Opel Danmark, sum innflytir Opel, Cadilac og Chevrolet, kundi tann 23. oktober halda 75 ára dag sín.
Alt hetta hevði sína byrjan í 1923 í Sydhavnen í Keypmannahavn. General Motors leigaði seg inn í eina gamla kaðalverksmiðju og fór undir at seta saman bilar. Tað var tann fyrsta samansetingsverksmiðjan uttan fyri USA og Canada. At valið fall á Keypmanahavn, stóðst av keypmannahavnardreinginum William S. Knudsen, sum gjørdist toppstjóri fyri alt General Motors. Hann gloymdi ongantíð Keypmannahavn - og heldur ikki tá farið varð undir framleiðsluna í Europa.
Í 1924 stóðu klárir teir fyrstu dansktsamansettu Chevrolettarnir í Keypmannahavn. Í 1924 vórðu framleiddir 7.306 Chevrolettar á donsku verksmiðjuni, General Motors International A/S.
GM konsernin vaks við yvirtøkuni av bretsku Vauxhall Motors í 1926 og týska Opel í 1929.
Hetta ávirkaði eisini ta lítlu verksmiðjuna í Keypmannahavn, og í 1930 varð bygd ein nýggj, nútíðarverksmiðja í Aldersrogade í Keypmannahavn. Undir krígnum - og bensinmanglanini - bygdi verksmiðjan gassgeneratorar. Og GM seldi brenni til generatorarnar.
Eftir kríggið kom framleiðslan aftur í fasta legu - og tørvur varð á eini útbygging í 1957, tá GM úr eini nýbygdari deild í Borgmester Christiansens Gade lat eykalutir, dieselmotorar og tiloyr til m. a. donsk orlogsfør, diesellokomotiv hjá DSB, fiskifør og til ídnaðar- og handverksendamál annars. Sjálv bilaframleiðslan varð verandi í Aldersrogade.
Tað var tann tíð, tá ein bilur bilur fór av samlibandinum hvønn fimta minutt. Arbeitt varð níggju tímar hvønn dag vikunnar fyrstu fimm dagar. Leygardag varð hildið frí. Umleið 1.500 starvsfólk vóru tá í starvi við at seta saman teir mongu bilarnar, sum komu til landið í stórum trækassum.
Bilarnir vórðu útfluttir til hini norðurlondini, Ísland, Russland, Pólland, Týskland, Tjekkoslovakia, Holland, Eysturríki, Ungarn og til baltisku londini. Uttan iva man onkur vera komin hendanvegin, hóast Føroyar ikki eru nevndar í slíkum yvirliti - tá vóru vit jú »bert« eitt danskt amt.
Verksmiðjan náddi at framleiða 584.098 bilar gjøgnum tey 51 árini, til evropiski búskapuri minkaði so nógv, orkukreppan gjørdi um seg og so ikki minst hækkandi prísir - serliga eitt hækkað skrásetingargjald í 1974 - alt hetta førdi við sær, at verksmiðjan varð stongd tann 18. oktober í 1974.
Opel Danmark er í dag bara eitt innflutningsfelag. Síðsta ár vórðu seldir 14.000 Opel persónbilar á danska marknaðinum. Navnaskiftið frá General Motors til Danmark til Opel Danmark fór fram í juni 1994.