á sølulistunum í Evropa, Norður- og Suðuramerika ? og í Kina, har tað er staðfest, at fleiri eintøk eru seld av Harry Potter bókum enn »Lítlu reyðu« hjá sjálvum Mao, formanni! Eisini í Føroyum hevur móttøkan [...] væntandi verður frumsýndur til jóla í ár. Higartil hevur J. K. Rowling skrivað fýra bøkur av ætlandi sjey, eina fyri hvørt árið, Harry er í Hogwarts. Tann triðja á føroyskum kemur fyri jól í ár. Harry Potter og [...] hjá fosturforeldrum Harrys. Hann er í summarfrítíð og upplivir har m.a. ringasta føðingardagin nakrantíð. Og tað sigur ikki so lítið, tí Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir
opið er upp í tróðrið. At veggirnir eru gamlir, sæst væl, og Ditlev vísir á, at alt tað gamla, sum til er, verður varðveitt. Um tað so er eitt rottuhol í vegginum, hava tey latið tað verið, sum rottan gnagaði [...] savn Koyggjur eru sum vera man í húsinum. Tær hava verið stuttar, sum alt annað hevur verið í smærri mátistokki í 1804, enn tað er í dag. Tó er her snýtt eitt sindur, sigur Ditlev, við tað, at ein koyggja [...] við tað, at fjósið í kjallaranum er flutt í øvugtan enda í mun til tað upprunaliga. Men tað kemst av jarðarmuninum, sum er har, húsini standa nú. Og so eru gjørdir onkrir nútíðar hentleikar sum wc og
fløskupostin. ? Tað var ótrúliga stuttligt at frætta frá tí, sum hevur funnið mín fløskupost. Eg hevði púrasta gloymt alt um postin, sigur 10 ára gamla Hannelina, sum fer í 5. flokk í Venjingarskúlanum [...] saman við flokkinum í Venjingarskúlanum, og tann posturin varð funnin í Nólsoy. Hetta er tó fyrstu ferð, at hon frættir aftur úr útlondum. Tað er ólíka stuttligari, at posturin verður funnin á Hebridunum [...] eldri føroyska kvinnu, sum búði í Føroyum fyri hálvthundrað árum síðani, at umseta brævið. Janet er lærari, og hon hevur tikið brævið við í skúlan, umframt at hon hevur víst tað fyri øllum sínum vinum
gið skipar í samstarvi við Skúlabókasavnsfelagið fyri ráðstevnu í Havn í hesum døgum. Henda fimtanda ráðstevna, ið hevur yvirskriftina: " Felags norðurlendsk skúlabókasavnsmenning ? er tað møguligt?" verður [...] verður á Hotel Føroyum í Havn í ár. Hetta er aðru ferð at ein slík ráðstevna er í Føroyum. Fyrru ferð var í1986. Evnini á slíkum ráðstevnum eru ymisk, men felags fyri hesar ráðstevnum er, at tær snúgva [...] undirvísing. Í ár hava vit so valt at leggja dent á sjálvt arbeiðsstaðið hjá skúlabókavørðinum, skúlabókasavnið ? námsfrøðiliga tænastudeplin. Ymisk er, hvussu skúlabókasøvnini eru skipað í teim ymsu londunum
fiskafløk eisini skulu leggjast í sós og seljast til Fraklands. Men tað er ikki bara fuglur og fiskur, sum fæst í Skúvoy. Vitilit eru bæði neyt og seyður í oynni, sum eisini skulu fáast til høldar. Og [...] Føroyar verða í ár umboðaðar á European Business Game í Bolzano í Italia av næmingum av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Teir fara t sýna fram hugskotið til eitt útjaðarahús. Teir tríggir, sum fara at umboða [...] »multihús«. Eitt hús, sum kann taka sær av øllum tilfeingi, sum er at fáa á staðnum, har húsið verður sett. Teir hava brúkt Skúvoy sum dømi og hava kunnað seg um viðurskiftini í oynni, greiðri ein teirra
