Tríggir ungir hvalbingar á útferð

Tríggir brøður ur Hvalba fara at umboða Føroyar á European Business Game í Italia. Teir fingu allir prógv á Fiskivinnuskúlanum hósdagin og fóru avstað i gjár

 

Umboðan

Fiskivinnuskúlin: Føroyar verða í ár umboðaðar á European Business Game í Bolzano í Italia av næmingum av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Teir fara t sýna fram hugskotið til eitt útjaðarahús.

Teir tríggir, sum fara at umboða Føroyar í ár, eru hvalbingar. Teir eru brøður. Tveir teirra eru tvíburðar. Og allir tríggir fingu prógv á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hósdagin.

Tað, hesir ungu hvalbiarbrøðurnir fara at sýna fram í Italia, er eitt uppskot um, hvussu til ber at menna útjaðaran. Teir skulu gera eitt sonevnt »multihús«. Eitt hús, sum kann taka sær av øllum tilfeingi, sum er at fáa á staðnum, har húsið verður sett.

Teir hava brúkt Skúvoy sum dømi og hava kunnað seg um viðurskiftini í oynni, greiðri ein teirra, Jens Sofus Thomsen, frá.

Tað, teir ætla at vísa fram í Italia er, hvussu best kann fáast burtur úr kjøti, fugli og fiski.

Teir ætla at skera kjálkar, salta og ræsa fisk. Fuglurin verður hagreiddur eftir gomlum, føroyskum siði og ætlandi seldur í Føroyum, meðan fiskurin verður útfluttur.

Teir hava hugsað nýtt, hesir ungu menninir. Til dømis ætla teir at selja kjálkar í sós sum lidnan rætt til Englands, meðan lættsaltað fiskafløk eisini skulu leggjast í sós og seljast til Fraklands.

Men tað er ikki bara fuglur og fiskur, sum fæst í Skúvoy. Vitilit eru bæði neyt og seyður í oynni, sum eisini skulu fáast til høldar. Og til tess er húsið eisini góðkent, greiðir Jens Sofus Thomsen frá.

Hann sigur, at teir væl eru vitandi um vansar, sum kunnu standast av at blanda fisk og kjøt, og tí eisini hava gjørt húsið í tveimum. Framleiðsluhølini eru skild hvørt frá øðrum, meðan manningarrúmini eru felags fyri bæði, sigur hann. Tó eru skiftirúmini hvør sær.

Nú er tað so, sigur hann, at føroyingar bara hava loyvi at útflyta fisk og ikki fugl og kjøt. Krøvini til fiskaútflutningin eru strong, og tey skulu haldast.

Tann parturin av verkætlanini hjá hesum ungu hvalbingunum er eisini í lagi, siga teir. Teir hava fingið ráðgeving frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni alla tíðina, meðan teir hava arbeitt við at menna verkætlanina, sum teir fara til Italia við.

Sjálvandi er talan um eitt lítið hús, ikki nakað stórt sláturvirki, tí fólkatalið í eini bygd sum Skúvoy avmarkar tað sjálvt. Kortini halda fyrrverandi næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum, at tað fer at bera til at skapa støðugt arbeiði í einum slíkum húsið til nøkur fólk alt árið.

Men tað er ikki realistiskt, viðganga teir, at rokna við, at ein bara kann byggja eitt slíkt hús og fara í gongd, og vænta, at tað fer at bera seg beinanveg.

Teir eru greiðir yvir, sum teir eisini hava víst á í roknskapinum, teir hava lagt við verkætlanini, at tað má stuðul av einumhvørjum slagi til fyri at koma í gongd, og tað fara helst eisini at ganga nøkur ár, áðrenn tað er upparbeitt so mikið, at tað fer at geva pengar, siga teir.