Føroyskur fløskupostur funnin á Hebridunum

Hannelina Mørkøre úr Havn sendi í fjørsummar ein fløskupost úr Gjógv, sum hon hevði gloymt alt um. Nú er hann funnin aftur við Hebridurnar, og Hannelina hevur fingið bræv frá finnaranum

 

Fyri einum lítlum ári síðani sendu tríggjar smágentur hvør sín fløskupost úr Gjógv. Ein teirra hevur nú frætt aftur frá hesum posti, sum hon sendi um hoyggingartíð í fjør.

Fyri fáum døgum síðani fekk Hannelina Mørkøre bræv úr Englandi. Brævið var frá einum hjúnum, ið høvdu funnið fløskupostin á eini strond á Hebridunum (Suðuroyggjar). Tá Hannelina fekk brævið, hevði hon fyri langari tíð síðani gloymt alt um fløskupostin.

? Tað var ótrúliga stuttligt at frætta frá tí, sum hevur funnið mín fløskupost. Eg hevði púrasta gloymt alt um postin, sigur 10 ára gamla Hannelina, sum fer í 5. flokk í Venjingarskúlanum eftir summarfrítíðina.


Ferðaðist við Gjógv

Tá Hannelina tveitti fløskupostin í havið, var hon á vitjan hjá ommu og abba sínum, ið búgva við Gjógv. Hannelina ferðast ofta hjá ommu og abba sínum, og henni dámar væl í bygdini.

Hannelina sigur, at hon tvær ferðir fyrr hevur sent fløskupost. Einaferð sendi hon sjálv, men aðru ferð sendi hon saman við flokkinum í Venjingarskúlanum, og tann posturin varð funnin í Nólsoy. Hetta er tó fyrstu ferð, at hon frættir aftur úr útlondum. Tað er ólíka stuttligari, at posturin verður funnin á Hebridunum eitt ár seinni.

Ensku hjúnini, Janet og Alan Dunham, vóru á ferð í Hebridunum, sum er oyggjabólkur við vesturstrond Skotlands, tá tey funnu fløskupostin.

Janet hevur so sent bræv til Hannelinu, har hon greiðir frá, hvussu tey funnu postin. Tey skiltu sjálvsagt ikki føroyskt, men tey fingu eina eldri føroyska kvinnu, sum búði í Føroyum fyri hálvthundrað árum síðani, at umseta brævið.

Janet er lærari, og hon hevur tikið brævið við í skúlan, umframt at hon hevur víst tað fyri øllum sínum vinum. Janet sigur, at hon fegin vil vita meira um Føroyar, og at hon kanska kemur her at vitja ein dag.


Fingu uppringing

Tann eldri kvinnan, ið umsetti brævið fyri Janet, hevur ringt til Hannelinu og gjørt vart við, at fløskuposturin er funnin, og Hannelina fer at senda bræv aftur til Janet og Alan.

Føroyska kvinnan er Ingibjørg Lomax, fødd Kragesteen. Hon giftist einum enskum hermanni, nevndur George Lomax, tá kríggið var av, og í 1945 fluttu tey niður til Onglands at búgva. Ingibjørg er í dag einkja, og hon býr í Ramsbottom, stutt frá Manchester. Janet, ið fann fløskupostin, er dóttir eina vinkonu Ingibjørg.

Í fløskupostinum hevði Hannelina sent tekningar av foreldrum og systkjum sínum. Eisini hevði hon skrivað bræv, har hon heitir á tann, ið finnur postin, um at ringja ella skriva beinanvegin.

Hesuferð fekk hon svar. Hannelina sigur, at hon fer at senda fløskupost aftur skjótt, og tá verður spennandi, um nakað frættist aftur frá honum.