kvøldið gjørdi eg ríshoyberavelling. Julianna plagdi tá at bera velling heim til húsfólkið hjá hoyberamonnunum. Frúan fór ikki til neytar Vit høvdu tvær mjólkikýr. Eg plagdu at fara til neytar, men tað [...] í 10 ár. Eg kom so til Havnar. Men tá fann eg saman við Poul Mikkelsen í Gásadali, og eg búði har í fleiri ár. Har dámdi mær væl. Men heilsan hjá Poul fór at ganga undan, og eg fór aftur til Havnar fyri [...] tað dámdi Jørgen ikki. Hann var rúkandi óður. Hann segði, at tað hevði ikki hent seg fyrr, at frúan á Lonini var farin til neytar. Men tað legði eg einki í. Eg fór bara. Tað vóru annars arbeiðsgenturnar
alt tí at vera gjørt fyri, at fólk ikki liva í fátækt ella vána korum. Trupul fíggjarlig kor og/ella fátækt raka sera hart. Tað rakar gerandisdagin, og serliga børnini líða undir hesum. Frá kanningum vita [...] útyvir bæði heilsu og trivnað ikki bara í barnaárum, men eisini inn í vaksnalívið. Tað kann gerast ein sosialur arvur, barnið fær við sær í vaksnalívið. Sostatt rakar fátækt ikki bara her og nú, men er nakað [...] nakað, sum kann fylgja við gjøgnum ættlarlið. Vit hava amboð til at gera nakað við hetta. Og tey amboðini skulu vit brúka. Børn skulu ikki liva í fátækt í Føroyum- heimsins ríkasta landi- plaga vit at siga
landsstýrismaður fært tú ikki tíð til nakað, uttan at tú tekur tær tíð til tað, sigur Bárður, sum eisini vísur á, at tað ikki hevði borið til uttan eina góða familju. - Konan og børnini hava eisini áhuga fyri [...] støði. Eg dugdi illa at standa á áskoðaraplássunum og einki kunna gera. Eg hevði so smátt vant meg við at einans vera áskoðari, men nú varð eg so biðin aftur at koma við, og nú vænti eg, at eg spæli k [...] Bárður angrar ikki, at hann fór í politikk, hóast hann mátti velja hondbóltin frá. - Mær hevur dámt væl at vera fíggjarmálaráðharri. Eg eri glaður fyri tað, og eg angri tað ikki, hóast eg mátti frásiga
vørurnar, sum ein eigur at fáa í eini kiosk. Onkur spurdi um eg ikki kundi selja keks, so tað geri eg eisini. - Men sjálvandi, eg kann jú ikki selja alt, tí plássið er so avmarkað, slær hon fast. - Jolly [...] høvdu vist sína orsøk til tað! Skúr til kiosk Stóð ein kalsoyingur áður og manglaði ein pakka av sigarettum ella eina sodavatn á kvøldi, var ikki nógv annað at gera enn bíða til dagin eftir. Seinasta summar [...] sum fólk kunnu brúka. Eg eri so altíð til taks, sigur hon. Avmarkað pláss Kioskin á Trøllanesi telist ikki millum tær stóru í landinum. Men úrvalinum av vørum bilar kortini einki. - Eg selji allar tær vanligu
stuttligt at arbeitt við tí, sum eg tá hevði fingið kunnleika í. Tá var lopið ikki so langt til fyristøðukvinnustarvið, eg var einasti umsøkjarin til tað starvið. - Í 80-unum var størsti trupulleikin í hei [...] hvussu umsøkjararnir vóru skikkaðir. Tá ið eg fekk starvið føldi eg, at tey høvdu kannað væl eftir, hvat eg dugi og hvar mínar dygdir eru, meiri í mun til onnur størv eg havi søkt, sigur Maria á Dul, sum varð [...] trupulleikarnar fyri børnini, men tá havi eg valt at lata børnini sjálv greiða síni mál. Tað búnar tey og mennir tey at standa á egnum beinum. Men tá havi eg við hvørt fingið at vita, at eg eri nakað hørð,