serforsorg og annað, sum stórur tørvur er á.? So, so: tað sum samgongun ikki megnaði í 1998, 1999, 2000 og 2001, tað skal nú vera valagnið uppundir komandi løgtingsval. Meira verður tað ikki til, tí samgongan [...] hækkaði játtanin úr 213 til 233 mió.kr., tað er 9,4%. Men í sama tíðarskeiði hava kostnaðarhækkingarnar verið tað dupulta. So í veruleikanum røkkur játtanin styttri í dag enn fyri 4 árum síðani. Tí er leiðslan [...] er økt úr 63 mió. í 1997 til 77 mió. í 2001. Men hetta svarar ikki til nógv meir enn kostnaðarhækkingina, sum verið hevur í sama tíðarskeiði. Hinvegin er lítið gjørt fyri at bøta um tað syndarligu vanrøktina
trygdarútgerð so sum ABS bremsum, airbag báðumegin framman og í síðunum, fýra nakkapútur sum kunnu stillast, start og tjóvarísikring, el-síðurútar í øllum fýra hurðunum, el-spegl, sentrallás, varma í framsetrinum [...] framsetrinum og førarasetrið kann stillast í hædd. Fleir nýggir á veg Umframt Liana kemur eisini Suzuki Ignis á marknaðin í Danmark í hesum døgum, hann fæst bæði við tvey og fýrahjólstrekk. Suzuki stendur fyri [...] av øllum fýrahjólsdrivnu bilunum í Danmark. Í heyst kemur tann størsti Suzuki nakrantíð, ein 7 persóna Grand Vitara við 2.7 litur V6 24V motori. Seinni kemur hann sum diesel. Suzuki Liana 1.6 Motorurin:
setstir, byrjar at ringja. Tað er onkur sum ikki fekk tað summarhúsið, tey høvdu ætlað sær. So var tað onkur annar, sum fegin vildi broyta ferðaætlanina og heldur vildi til Fugloyar í dag og so til Viðareiðis [...] Joensen, bóndi í Gerðum, sum verður ferðaleiðari. Hetta er ein túrur, sum væntandi fer at taka einar fimm-seks tímar. Neyðugt verður at boða frá luttøku á Kunningarstovuni. Og væntandi verður talið avmarkað [...] stórthúndrað luttakarar vóru, men bara ein ferðaleiðari. ?Tað er í meira lagi við so nógvum fólki til ein leiðara. Tað ger bara tað, at ikki øll fáa tað optimala burtur úr einum slíkum túri, sigur Christian
degree í norðurlendskum máli. Master degree er nøkulunda tað sama sum tað, sum á donskum lærustovnum verður kallað ein kandidatútbúgving, og sum tekur umleið seks ár. Sum partur av lestrinum í norðurlenskum [...] eykasetningum. Sum dømi kann nevnast »om du ikke gør det«. Í íslendskum stendur tað aftan fyri. Og kendir málfrøðingar hava hildið upp á, at í føroyskum má tað vera antin sum í donskum ella sum í íslendskum [...] Men hvat var tað so, sum gjørdi, at ungi bretin bleiv serkønur í føroyskum? ? Eg var á víkingafundinum í 1965. Hetta var fyrstu ferð, eg var í Føroyum. Eg skuldi víðari til íslands, men tað bar ikki til
onnur, og tú gjørdi tað í verki. Eitt lýsandi dømi um næstrakærleika, ikki bara í orðum, men í verki. Tað er tað, ið telur. Tað er torført at finna orð fyri tann sakn, ið nívur okkum í hesari løtu. Men vit [...] Klaksvíkar sjúkrahúsi. At tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg ikki roknað við, at hetta varð tað síðsta farvæl og takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg og míni. Tað verður ein stórur saknur ikki [...] eitt betri samfelag, har tað sosiala bleiv prioriterað, mátti kvinnan verða við í avgerðunum. Sum bygdaráðsformaður royndi tú á tín hátt at lyfta tað gamla bygdasamfelagið inn í nútíðina, hóast stóra mótstøðu