lesnaður hjá monnum, sum hava verið til fiskiskap á hesum leiðum. Umhvørvið er lætt at kenna aftur. Firðirnir, bryggjan og frásagnirnar frá túrinum, skútan gjørdi til fiskiskap. Eldri menn kenna ivaleyst [...] Osmund Joensen í Sandavági, sum hevur umsett til føroyskt, og givið hana út á egnum forlagi. Bókin, sum er góðar 100 síður og kostar 90 krónur, er greidd til prentinar í Danmark. Búi Tyril hevur teknað [...] sum íslendskir útróðrarmenn funnu umleið næstseinasta aldarskiftið. Ræddir vóru teir, tí hetta var ikki natúrligt. Teir mannaðu seg kortini upp og gingu upp á skipið. Men tá teir funnu ein livandi nekaratræl
so vit kunnu ikki siga, at tað er dýrt,« heldur hann. Keypir tú atgongumerki til allar konsertirnar, er prísurin fyri allar konsertirnar 350 krónur. Eisini ber til hjá fýra fólkum at fara til eina konsert [...] svenski grafikarin Mats-Åke Forsberg, sum hevur gjørt plakatina til 14. jazzfestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 15. til 18 oktober. Hetta er fyrstu fer, ein svii ger plakatina, og honhevur [...] ár er fluttur í mun til onnur ár. Í staðin fyri at liggja í august mánaða, verður hann í ár í oktober. Peter Turtschaninov sigur, at tað er av ymsum orsøkum, at so er. Í fjør gekk ikki nóg væl fíggjarliga
sigur, at enn eru tey ikki liðug við at avgreiða allar summarfrítíðirnar, og tað ber ikki til at fara undir vetrarskránna, fyrr enn alt fólkið væl og virðiliga er komið aftur til arbeiðis. Enn veit út [...] ? Í løtuni sita vit og leggja til rættis vetrarskránna, men enn er ikki greitt, hvussu hon fer at síggja út, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. Útvarpið fer undir vetrarskránna mánadagin 29. september [...] útvarpsstjórin ikki nakað ítøkjuligt at siga um, hvussu útvarpið fer at senda - ella um senditíðin verður longd enn meira, enn í fjør. ? Tað er tó greitt, at vit leggja til rættis eftir sama leisti, sum
eisini arbeiða í Atlantis. Í løtuni fyrireika tey seg til at seta leik á pall, men av tí at so langt er liðið út á árið, væntar leiðarin í Atlantis ikki, at fyrsta framførslan verður í hesum árinum. Sjón [...] Síðani Atlantik Bio læt upp fyri góðari viku síðan, hava eini 1300 - 1400 fólk verið til sýningarnar. Higartil hava 22 sýningar verið, har tríggir ymiskir filmar hava verið á skránni. Tvær sýningar hava [...] er, at tvær sýningar skulu vera hvørt kvøld, undantikið mikukvøld og hóskvøld, tá húsið skal nýtast til annað virksemi. - Í kvøld verður t.d. sjónleikir á skránni. Tá framføra pensionistar í Svøríki ein
avbjóðing fyri okkum, og eg haldi, at vit hava umstøður at bjóða hesum fólkum hendavegin, hóast vit ikki hava so stór tinghús og góðar umstøður, sum hini londini. - Tað ber væl at halda fundir á hotellum [...] og hervið betur kunnu skilja okkara støðu. Tað hevur so stóran týdning, at limirnir hava kunnleika til øll økini, sum norðurlandasamstarvið fevnir um, sigur Marita Petersen.
soleiðis, at Svínoyingar eru tiltiknir fyri ikki bara at brúka pengar. Heldur ikki kommunalar pengar til bátahyl. So teir hava ikki gjørt meira, enn fíggjarlig orka var til. Tað, sum gjørt er higartil, kostar [...] er bátadráttur. Pláss er í hylinum til eina 20 bátar. Sum er liggja 15 fortoyningar í hylinum. Ókyrt er frá nátturunnar hond í Svínoy so hóast portur er í, verður ikki roknað við, at bátar kunnu liggja [...] Glógvansurð. Nú er hetta ikki nøkur urð, men sløtt hella, sum hylurin er sprongdur inn í. Einir 15.000 kubikmetrar av gróti eru sprongdir burtur og lagdir á goymslu. Nakað er tó brúkt til vegagerð. Av tí, at
hevði ikki fingið loyvi til at fara úr havn. Hann er eisini ákærdur fyri ikki at hava syrgt fyri, at skipið var í lagi. Um Føroya Rættur finnur teir báðar menninar sekar í ákærunum, verður tað ikki nøkur [...] minniliga heimferðin hjá Nólsoyar Pálli úr Marseillies til Føroya í døgunum frá 15. til 26. august í fjør, sum ákæruvaldið nú vil seta menninar til svars fyri. Jóan Karl Høgnesen er ákærdur eftir grein
fara at koma til landið, hóast tað ikki verður tað stóra í byrjanini. Her verður serliga talan um fólk, sum koma at arbeiða við víðari forkanningum. Uppá fyrispurning um vit føroyingar ikki áttu at kravt [...] part av síni tíð til fyrireikingarnar í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Í løtuni verður hugt at umsitingarliga partinum av lógvarverkinum. Petur Alberg Lamhauge sigur, at tað verður ikki fyrr enn kol [...] hjálparskipum, at tey gjalda skatt her, sigur Petur Alberg Lamhauge, at hetta hevur hann onga viðmerking til. Sosialurin visti annars herfyri at siga frá, at eitt stórt hálendskt reiðarí, sum rekur skip í fr
ni upp til 300.000 tons koma inn eftir oljuni. Ráð til føroyingar Borgarstjórin vil avgjørt mæla føroyingum til at gera sum teir hava gjørt tvs. at fáa oljufeløgini til at leggja rørleiðing til lands og [...] boripallum. Umleið 70% av virkseminum er tengt at boripallunum. Á støðini hava teir tey góðu ráð til føroyingarnar ikki at leypa framav frá byrjan og gera íløgur í útgerðarhavnir á hvørjum kletti. Heldur at [...] og leggja oljuna upp har, til hon so verður flutt til reinsarí aðrastaðni. -Við at flyta oljuna til lands gjøgnum rør heldur enn at lasta hana umborð á tangaskip á feltinum fæst betri stabilitetur og
Teir høvdu bóltin nógv, men tað bleiv ikki til meiri enn aftur og fram á egnari hálvu. Gjøgnumbrot í síðunum og eftir miðásinum sást einki til, og íalt høvdu teir ikki meiri enn einar fimm ella seks royndir [...] og varðveittu harvið lítla møguleikan fyri at vinna FM. HB sigurin hevur við sær, at tað fer ikki at bera til hjá B36 at vinna FM heitið, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av NSÍ, uttan at B68 megnar minst [...] hálvleik noyddist liðformaðurin á landsliðnum, Jan Dam, at fara út, tí hann var skaddur. Hann kom ikki innaftur, og alt hetta kundi bent á, at tað fór at vera GÍ, sum í 2. hálvleiki fór at verða spælstýrandi