Um onkur hevði roknað við, at býráðsformaðurin í Klaksvík fór at møta upp við einum stórum kekki til KÍ, tá tað var greitt, at klaksvíkingar høvdu vunnið meistaraskapin, so høvdu tey roknað skeivt. Men tað, sum býráðsformaðurin hevði at siga í kvøðu síni til KÍ skiltist, at kommunan kennir sína ábyrgd, nú KÍ er meistari, og tann ábyrgdin plagar ofta at koma til kennar í, at myndugleikarnir stuðla við pengum.
? KÍ styrkir samleikan hjá okkum í býnum, og vit skulu brúka meistaraskapin. Vit skulu brúka hann ítróttarliga, í breiðum mentunarligum týdningi og eisini vinnuliga, var tað, sum býráðsformaðurin hevði at siga um framtíðina.
Jógvan við Keldu heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sett eina nevnd við umboðum fyri omanfyri nevndu partar, peningaligu stuðlunum hjá KÍ og kommununi fyri at syrgja fyri, at ágóðin av meistaraskapinum verður so stórur, sum tað ber til.
? Vit síggja í sjónvarpinum og hoyra á annan hátt, hvussu stóran týdning tey aðra staðni leggja í, at tað gongur væl í fótbóltinum, og hetta er nakað, sum kastar av sær aðrar vegir. Einki forðar fyri, at hetta eisini verður soleiðis hjá okkum. Áhugin er stórur fyri fótbólti bæði í Føroyum og aðra staðni, og hetta skulu vit brúka, staðfestir býráðsformaðurin.
Skýlið
Formaðurin í býráðnum handaði øllum teimum, sum hava við meistaraliðið at gera, heiðursbræv frá kommununi, og júst ein sovornan dag mundi tað koma væl við hjá klaksvíkingum at hoyra, at komandi ár verða umstøðurnar kring vøllin í Klaksvík betri, enn tær eru nú:
? Skýlið til 600 áskoðarar, sum skal byggjast norðanfyri vøllin, er liðugt projekterað, og tað er útboðið. Vit vóna, at avgerð verður tikin um, hvør skal gera arbeiðið, innanfyri nakrar vikur, og gongur tað, sum vit ætla, so verður skýlið liðugt, tá tað verður farið undir nýggja fótbóltsárið.
Klaksvíkingar hava verið noyddir at staðið undir opnum lofti og hugt at fótbólti, síðani gamla skýlið fórst í einum ódnarveðri fyri umleið tíggju árum síðani.










