Ferðavinna
Klaksvík: Kunningarstovan í Klaksvík hevur nógvar uppgávur. Bæði kommunalar og vinnuligar. Men um summarið er tað avgjørt ferðavinnan, sum tekur mestu tíðina, sigur leiðarin, Christian Olsen.
Tað er nokk at gera á Kunningarstovuni í Nólsoyar Pállsgøtu í Klaksvík. Tvey fólk starvast har, nú summarið er upp á tað hægsta, og ferðafólkini flest.
Við móttøkudiskin situr ein ung kvinna og tosar í telefon, meðan leiðarin situr longri inni við einumhvørjum pappíri, sum hann kannar. Hann reisist, tá blaðmaðurin kemur inn og býður góðandag. Vit fara inn í annað rúm fyri at sita í frið og tosa.
Men soleiðis verður ikki. Bara reiðiliga setstir, byrjar at ringja. Tað er onkur sum ikki fekk tað summarhúsið, tey høvdu ætlað sær. So var tað onkur annar, sum fegin vildi broyta ferðaætlanina og heldur vildi til Fugloyar í dag og so til Viðareiðis leygardagin.
?Soleiðis er lívið. Alla tíðina onkur, sum skal hava seinastu smátingini upp á pláss ella broyta eitthvørt, vit hava avtalað frammanundan, sigur Christian Olsen.
Gongutúrarnir
Gongutúrarnir í náttúruni liggja frammalaga hjá føroysku kunningarstovunum. Og í Norðoyggjum er einki undantak soleiðis. Christian Olsen greiðir frá, at teir tykjast rímiliga væl umtóktir eisini.
Her fyri var ein túrur gjørdur til gamla tingstaðin á Køtlum. Einir stórthúndrað luttakarar vóru, men bara ein ferðaleiðari.
?Tað er í meira lagi við so nógvum fólki til ein leiðara. Tað ger bara tað, at ikki øll fáa tað optimala burtur úr einum slíkum túri, sigur Christian Olsen.
Men tær royndirnar gera so, at øðrvísi verður skipað fyri eina aðra ferð. Í fyrsta lagi verður neyðugt at tekna seg á Kunningarstovuni, og í øðrum lagi verður ikki farið uttan við ávísum lutfalli millum luttakarar og ferðaleiðarar.
Og næsti túrurin er rættiliga nær. Komandi vikuskifti verður aftur farið gongutúr. Annaðhvørt leygardagin 14. juli ella sunnudagin 15. juli. Alt eftir, hvussu tað viðrar.
Farið verður eystur á fjøllini hjá Gerðamonnum. Gingið verður úr Gerðum um Kvígingaskarð í Kvígingadal, har hvílt veðrur við húsið, og fólk kunnu fáa ein bita. Ferðaleiðarin verður staðkendur og góður frásøgumaður, sigur Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Tað verður Andras Joensen, bóndi í Gerðum, sum verður ferðaleiðari. Hetta er ein túrur, sum væntandi fer at taka einar fimm-seks tímar.
Neyðugt verður at boða frá luttøku á Kunningarstovuni. Og væntandi verður talið avmarkað til eini 60 fólk, sigur Christian Olsen. So heldur gera fleiri túrar, um áhugi er fyri tí, sigur hann.
Ein annar túrur, ætlanin er at skipa fyri, er túrur yvir á Blankskála, har staðkent fólk fer at siga frá søguni hjá avtoftaðu bygdini vestantil á Kallsoynni. Gingið verður síðan upp um oynna aftur á Syðradal.
Eisini har verður lutøkan avmarkað, sigur Christian Olsen, og luttakaratalið verður helst lægri enn til túrin á Kvígingadal. Enn er eingin dagur ásettur til túrin á Blankskála.
Men tað eru eisini aðrir túrar, sum gerast kunnu. Eitt nú Niðan á Háls og oman aftur í Brøttulíð, har steðgað verður við Háskúlatoftirnar, áðrenn gingið verður runt Klakkin aftur til Klaksvíkar.
Norðoya Kunningarstova skipar eisini fyri túrum upp á Enniberg. Teir túrarnir eru í samstarvi við ferðaleiðarar av Viðareiði. Men teir vera bara gjørdir, um líkindi eru til tess.
