Sydhavnen í Keypmannahavn. General Motors leigaði seg inn í eina gamla kaðalverksmiðju og fór undir at seta saman bilar. Tað var tann fyrsta samansetingsverksmiðjan uttan fyri USA og Canada. At valið fall á [...] týska Opel í 1929. Hetta ávirkaði eisini ta lítlu verksmiðjuna í Keypmannahavn, og í 1930 varð bygd ein nýggj, nútíðarverksmiðja í Aldersrogade í Keypmannahavn. Undir krígnum - og bensinmanglanini - bygdi [...] handverksendamál annars. Sjálv bilaframleiðslan varð verandi í Aldersrogade. Tað var tann tíð, tá ein bilur bilur fór av samlibandinum hvønn fimta minutt. Arbeitt varð níggju tímar hvønn dag vikunnar fyrstu
um vit ikki eiga at reisa hesum undangongumonnunum á bókasavnsøkinum ein virðiligan minnisvarða við at varðveita hesi húsini, og seta tey aftur í sítt upprunaliga snið. Á Føroya Landsbókasavni 2. juni 1998 [...] so mikið av peningi til vega, at húsini kundu verða umsitin, samtykti stýrið fyri savnið at leiga ein part av húsunum út til sparikassan, sum hevði tilhald har til 1905, tá ið sparikassin fekk sín egna
eru tikin til fund millum ES og Føroyar undan NEAFC ársfundinum um 10 dagar, eins og hildið verður fram at viðgera henda spurning saman við øðrum londum á NEAFC ársfundinum. Partarnir vóru á einum máli um [...] er nakað av meir fiskað av ídnaðarfiski (nebbasild) seinastu tvey árini. Sum heild fiskar ES bert ein lítlan part av teimum kvotum, sum ES fær í avtaluni í føroyskum sjógvi. Serliga er at nevna kongafiskur
a. verða kulørtar perur hongdar omanfyri básarnar, eins og ljósini undir loftinum verða dempað. Hetta ger at hølið ikki virkar so høgt og stórt. Ein lítil café verður gjørd við síðuna av pallinum. Har [...] spæla nøkur kend løg á pallinum sunnukvøldið kl. 19. Sunnukvøldið kl. 21, fer bólkurin KVIIIIN, so at seta eitt gott punktum fyri undirhaldinum á SøluRásini ?98. Klovnar Sum nakað heilt serligt, hevur tað
tað íslendska; tað virkar synergistiskt. Eftir ætlan verður ein partur av arbeiðinum gjørdur her og ein partur í Íslandi. Hin vegin verður ein partur av íslendsku kanningunum gjørdur á føroysku rannsók [...] læknar hetta slag av gransking undir eftirliti av siðseminevndum. Ein heppin støða at vera í Burtursæð frá at vit eru arvaliga so eins, er føroyska samfelagið væl skipað og sjúkur væl skrásettar. Hetta [...] i í heila tikið verður gjørt. Við tað at fyrispurningur tykkara snýr seg um etik, loyvi eg mær at seta fram nøkur sjónarmið, sum m.a. eru grundað á dokumentini í tilvísingini í endanum á hesum brævi. 1)
far í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í interneti og margmiðlum. Mikið áhugavert. Sendingin var endursend týsdagin [...] týsdagin og Sosialurin hevur grein, sprottin úr sama evni mikudagin. Tað hevur mangan undra meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum [...] verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit tjóðini best við tí? Skapa vit ein heimstað hjá ungdóminum í sterkasta miðli okkara við tí? Ikki haldi eg tað. Í umrøddu sending hjá Ginnu
fyrsta árið. Harvið verður alt ruskið frá laksavirkjunum brúkt, ein umhvørvistrupulleiki loystur og ein dýrur heilsuúrdráttur framleiddur til ein framhaldandi vaksandi marknað. [...] Rasmussen fara til Oslo saman við lærugreinarráðgevaranum Lissi Hansen. Tey seta framsýningina upp, og vísa Føroyar og havið rundan um sum ein hin besta og reinasta matvøruframleiðaran. Tey vísa í myndum og teksti [...] sum hesa ferð er í Oslo, við spennandi undirvísingarverkætlanum. Saman við næmingum úr øðrum londum seta føroysku næmingarnir kikaran á havumhvørvið í Saras Telt - eitt upplýsingartjald, sum er sett upp
umsóknini. Og samrøðan, ið umsøkjararnir verða kallaðir inn til, er ein søga fyri seg. Sjey fólk sita um borðið og spyrja garnarnar úr fólki í ein tíma við støði í tekstinum, umsøkjarin hevur sent inn, og øðrum [...] um. Tað hevur ikki høga raðfesting. Tað er upp á tíðina, at vit fáa ein orðaðan mentapolitikk, men tað vildi verið synd um vit fingu ein mentapolitikk bert av eiti, tí tað eru pengarnir listafólkini fyrst [...] At vera høvundur er ein framhaldandi rannsakanartilgongd, har høvundurin roynir at finna seg til sættis í rithøvundayrkinum og leiklutinum. Hesi orðini eigur Niels Frank, stjóri á Den Danske Forfatterskole
varisliga eins og fyrstu ferðina fyri 30 árum síðan, stígur inn um gáttina í Sjónleikarhúsinum. Er hetta ikki ein hættislig roynd at fara aftur í tíðina,tá alt var so nógv øðrvísi. Er tað rætt at seta tíðartólið [...] og virkaðu sum teirra foreldur undan teimum, men vit vildu annað og meira enn bert eina endurtøku. Ein týðandi orsøk var helst, at viðurskiftini í umheiminum broyttust. Við tíðini, sum gjørdist meira livilig [...] hinum í USA. Vit lærdu okkum eisini nýggjar dansir, hóast einki sjónvarp var at vísa okkum leiðina, eins og MTV lærir ungdómin í dag. Tað var so nógv øðrvísi í dansinum í Sjónleikarhúsinum fyrr í tíðini
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Tað var altíð væntandi, at Kim Brink fór at seta Thomas Thorninger og David Nielsen í fremstu røð, og tað gjørdi hann eisini. Útgangsstøðið var, at [...] og avgjørt ikki var niðurspælt, so høvdu teir ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Thorninger hevði ein í 1. hálvleiki, men megnaði ikki at royna dragingina framvið málverjanum, og so var tað Todi Jónsson [...] fekk møguleikan bara nakrar fáar minuttir, eftir at hann var komin inn. Uppspælið var úr vinstru, ein verjuspælari bjargaði fyrstu royndini á málstrikuni, bólturin stakk út aftur til Toda, sum mitt fyri