemjan - hvussu verður hildið fram.

Hetta krevur at tann parturin sum kallast Javnaðarflokkurin, ger seg leysan av tí tvískinnaða politikkinum har hann bæði vil hava evsta vald í Føroyum, har løgtingið er evsti myndugleiki og har føroyingar sita við ábyrgdini í egnum landi og samtíðis vil verða í einum ríkisfelagsskapi, hatta eru tveir hestar sum ikki lata seg ríða á - samtíðis, í mínum hugaheimi, men eitt opið samráðingarsinnið kann sjálvandi føra til loysnir, sum ikki vóru væntandi.

Eitt ynski er tí: Ein sjálvstøðugan Javnaðarflokk - takk, við samráðingarborið, so er tann breiða semjan sum so mangan varð havd á lofti undir orðaskiftinum um Hvítubók ikki langt burtur.

Áki Andreasen