Síðani Atlantik Bio læt upp fyri góðari viku síðan, hava eini 1300 - 1400 fólk verið til sýningarnar.
Higartil hava 22 sýningar verið, har tríggir ymiskir filmar hava verið á skránni. Tvær sýningar hava verið hvørt kvøldið, sigur Christian Olsen, leiðari.
- Ætlanin er, at tvær sýningar skulu vera hvørt kvøld, undantikið mikukvøld og hóskvøld, tá húsið skal nýtast til annað virksemi.
- Í kvøld verður t.d. sjónleikir á skránni. Tá framføra pensionistar í Svøríki ein leik í Atlantis, sigur Christian Olsen.
Annars verður roynt at fáa onnur tiltøk tey bæði filmleysu kvøldini í vikuni, eitt nú tiltøk, sum eru í Norðurlandahúsinum.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag skal eisini arbeiða í Atlantis. Í løtuni fyrireika tey seg til at seta leik á pall, men av tí at so langt er liðið út á árið, væntar leiðarin í Atlantis ikki, at fyrsta framførslan verður í hesum árinum.
Sjónleikarfelagið fer tó at gera tiltøk fyri børnum í heyst, eitt nú skeið og annað virksemi, sigur Christian Olsen.
Seinasta sunnudag var opið hús í Atlantis, har eini 300 - 400 fólk vitjaðu.
- Hetta vóru fólk í øllum aldursbólkum, og tí eisini fólk, sum gingu á bio fyri 20 árum síðan.
Nú eru umstøðurnar so nógv betri og øðrvísi, og sjálvandi vóru nógvar søgur um tíðina, tá Bernhard Brim Joensen og Jákup Mellemgaard, kontrollørur, skipaðu fyri.
Christian Olsen hevur traðkað sínar barnaskógvar í gomlu biohøllini, og hann minnist t.d. at børnunum dámdu so væl at sita í vindeygakarminum, tá tey sóu film.
Hann minnist serliga einu ferðina, tá Jákup Mellemgaard rópti inn í salin, at tað bert varð loyvt fimm børnum at sita í hvørjum vindeygakarmi.
- Aðru ferðina legði hann, børnunum eina við at halda kjaft undir sýningini, tí hetta var ein gudeligur filmur, og at ongar tekstir vóru.
Fyribils eru umleið 92 sitipláss í biohøllini, men um stutta tíð verða nakrar stólar settirupp aftrat, og tá verður pláss fyri 112 áskoðaraum.