Sølustevna verður á Skála um vikuskiftið.
Tað eru ítróttarfeløgini á Skála og Strondum, sum skipa fyri sølustevnuni SøluRásin ?98.
Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan august mánað og nú góðar tveir mánaðir seinni letur stevnan upp.
Nógvir framsýnarar
Hugurin at luttaka á SøluRásini ?98 hevur verið sera stórur, og pláss bleiv ikki fyri øllum, sum høvdu hug at luttaka.
Ikki færri enn 31 handlar og fyritøkur eru við á framsýningini, og hesar sýna fram alt millum himmal og jørð.
Mótasýningar
Á stevnuni verður eisini skipað fyri nógvum undirhaldi.
Tvær mótasýningar verða hvønn dag. Leygardagin klokkan 18 og 20 og sunnudagin klokkan 17 og 20.
Á mótasýningunum verða øll teý nýggjastu og mest spennandi klæðini sýnd, m.a. barnaklæðir, gerandis klæðir, stásklæðir, ítróttarklæðir og smart aerobic klæðir.
Tónleikur
Fleiri kendir tónleikarar verða at hoyra á stevnuni.
Bólkurin KVIIIIN, (ja hetta er rætt stavað), verður at hoyra leygardagin kl. 16. Við hesum bólkinum eru m.a. Jónsvein og Birgir, saman við øðrum góðum tón-leikarum.
Gospel sangarin Magni Christiansen verður at hoyra leygarkvøldið kl. 21.
Country-gospel bólkurin Terji & Co. spæla kl. 15.30 sunnudagin.
Kim Hansen fer at syngja og spæla nøkur kend løg á pallinum sunnukvøldið kl. 19.
Sunnukvøldið kl. 21, fer bólkurin KVIIIIN, so at seta eitt gott punktum fyri undirhaldinum á SøluRásini ?98.
Klovnar
Sum nakað heilt serligt, hevur tað eydnast fyrireikarunum, at fáa tríggjar klovnar, at koma á vitjan.
Hetta eru klovnar í serklassa verður sagt, so her er nakað øðrvísi fyri børnini og tey vaksnu.
Klovnarnir verða at síggja á pallinum báðar dagarnar klokkan 16.30.
Hugnaligt umhvørvi
Dentur verður lagdur á, at fáa umhvørvið inni í høllini so hugnaligt sum gjørligt.
M.a. verða kulørtar perur hongdar omanfyri básarnar, eins og ljósini undir loftinum verða dempað. Hetta ger at hølið ikki virkar so høgt og stórt.
Ein lítil café verður gjørd við síðuna av pallinum. Har verður kaffi, sodavatn, breyð, køkur og annað gott.
Vænta nógv fólk
Fyrireikararnir vænta nógv vitjandi á SøluRásini ?98.
Nógv gott undirhald er á skránni. Handlar og fyritøkur sýna fram eitt stórt úrval av vørum, og hava góð stevnutilboð.
So tey, sum kundu hugsa sær at keypt jólagávurnar, ella fáa sær jólastásið í góðari tíð, hava her eitt sera gott høvið at fáa ordnað hetta fyri tilboðsprís, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.