Fólk mugu duga sær hógv

Fyrr fingu vit tíð at kólna, áðrenn vit sendu brævið, sigur Janus í Stórustovu frá Dátueftirlitinum

Dátueftirlitið er stovnurin, sum hevur eftirlit við tí tilfari, sum føroyingar leggja út á netið og um føroyingar á netinum. Stovnurin skal vegleiða og ráðgeva borgarum, myndugleikum og fyritøkum um persónsupplýsingarlógina og hevur eftirlit við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin.

 

Dátueftirlitið fær regluliga umbønir frá fólki, um hvussu tey skulu bera seg at, tí okkurt óheppið er lagt út á netið av teimum ella um tey, men Janus í Stórustovu, fulltrúi, sigur, at tíverri er ikki so nógv, dátueftirlitið fær gjørt, tá talan er um sosialar miðlar so sum Facebook.

- Tað fyrsta, fólk skulu gera, er at melda til Facebook og greiða frá, hvat tað snýr seg um, sigur Janus í Stórustovu.

 

Hann greðir frá, at Facebook í veruleikanum hevur strangar reglur fyri, hvat verður góðtikið og ikki, bæði hvat myndum og teksti viðvíkur.

- Ein kæra verður síðani viðgjørd av einum málsviðgera, vanliga innan 48 tímar. Síðani verður ein avgerð tikin og møgulig revsing sett í verk, sigur Janus í Stórustovu, sum sigur, at revsingin kann vera útihýsing frá Facebook í styttri ella longri tíð ella at brúkarin verður strikaður.

 

Hann ivast tí eitt sindur í, hvør hjálp er í at kæra til Facebook, tá talan er um tekstir.

- Myndir skilja tey heilt víst, bæði í Írlandi og USA, men teksturin má týðast og eg ivist í, um tey hava fólk, ið duga føroyskt á skrivstovunum. Tí mæla vit, tá talan er um ærumeiðing og hóttanir, at fólk melda til løgregluna ella venda sær til sakførara og kanna, um grundarlag er fyri at stevna, sigur Janus í Stórustovu.

 

Uppgávan hjá Dátueftirlitinum er at tryggja, at persónsupplýsingarlógin verður hildin, men, sigur Janus í Stórustovu, hon er bara galdandi í Føroyum og tí fær Dátueftirlitið einki gjørt við útlendsk feløg sum Facebook, sum ikki eru skrásett í Føroyum.

- Fólk halda, at vit kunnu krevja, at Facebook skal strika viðmerkingar ella at Instagram skal strika myndir, men tað kunnu vit ikki. Í besta føri kunnu vit heita á feløgini, um at gera tað, men vit hava ongan myndugleika yvir teimum, sigur hann.

 

Straffilógin fevnir tó nakað víðari, soleiðis, at um ein føroyingur hevur gjørt okkurt revsivert á sosialu miðlunum, kann hann revsast fyri tað, hóast felagið er skrásett í øðrum landi.

- Tí er tað, at vit mæla fólki til at melda mál til løgregluna, sum hevur størri heimild mótvegis stóru feløgunum enn Dátueftirlitið hevur, sigur Janus í Stórustovu.

 

Avbjóðingin við netmiðlum og nútímans tøkni er, at ting henda so skjótt. Eini boð kunnu vera send, áðrenn tann, ið skrivaði boðini, hevur havt tíð at hugsa um, hvat hann ger, sigur Janus í Stórustovu.

- Tá vit sótu og skrivaðu brøv við hond og síðani skuldu senda tey við postinum, fingu vit ofta tíð at kólna, áðrenn brævið bleiv sent og vit skiltu, at okkurt kanska var betri ósagt. Í dag skriva vit, trýsta á send og so eru boðini farin, alt upp á nakrar fáar minuttir, sigur hann.

 

Dátueftirlitið og SSP ferðast um í landinum og greiða frá, serliga á skúlum og á foreldrafundum, um nettrygd og net-siðvenju.

- Vit royna at læra børn og foreldur teirra at nýta vanligan fólkasið, tá tey ferðast og skriva á netinum. Ein týdningarmikil partur av hesum er, at eggja børnum at skriva pent til hvønn annan, umframt at hugsað seg um bæði tvær og tríggjar ferðir, áðrenn trýst verður á send, sigur Janus í Stórustovu.

 

Frá 4. flokki fáa børn kunning um, hvussu ein ferðast á netinum, men Janus í Stórustovu ásannar, at tað ofta ikki eru børnini, sum eru størsti trupulleikin.

- Tíverri er torført at fáa kunning út til tey vaksnu á sama hátt, men vit síggja jú í kjakinum, millum annað á Facebook, at nógv vaksin ikki duga sær hógv í sínum samskifti við onnur, sigur hann.

 

 

- Borðið fangar. Hevur tú sent tað, so fært tú ikki bakkað aftur. Tá myndin er send, er hon farin. Og tað er altíð onkur, sum megnar at taka eitt screenshot av tí, sum er á skerminum, sigur Janus í Stórustovu.