Noktar seg sekan í neyðtøkuroyndum

Ein 20 ára gamal maður situr í Føroya Rætti ákærdur fyri álvarsamt herverk og fyri fimm føri av neyðtøkuroynd. Meðan maðurin viðgongur øll herverkini, noktar hann seg sekan í neyðtøkuroynd, tí »tað kom ongantíð so langt«

Tað var náttina 15. januar til 16. januar 2011 frá klokkan 23 til 06 um morgunin, at hin tá 18 ára gamli maðurin av einari ella aðrari orsøk var illur um okkurt, og hann gjørdi tí av at bróta síðuspeglini á fleiri bilum.
Heilir 13 bilar fingu brotið annað ella bæði síðuspeglini á Bursatanga, og í Miðvági fingu tveir bilar somu lagnu, umframt at nummarplátan eisini varð rivin av teimum.
Hin nú 20 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í øllum herverkinum, burtursæð frá, at hann ikki segði seg hava skøva síðuna á tí eina bilinum.
Hann mintist annars ikki so ógvuliga væl hendingina, men kundi tó játta seg sekan í hesum ákærunum.
Maðurin er eisini ákærdur fyri fimm neyðtøkuroyndir, men í ølum teimum fimm førunum noktar hann seg sekan við teirri grundgeving, at tað ongantíð kom so langt sum til fullførdar neyðtøkur.
Í øllum førunum høvdu genturnar gjørt so stóra mótstøðu, at hann gavst á hondum.
Í øllum førum varð maðurin komin til Havnar, og í øllum førum var hann vilstur burtur frá vinmonnunum. Einsamallur hevði hann gjørt av at finna eina gentu, sum hann kundi neyðtaka.
Tað viðgekk hann í rættinum í dag.

Harðlig mótstøða
Fyrsta neyðtøkuroyndin fór fram 13. juni 2010. Hann sá eina 26 ára gamla kvinnu við Vørsluna, og gekk aftan á henni fram við Mylluni í yvir í Lon.
Har tók hann í hana aftan ífrá og royndi at baksa buksurnar av henni. Eisini tók hann í brótsini uttan á klæðunum, men gentan gjørdi harðliga mótstøðu.
Einaferð var gentan komin at sita oman á neyðtøkumanninum, og fekk tá sligið hann í høvdið við hælinum á skógnum. Álopsmaðurin fekk ilt í høvdið, og valdi at taka til beins oman á Farstøðina, har hann tók ein buss til hús.
Onnur neyðtøkuroyndin fór fram 24. juli 2011. Søgan var hin sama. Maðurin hevði mist vinmenninar burtur og einsamallur niðri í Steinatúni gjørdi hann av at finna eina gentu at neyðtaka.
Hann gekk síðani niðan í Plantaguna og haðani yvir móti Gundadalshøllini. Har fekk hann eyga á eina 23 ára gamla gentu, sum sat aftan fyri ein lastbil og pissaði.
Hann fór yvir til hann júst sum hon skuldi lata seg í aftur og bað hana ikki um at lata seg í. Hann tók um gentuna og førdi hondina inn um blusuna og føldi upp á hana. Eisini førdi hann hondina niður í trussurnar á gentuni.
Men eins og í fyrra førinum gjørdi hendan gentan ógvusliga mótstøðu og rópti hart. Hetta gjørdi, at fólk, ið vóru har nærhendis, komu til staðar, men áðrenn tey komu so nær, tók ákærdi maðurin beinini á nakkan og helt yvir móti Bowlinghøllini, og síðani oman á Farstøðina.
Málið móti 20 ára gamla manninum er rættiliga drúgt og tað eru tveir heilir dagar settir av at viðgera tær fimm neyðtøkuroyndirnar.