Í summar hevur ligið illa fyri í so máta, sigur Christian Olsen. Kavi var í erva langt út á summarið, og síðan hevur høgættin ligið við mjørka, so illa hevur borið til.
Men verður ikki farið á Enniberg, finna feðraleiðararnir, sum eru ungir viðingar, altíð upp á okkurt annað. Tað er altíð onkur fuglur at síggja. Eitt sindur av bakkanum norðan fyri bygdina. Eiðsvík og so framvegis. Bara hava hugflogið í lagi, so ber nógv til.
Túrarnir upp á Enniberg verða gjørdir - um Guð vil, og veðrið loyvir tí - mikumorgun klokkan níggju frá Hotel Norð. Tað er bara at møta upp. Men eisini er onkur teknaður nakað fram í tíðina. Fólk standa á lista heilt út til 15. august, sigur Christian Olsen.
Hann skoytir tó uppí, at tað avgjørt er ein treyt, at tann, sum ætlar sær á Enniberg, er væl fyri kroppsliga. Tað nyttar einki at vera illa gongdur e.t., tí bratt og tungt er at ganga, hóast ófarligt í aðrar mátar, tá kent fólk er við.
Eisini onnur tilboð
Aðrir túrar, Kunningarstovan lýsir við, eru bátstúrarnir við Alfa Pilot, sum vanliga hava verið norður um oyggjarnar.
Men í ár hevur verið slakt við tí, sigur Christian Olsen, tí høgættin hevur verið í so boysin. Og tað er einki stuttligt hjá fólki, sum ikki eru sjósterk at fara norður um, har tað kann gerast rættiliga gjálvut.
Hann sigur, at túrarnir verða vanliga ikki gjørdir, uttan minst 15 luttakarar eru. Tó ber til at leiga bátin fyri 1.000,- krónur um tíman.
Klaksvíkar Dansifelag og Klaksvíkar Húsmøðrafelag hava eisini skipað fyri Føroyakvøldum í Klaksvík. Ávikavist í Skálanum og í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu. Tað er eftir kenda leistinum við føroyskum mati og mentan.
Christianskirkjan er dagliga opin klokkan 10-11 fyrrapartin og klokkan 14-15 seinnapartin, har fólk fáa eina rundvísing við kendum frásøgufólki.
Eisini fornminnissavnið er opið dagliga frá klokkan 14 til 16. Hetta er eitt sera forvitnisligt savn, sigur Christian Olsen, tí tað er so fjølbroytt. Bæði bátar, klæði og amboð eru at síggja á svaninum. Og við síðuna av er handil í gomlum umhvørvi, sum selur nýggjar vørur so sum føroyska myndlist og tónleik.
Og uppi á loftinum er apotekið. Tað gamla apotekið at kalla intakt. Og tað er avgjørt eina vitjan vert, leggur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu avgjørdur dent á.
Umframt skipar Kunningarstovan eisini fyri útleigan av húsum, og hvat nú kann falla fyri.
Tríbýtt kunningarstova
Kunningarstovan í Klaksvík hevur fingið nýggjan bygnað. Hon er býtt í trý og skal tæna føroysku ferðavinnuni, handils- og vinnulívinum í Klaksvík og Klaksvíkar Kommunu.
Um summarið, tá mest er at gera í ferðavinnuni, eru tey tvey fólk til arbeiðis, sum einamest fáast við ferðavinnuna burturav.
Annars er leiðarin einsamallur á Kunningarstovuni. Og hann er ikki arbeiðsleysur, hóast feðravinnan er eitt sindur slakari um veturin, sigur Christian Olsen.
Hann skal hjálpa handils- og vinnulívinum í Klaksvík við tí, hann kann. Umframt skal hann standa fyri PR uppgávunum hjá Klaksvíkar Kommunu, eins og hann skal skipa fyri øllum almennum vitjanum og avtalum annars hjá kommununi, greiðir Christian Olsen, leiðari á Norðoyar Kunningarstovu í Klaksvík, frá.