at brenna bál enn at skjóta fýrverk. - Men, eg keypi eitt sindur, og tað er hundadýrt. Tí keypi eg frá onkrum av feløgunum, sum selja fyri at fáa pengar til raksturin. Hvat var besta upplivingin - størsta [...] gjørt tað býttasta ella mest pínliga gjøgnum árið. Eg havi fingið henda ivasama heiður í so ofta, so eg satsi upp á, at tað verður onkur annar enn eg í ár. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Spurdur [...] Sjúrði Skaale í 2016? - Tá eg klokkan fimm ein morgun í juni hugdi inn á Guardian á fartelefonini og sá, at bretar høvdu atkvøtt fyri Brexit, gjørdist eg illa við. Og tá eg líka tíðliga ein morgun í november
ofta ikki eru børnini, sum eru størsti trupulleikin. - Tíverri er torført at fáa kunning út til tey vaksnu á sama hátt, men vit síggja jú í kjakinum, millum annað á Facebook, at nógv vaksin ikki duga sær [...] , fulltrúi, sigur, at tíverri er ikki so nógv, dátueftirlitið fær gjørt, tá talan er um sosialar miðlar so sum Facebook. - Tað fyrsta, fólk skulu gera, er at melda til Facebook og greiða frá, hvat tað [...] eitt sindur í, hvør hjálp er í at kæra til Facebook, tá talan er um tekstir. - Myndir skilja tey heilt víst, bæði í Írlandi og USA, men teksturin má týðast og eg ivist í, um tey hava fólk, ið duga føroyskt
segði. ? Eg veit ikki rættuliga, hví eg onki segði. Men eg haldi, at tað er tí, at eg ikki var før fyri tí. Børn duga ikki at orða slíka viðferð - óansæð hvat tað so er. Tey vita, at tað er skeivt, men tey [...] upptraðka og standa framman fyri upptøkutólinum. ? Eg veit ikki, hvat tað er, sum hendir, tá eg standi framman fyri upptøkutólinum. Men har trívist eg væl. Eg kenni meg heima har, sigur Angela, og tað lýsir [...] fluttu tey til Føroya, og tá hevði happingin í Danmark sett síni spor, og Angela hevði ikki nógv sjálvsálit, var ótrygg og smæðin. Og at flyta til Føroyar var ikki lætt fyri hana, tí hon dugdi ikki málið.
hugdi eg bara eftir útbúgvingarstøði og diabetes. Tað eru fleiri onnur viðurskifti enn útbúgving, ið hava týdning fyri sosialu støðuna, til dømis arbeiðsstøða og lønarlag. Í Føroyum eru tað ikki altíð [...] tey við hægsta útbúgvingunum, ið forvinna mest. Til dømis í fiskivinnuni eru nógv, ið hava sera høgar inntøkur, sjálvt um tey ikki hava høga útbúgving. - Eg vænti, at munurin millum fólk, ið eru væl fyri [...] líknandi kanningar aðrastaðni, og nógv bendir tí á, at Føroyar ikki eru eitt so javnt samfelag, sum fleiri halda, sigur Vár Honnudóttir. Spurnabløð til 8000 føroyingar Vár Honnudótir hevur arbeitt í fleiri ár
meg heima at hyggja eftir sjónvarpi. Eg eri spentur um eg fari at vinna okkurt í tivoli. Peddy Højgaard, Toftir: -Eg haldi Eystanstevnuna mest fyri kappróðurin. Eg eri eisini við í fimleikarfelagnum Støkk [...] og Elsa 4 og 6 ár: -Eg fari ein túr í tivoli og at hyggja eftir kappróðri. Annar veit eg ikki hvat ið er á skránni. Stevnan er eisini útreiðslur. Tað kostar altíð nokk, um børnini skulu hava alt tað sum [...] Rógvi Nielsen, Saltangará: -Eg farið í Tivoli og kanska farið eg at sparka við A-liðnum hjá smádreingjunum hjá NSí. Vit fáa heiðursmerki, um vit so vinna ella tapa. Annars farið eg at keypa mær okkurt og seta