upp í fimmtiárunum. Vit vóru úti í Nýpu, niðri við Leitisvatn. Har høvdu vit manga góða løtuna, og vit tóku lut í øllum arbeiði, børnini vóru ein partur av tí gerandislívi, sum var vanligt tá í tíðini [...] Henny var ættað úr Miðvági og elsta dóttir Henrik og Mariu Danielsen. Vit vóru fimm systkin, og vuksu vit upp við Kirkjar í Miðvági. Sandurin var okkara spælipláss, har búleikaðust vit sum børn. Henny [...] nú hon er farin. Alt tekur enda, gamla tíðin er farin, eisini tíðin hjá systir míni er farin. Nú eru bert minnini eftir, men tey eru góð. Henny giftist til Funnings í 1964 við Petur Sofusi Juul. Tey livdu
Andrias bygdu í 50’unum síð um síðu inni í “Hús,” og frá tá av vóru teir nærsagt óatskiljiligir, teir róðu út saman, fiskaðu síl saman og skutu harur saman, teir gingu á møtir saman, í kirkju, hugdu [...] freki hundur.” Í tí sama so hoyra vit, at maðurin skjýtur og so tekur hann eina haru upp og fer so omanaftur. Arnold tók byrsuna og skjeyt 2 skot upp í luftina, maðurin fór omanaftur og í bilin og koyrdi [...] sparka kavan niður í ánna, til eg fekk fatur í bakkan, tá var Jógvan Elias eisini komin har, so fingu vit saman fatur í hendurnar á Andriasi og hálaðu hann upp, tað kundu vit flenna eftur aftaná, men eg
viðgekk hann í rættinum í dag. Harðlig mótstøða Fyrsta neyðtøkuroyndin fór fram 13. juni 2010. Hann sá eina 26 ára gamla kvinnu við Vørsluna, og gekk aftan á henni fram við Mylluni í yvir í Lon. Har tók [...] lata seg í aftur og bað hana ikki um at lata seg í. Hann tók um gentuna og førdi hondina inn um blusuna og føldi upp á hana. Eisini førdi hann hondina niður í trussurnar á gentuni. Men eins og í fyrra førinum [...] síðuspeglini á Bursatanga, og í Miðvági fingu tveir bilar somu lagnu, umframt at nummarplátan eisini varð rivin av teimum. Hin nú 20 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í øllum herverkinum, burtursæð frá
á flot. Karl Johan hevur altíð verið áhugaður í ítrótti. Sjálvur íðkaði hann fótbólt og spældi í fyrstu deild hjá B36 í mong ár. Hann var við, tá ið B36 í 1948-1950 vórðu Føroya Meistarar 3 ár á rað og [...] Hann sigldi í nøkur ár við Kúrberg sum maskinmeistari og fór síðan aftur at arbeiða sum bilmekanikari eftir at hava tikið eftirútbúgving í Danmark í umvæling av stórum lastbilum og gravmaskinum. Í hesum sambandi [...] eru 7 í tali, og langabbabørnini 3 í tali. Frá okkara barnaárum minnast vit serliga aftur á nógvar, góðar og minningarríkar túrar kring oyggjarnar. Serliga túrarnar eftir gamla oyggjarvegnum í lítla
so tey sita eftir við kensluni av einum nýskapandi upplivilsi, skapt í einum mentaðum høvuðsstaði í einum framkomnum landi. Kirkjan letur dyrnar upp hvønn dag kl. 17. Tá verða ymsar framførslur og tónleikur [...] Dómkirkjan verður eitt mittpunkt, nú ætlanin er at endurskapa gamla býarlívið sum eina livandi, siðsøguliga framsýning, so havnarfólk og vitjandi kunnu uppliva lívið, angan og ljóðið frá gomlu tíðini,
