Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV tóku í dag á heimavølli móti Stjörnuni í fyrru fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV vann málríka dystin [...] heimaliðið helt tørn seinastu minuttirnar og knógvaði sigurin heim. Janus skoraði trý mál, meðan Dánjal ikki kom á máltalvuna hesaferð. Komandi týskvøld klokkan 19 spælir ÍBV seinnu fjórðingsfinaluna móti [...] móti Stjörnuni í Garðabær uttanfyri Reykjavík. Sigrar ÍBV aftur í Garðabær sleppa Janus og Dánjal at royna seg í hálvfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku deildini.
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu seg í kvøld í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV vann í kvøld seinnu fjórðingsfinaluna á Stjörnuni [...] (21-17). Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 2-0 fjórðingsfinalusigur. Janus skoraði fýra mál. Dánjal kom ikki á máltalvuna í kvøld, men legði upp til tvey mál.
Í komandi viku fara Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagar teirra Í ÍBV í holt við hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Mótstøðuliðið verður FH. Spælt verður
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV spældu í kvøld fyrstu hálvfinaluna í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV spældi á útivølli á Hafnarfirði móti FH. ÍBV vann
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í kvøld ein ótrúligan sigur í aðru hálvfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV tók ímóti FH á heimavølli í kvøld [...] 27-27, og harvið longda leiktíð. Í longdu leiktíðini var ÍBV omaná, og vann dystin 31-29. Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør. Tað sær nú gott út hjá ÍBV, ið er á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum. ÍBV hevur
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV fingu eina rimmar byrjan upp á finalurnar um íslendska meistaraheitið. ÍBV vann í 1. finaluni á heimavølli úti í Heimey 33-27 á Haukum. Í steðginum [...] Haukar á odda 21-17, men so fekk ÍBV gongd á og vann ein sannførandi sigur. Janus skoraði trý mál og Dánjal skoraði eitt mál. Komandi týskvøld verður 2. finalan leikt á Hafnarfirði. Spælt verður best av fimm
Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru bara ein sigur frá at gerast fyrstu føroysku leikararnir, ið gerast íslendskir meistarar í hondbólti. Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV vann í kvøld eisini [...] finaluna á heimavølli á Heimey fríggjakvøldið verður ÍBV staðfestur íslendskur meistari. Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør í kvøld. Myndir: Anna Dam ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##
Í annaðkvøld verður sannleikans tími úti á Heimey. Tá skulu Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV spæla fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluna um íslendska meistaraskapið. 2. [...] bøtt um støðuna í seinna hálvleiki, men ikki nóg mikið til at forða einum sigri til Haukar. Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør fyri ÍBV. Fimta og avgerandi meistaraskapsfinalan úti á Heimey verður leikt
Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru íslandsmeistarar í hondbólti 2023. Í kvøld leikti liðið hjá Dánjali og Janusi, ÍBV fimtu meistaraskapsfinaluna móti Haukum. ÍBV vann dystin 25-23 aftaná at hava [...] meistaraheitinum í gongd úti í Heimey. Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í kvøld. Miðlahúsið ynskir Dánjal og Janus hjartaliga tillukju við meistaraheitinum.
Kundu kanska haft klárað tað í dysti 3 og 4, men tað er likamikið nú, sigur Dánjal Ragnarsson í stuttari viðmerking til in.fo. Dánjal, Janus Dam Djurhuus og hinir í ÍBV gjørdust islendskir meistarar aftaná