Senditíðin minst líka long sum í fjør

? Leisturin verður hin sami, sum seinasta vetur, tá sent varð frá klokkan 715 til 2200, sigur Jógvan Jespersen, sum í løtuni er í ferð við at leggja vetrarskránna hjá útvarpinum til rættis

? Í løtuni sita vit og leggja til rættis vetrarskránna, men enn er ikki greitt, hvussu hon fer at síggja út, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri.

Útvarpið fer undir vetrarskránna mánadagin 29. september. Jógvan Jespersen sigur, at enn eru tey ikki liðug við at avgreiða allar summarfrítíðirnar, og tað ber ikki til at fara undir vetrarskránna, fyrr enn alt fólkið væl og virðiliga er komið aftur til arbeiðis.

Enn veit útvarpsstjórin ikki nakað ítøkjuligt at siga um, hvussu útvarpið fer at senda - ella um senditíðin verður longd enn meira, enn í fjør.

? Tað er tó greitt, at vit leggja til rættis eftir sama leisti, sum í fjør, har vit sendu allan dagin - frá klokkan 715 til 2200, sigur hann.

Seinasta vetur fór útvarpið fyri fyrstu ferð undir so langa senditíð. Fyrr hevur útvarpið sent allan seinnapartin, men ongantíð til so langt út á kvøldið.

? Eitt útvarp, sum ikki sendir allan dagin er ikki eitt útvarp, sigur Jógvan Jespersen, sum eisini vísir á, at útvarpið fyri fyrstu ferð eisini hevur sent allan dagin um summarið í ár.

? Hóast senditíðin varð stytt og sendingarnar færri, so hevur eydnast at senda allan dagin, og vit hava bara fingið positar viðmerkingar fyri tað, sigur hann.


Siesta - ein roynd?

Seinnapartsendingin Siesta fekk rættuliga nógvan negativan kritikk fyrr í summar, men Jógvan Jespersen sigur, at Siesta var ein roynd, sum nú kanska hevur funnið sín form út á summarið.

? Ein slík sendin er liður í eini menningargongd á sama hátt sum Náttarravnarnir eisini vóru ein slík roynd, sum hevur eydnast sera væl, sigur útvarpsstjórin.

? Eg haldi, at vit raktu seymin á høvdið við teirri sendingini. Tað var sagt framman undan, at tað nyttar einki at senda útvarp frá klokkan 2200 til 0100 leygarkvøld, tí tað er sjónvarpssenditíð. Men vit hava so prógvað tað mótsætta, sigur hann. ? Mátingar hava víst, at rættuliga nógv fólk hava lurtað eftir Náttarravnunum, sigur hann og leggur afturat:

? Náttaravnasendingin er komin fyri at vera, og hon verður aftur hendan veturin.

Men um vertirnir vera teir somu, sum seinasta vetur, fær Jógvan Jespersen ikki sagt nakað um enn, tí tað eru júst slíkir spurningar, ið teir eru í ferð við at loysa, sigur hann.

Uttan um vegir hevur Sosialurin skilt, at annar verturin í sendingini verður nýggjur, meðan Heðin Arge, sum hevur verið við øll árini síðani 1991, heldur fram.


V4 15% av fíggjarætlanini hjá útvarpinum

Góði gamli V4 drátturin hevur í ár fingið rættuliga kapping frá Gekkinum hjá Sjónvarpi Føroya, og kundu vit hildið, at hetta hevur ávirkað inntøkuna hjá útvarpinum tann skeiva vegin. Men soleiðis hevur kortini ikki verið, sigur Jógvan Jespersen.

? Vit valdu at broyta V4 - fyrst við at flyta dráttin til fríggjakvøld, samstundis sum vit eisini fingu teir sonevndu snarseðlarnar, sum vit hava gjørt í samstarvi við Elektron.

? Fyri ikki at missa ov nógv, hava vit reklamerað meira við V4, enn vit annars hava gjørt, bæði við lýsingaherferðum á bussunum hjá Bygdaleiðin og við plakatum annars. Umframt postverkið, sum øll árini hevur selt V4 seðlarnar, eru tað nú fleiri handlar og bensinstøðir, ið selja seðlarnar.

? Hesa vikuna hava vit fingið fimm sølustøð afturat, trý í Havn, eitt í Runavík og eitt í Klaksvík, og hava vit nú tilsamans 17 sølustøð umframt postverkið, sum tó framvegis selur meginpartin av V4 seðlunum, sigur Jógvan Jespersen.

Sambært reglunum fyri V4, skulu 40% av peninginum, spælt verður við, lutast útaftur sum vinningar. Seinastu tíðina hevur útvarpið kortini latið fitt av eykavinningum fyri at standa seg í kappingini, so býtið nú í veruleikanum er, at 60% ferð út aftur sum vinningar, meðan útvarpið sjálvt fær 40%.

Annars verður V4 drátturin í november 28 ár. Fyrsti drátturin var í november 1969. Peningurin, inn er komin í V4 hevur munað væl hjá útvarpinum, tí hann hevur verið um 15% av samlaðu fíggjarætlanini hjá stovninum og sostætt eitt fitt ískoyti, sigur Jógvan Jespersen.