Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og ES endurnýggjað

Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og ES fyri 1999 varð undirskrivað tann 4. november 1998 í Brússel aftaná samráðingar í tveir dagar.

Partarnir samdust um, at sama avtala, sum er galdandi fyri 1998, verður galdandi í 1999.

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og ES hevur verið á sama støði í fleiri ár. fyri Føroyar eru makrelfiskiskapurin, rækjuveiðan í Eysturgrønlandi, svartkjaftafiskiskapur í ES sjógvi og føroysk ídnaðarveiða í Norðsjónum týdningarmestu partarnir í sáttmálanum.

Føroyar nýta ikki allar møguleikar fyri veiðu, sum eru í ES avtaluni. Makrelurin og rækjurnar og lodnan við Eysturgrønland verða fiskað. Harafturímóti hevur lítið verið fiskað av rossamakreli og ikki nógv av ídnaðarfiski. Tó er nakað av meir fiskað av ídnaðarfiski (nebbasild) seinastu tvey árini.

Sum heild fiskar ES bert ein lítlan part av teimum kvotum, sum ES fær í avtaluni í føroyskum sjógvi. Serliga er at nevna kongafiskur, upsi og svartkjaftur. Tey 500 tonsini av toski og hýsu, sum ES fær, verða vanliga fiskað.

Partarnir viðgjørdu eisini mál, sum annars hava stóran týdning fyri fiskiveiðusamstarvið millum Føroyar og ES, og sum eisini eru knýtt at altjóða fiskiveiðuviðurskiftum. Her var serliga fiskiskapurin eftir makreli og svartkjafti viðgjørdur.


Makrelveiðan

Sum væntað var spurningurin um makrelfiskiskapin aftur ta truplasta málið í samráðingunum hesaferð. Hesin fiskiskapur føroyinga og tey fiskirættindi, sum Føroyar loyva øðrum tjóðum at njóta í føroyskum sjógvi, hevur verið tað truplasta málið í samráðingunum millum Føroyar og ES seinastu árini. Hetta hevur eisini í fleiri førum verið viðgjørt í øðrum samráðingum, har Føroyar og ES hava tikið lut um fiskiveiðumál, t.d. í NEAFC. Føroyar tilskila sær rættindi sum strandaland, og at skipanin av hesum fiskiskapi eigur at verða framd innan fyri NEAFC ella ímillum strandalondini.

Vísandi á, at grundarlag er fyri makrelveiðu í føroyskum sjógvi, hava Føroyar seinastu árini lagt dent á at verða viðurkent sum strandaland viðvíkjandi makreli. Noreg og ES, sum eisini eru strandalond, hava verið trek til slíka viðurkenning. Sum strandaland meta Føroyar seg at eiga at vera við í tí forum, sum tekur avgerð um heildarkvotu og býtið av henni - tað veri seg innan fyri NEAFC fyri altjóða sjógv ella fyri fiskiskap innan fyri fiskimørk hjá strandalondum. Hetta merkir, at Føroyar ikki góðtaka, at Noreg og ES taka avgerð um makrelfiskiskapin, uttan at Føroyar eisini eru við. Til tess at leggja dent á samvinnuna við Russland hava Føroyar ta støðu, at makrelfiskiskapurin skal verða viðgjørdur innan fyri NEAFC ella í øðrum lagi millum strandalondini oig Russland, usm fiskar munandi nøgdir í altjóða sjógvi.

Í váttaðu frágreiðingini frá samráðingunum viðurkennir ES Føroyar sum strandaland, men vísir samstundis á, at hetta eisini áleggur Føroyum saman við øðrum strandalondum at umsita makrelstovnin skynsamiliga. Her verður sipað til samvinnuna millum Føroyar og serliga Russland, sum ES metir ikki er í tráð við verandi fiskiveiðuavtalu millum Føroyar og ES.

Føroyar og ES samdust um saman við øðrum strandalondum og í samstarvi innan fyri NEAFC at finna fram til eina felags umsiting av makrelfiskiskapinum í 1999 skjótast gjørligt. Stig eru tikin til fund millum ES og Føroyar undan NEAFC ársfundinum um 10 dagar, eins og hildið verður fram at viðgera henda spurning saman við øðrum londum á NEAFC ársfundinum.

Partarnir vóru á einum máli um, at tað er átrokandi, at fiskiskapurin eftir svartkjafti í altjóða kemur undir altjóða umsiting.


Rækjuskipini

Onnur mál, sum vórðu viðgjørd vóru t.d. møguleiki hjá føroyskum skipum, serliga rækjuskipum, at kunna keypa kvotur í grønlendskum sjógvi frá skipum í ES londum. Hetta mál hevur verið frammi fyrr, men ongin loysn er enn funnin. Semja var um at halda fram við at kanna møguleikarnar.

Føroyar heittu á ES um, at broytingar verða gjørdar í treytunum fyri atgongd hjá føroyskum makrel- og svartkjaftaskipum at koma í ávís øki í ES sjógvi. ES vildi ikki ganga hesum ynski á møti, men var sinnað fyri, at hetta ynskið verður viðgjørt undir næstu árligu samráðingum í 1999. Tó vóru broytingar gjørdar viðvíkjandi talinum av skipum sum kunnu fáa loyvi at fiska brisling í ES sjógvi.

Á fundinum løgdu Føroyar dent á samstarvið, sum er millum Føroyar og ES í ymiskum altjóða fiskiveiðunevndum sum NEAFC, NAFO, NASCO umframt á samstarvið viðvíkjandi norðurhavssild. Føroyar kunnaðu ES um tunfiskiskapin í føroyskum sjógvi og mæltu til samstarv innan fyri altjóða fiskiveiðunevndina fyri tunfiskiskapi ICCAT.

Samráðingarnar vóru á embætismannastigi og í føroysku samráðingarnevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri (samráðingarleiðari), Ulla S. Wang, fulltrúi, Esther Dahl, ES-umboðsmaður, Djóni Weihe, Fiskiveiðueftirlitið, Jóhan Christiansen, Felagið Ídnaðarskip, Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip og Eiler Jacobsen, Felagið Nótaskip stendur í tíðindaskrivi frá Fiskimálastýrinum.