Í komandi viku fara Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagar teirra Í ÍBV í holt við hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Mótstøðuliðið verður FH. Spælt verður best av fimm dystum. Verður talan um fimm hálvfinalur fær FH tríggjar heimadystir, tí teir endaðu omanfyri ÍBV í grundspælinum.
Fyrsta hálvfinalan verður leikt á Hafnarfirði 4. mai. Sunnudagin 7. mai verður leikt úti í Heimey, og mikukvøldið 10. mai verður aftur leikt í Hafnarfirði.
Ein møgulig 4. hálvfinala verður leikt úti í Heimey leygardagin 13. mai, og ein møgulig 5. hálvfinala verður leikt á Hafnarfirði, týskvøldið 16. mai.