Næmingar av Eysturskúlanum í Havn og studentaskúlanum í Hoydølum taka um vikuskiftið lut á 50. Norðurlandsráðsfundinum, sum hesa ferð er í Oslo, við spennandi undirvísingarverkætlanum.
Saman við næmingum úr øðrum londum seta føroysku næmingarnir kikaran á havumhvørvið í Saras Telt - eitt upplýsingartjald, sum er sett upp uttan fyri Stórtingið í sambandi við 50. fundin hjá Norðurlandaráðnum.
At næmingarnir vísa fram verkætlanir um havumhvørvið er í sambandi við verkætlanina Nordens Hav, sum Norðurlandaráðið hevur fíggjað í sambandi við, at ST og UNESCO eru í holt við herferðina Havsins Ár 1998.
Endamálið við verkætlanini Nordens Hav er at fokusera á hav og havumhvørvi í frálæruni. Tí hava 20.000 lærarar í Norðurlondum fingið ein faldara við hugskotum um, hvussu havumhvørvið kann takast við í undirvísingina.
- Verkætlanin hevur gingið sera væl. Havið er tveir triðingar av jarðarflatuni og er eitt tilfeingi, sum ikki rættiliga verður virt. Áhugin hjá teim ungu sigur okkum, at havið í framtíðini verður hægri raðfest, sigur Poul Tang, danski samskiparin av verkætlanini á Miðdeplinum fyri undirvísing í Århus.
Umframt verkætlanirnar hjá skúlunum hevur tiltakið Nordens Hav eisini verið ein ørgrynna av verkætlanum um havumhvørvið í Norðurlondum. Fyri at enda tiltakið við sóma fara næmingarnir og fiskimálaráðharrarnir í Norðurlondum at royna at fáa eina protokoll undirskrivaða, har tey lova at arbeiða fyri einum góðum havumhvørvi í framtíðini. Fiskimálaráðharrarnir hava eisini fund í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, har eitt nú merking av fiski stendur á dagsskránni.
OCEAN 98
Undir yvirskriftini OCEAN 98 verður 10. B á Eysturskúlanum við. Á framsýningini í Oslo sýnir flokkurin eina undirvísingartilgongd, ið tey gjøgnumførdu í 8. flokki og sum tey kalla: Havið, okkara matvøruframleiðari.
Tveir næmingar, Erik Jespersen og Beinta Johansen, og lærarin Evald Rasmussen fara til Oslo saman við lærugreinarráðgevaranum Lissi Hansen. Tey seta framsýningina upp, og vísa Føroyar og havið rundan um sum ein hin besta og reinasta matvøruframleiðaran.
Tey vísa í myndum og teksti eina undirvísing í trimum pørtum, har tey fyrst fara á seiðaberg, síðani í livfrøðistovuna at kanna fiskin. Úr lívfrøðistovuni verður farið í skúlakøkin, har fiskurin verður skrædlaður og gjørdur til frikadellur og síðani etin.
Annar parturin er umborð á Magnusi Heinasyni, har fýra næmingar saman við lærarum á lívfrøðiskeiði síggja hvussu havrannsóknarskip okkara arbeiðir, kanna ymisk fiskasløg, sum manningin hevur tikið til endamálið, og so flekja tey fiskin og matgera við stoktum flaki, leyksmelti og eplum.
Triði parturin er á Biofar í Kaldbak. Við gummibáti verður farið av Magnus Heinasyni og inn á Biofar, har stjórin sigur frá, og næmingar sleppa at royna seg við mikroskopi. Síðani umborð á Magnus Heinasyni og til Havnar.
Vinnaraverkætlanin
Tað verða næmingarnir í vinnubúskapi, Kári Davidsen og Dan Jacobsen umframt lærari teirra Holger Arnbjerg, sum taka lut við verkætlanini P/F Folax, ið gongur út uppá at brúka restirnar frá fimm teim stóru laksavirkjunum í Føroyum. Rávøran fæst við at heinta hana og alt verður savnað á nýggja - fiktiva - virkinum, har oljan verður pressað út og send til Onglands fyri at verða viðgjørd til kapslar. Haðani verða teir seldir gjøgnum handilsketuna Matas til allan danska marknaðin, ið væntandi kunnu selja alla framleiðsluna sum er 90 tons og kapslarnar fyri 1000 krónur kilo. Yvirskotið er sambært fíggjarætlanini 1 mill. krónur fyrsta árið.
Harvið verður alt ruskið frá laksavirkjunum brúkt, ein umhvørvistrupulleiki loystur og ein dýrur heilsuúrdráttur framleiddur til ein framhaldandi vaksandi marknað.