30.000 fylgdu Moon-stovnaranum til gravar

Fólk úr øllum heraðshornum vóru og fylgdu Moon-stovnaranum, Sun Myung Moon, til gravar í Suðurkorea í nátt. Myndugleikarnir halda, at meiri enn 30.000 fólk vóru til jarðarferðina.

Tíðindastovurnar skriva, at menn í serligum búna bóru kistuna við tí 92 ára gamla sektleiðaranum inn á ein stóran leikvøll við býin Gapyeong, har Sameinda kirkjan hjá Moon-rørsluni hevur høvuðsstøð. Nógv folk úr øðrum londum vóru komin til Suðurkorea at fylgja.

Sun Myung Moon (myndin), sum doyði av lungnabruna tann 3. september, stovnaði kirkju sína í sjeytiárunum.