Dánjal og Janus eru ein sigur frá meistaraheitinum í Íslandi

ÍBV vann eisini aðru meistaraskapsfinaluna

Mynd: Anna Dam

Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru bara ein sigur frá at gerast fyrstu føroysku leikararnir, ið gerast íslendskir meistarar í hondbólti.

 

Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV vann í kvøld eisini aðru meistaraskapsfinaluna á Hauki á útivølli í Hafnarfirði.

 

ÍBV vann 29-26 á Hauki. Í steðginum var ÍBV á odda 13-11.

 

ÍBV er nú á odda 2-0 í uppgerðinum, har spælt verður best av fimm dystum. Vinnur ÍBV triðu finaluna á heimavølli á Heimey fríggjakvøldið verður ÍBV staðfestur íslendskur meistari.

 

Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør í kvøld.

 

Myndir: Anna Dam

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

Mynd: Anna Dam