sum var urmakari. Men hann misti hon eisini í eini bátsvanlukku. Ólavsøkudag í 1895 var ein stór grind í Miðvági, har tað doyðu 547 hvalir. Jákup var farin í grind, og her var nóg mikið av grind og spik [...] heimadoktari í Fuglafirði. Jarðað í Havn Sunneva gjørdist sjúk og doyði í 1935 bara 51 ára gomul. Tað finst eingin frágreiðing fyri, at hon er jarðað í Havn. Ofta vóru bygdafólk sum doyðu í Havn, eisini [...] Katrina Maria Djurhuus, fødd í 1864 á Selatrað. Hon varð konfirmerað í Sjóvar kirkju 30.9 1877. Anna giftist heima við hús í Havn tann 21.november 1883 við Michael Paula Poulsen í Borgarastovu f. 17.5. 1880
Moon, til gravar í Suðurkorea í nátt. Myndugleikarnir halda, at meiri enn 30.000 fólk vóru til jarðarferðina. Tíðindastovurnar skriva, at menn í serligum búna bóru kistuna við tí 92 ára gamla sektleiðaranum [...] um inn á ein stóran leikvøll við býin Gapyeong, har Sameinda kirkjan hjá Moon-rørsluni hevur høvuðsstøð. Nógv folk úr øðrum londum vóru komin til Suðurkorea at fylgja. Sun Myung Moon (myndin), sum doyði [...] doyði av lungnabruna tann 3. september, stovnaði kirkju sína í sjeytiárunum.
Giftist í 1902 í Sands kirkju við Sáru Sofíu Jacbsen, (1882-1969 f. Í Skálavík. Hann var kendur lærari, og verður umrøddur í komandi Miðviku. g. Sigrid Maria (1834-1863). Hon giftist í 1861 í Havnar Kirkju [...] 1849 Jens Venningsted doyði í Skopun í 188t. Hann man vera fluttur til aðra av døtrunum í Skopun. Marin, konan, doyði longu í 1865, bara 59 ára gomul. Jens varð jarðaður í Havn. Ofta vóru fólk jarðað, [...] meira dugdi hann til hendurnar. Hann tók læraraprógv 1884, var so eina tíð vikarur í Miðvági. Frá seinast í 1885 til fyrst í 1887 stýrdi hann handlinum hjá M.C. Restorff á Viðareiði. Men hetta ár gjørdist
boð eftir, tá kirkjan í Hesti í 1982 skuldi málast. Gingið varð frá vanligu litunum í yngru hválvkirkjunum – ljósablá bróst og dimmblátt hválv og eikilittir beinkir og prædikustólur. Kirkjan í Hesti fekk [...] var hetta tann besta kirkjan, hann hevði gingið í. Til fjals og fjøru Nevnt er, at Hestur ikki í stóran mun hevði fingið innivist í myndabókum, ið fremmandagestir góvu út eftir vitjan í Føroyum. Hetta glopp [...] Elof Riseby á Listaháskúlanum í Oslo. Tvær ferðir hevur Havsteen-Mikkelsen havt listaframsýningar í Føroyum – í Listaskálanum í Havn 1972 og 1983. Tann seinna var liður í eini norðurlendskari ferðaframsýning
hvørki mær ella øðrum loyvi til at taka støðu í lívsins stóru spurningum, eina við útgangsstøði í, hvat mítt egna hjarta, kenslur, tráðan siga, ella hvat er “inn” í tíðini. Tí sum Jeremia profetur sigur: “Svikafult [...] vanliga seta í samband við vekingarrørslur, er millum annað, at tey fólkini ynskja at taka Bíbliuna í álvara og ynskja at liva eftir henni. Tey eru Gudsóttandi og æra harvið Gud. Jesus sigur í Jóhannes 14 [...] tit meg, tá haldi boð míni!” Trúvirði í kristintrúnni avspeglast í lýdni móti Guds orði. Rørslan LGBT umboðar hon ikki tað beint mótsætta? Tey taka jú ikki bíbliuna í álvara og liva tí ikki eftir henni á