? Nakað, sum fólk als ikki vita av, er, at eg eri sera smæðin, er eitt tað fyrsta Angela sigur, og leggur afturat, at tað kemst av, at hon varð happað sum barn. Og tað er eisini at undrast yvir. Angela Petersen smæðin? Hon, sum er von við at upptraðka og standa framman fyri upptøkutólinum.
? Eg veit ikki, hvat tað er, sum hendir, tá eg standi framman fyri upptøkutólinum. Men har trívist eg væl. Eg kenni meg heima har, sigur Angela, og tað lýsir av henni, at orðini koma frá hjartanum.
Til dagligt er Angela leiðari á fríðtíðarskúlanum í Badmintonhøllini. Eitt starv, sum krevur nógv av henni, men sum hon elskar.
? Mær dámar betur børn enn vaksin fólk. Børn siga tað, sum tað er, tey eru so erlig, og ikki at gloyma, tey hava góðtikið meg, sum eg eri, sigur Angela.
Happað smágenta
Angela er uppvaksin saman við fýra øðrum systkjum. Fyrstu níggju árini búðu tey í Danmark, og hon gekk í skúla har. Angela hevur mong keðilig minni frá skúlatíðini ? bæði í Føroyum og í Danmark.
Hon greiðir frá, at hon varð illa happað sum barn. Í Danmark var tað, tí hon hevði øðrvísi húðarlit.
Angela var sera myrk í húðini sum barn, og tað fekk hon ofta at hoyra fyri í skúlanum. Børnini argaðu hana illa, og tað setti síni spor í smágentuna. Hon bleiv kallað nøvn sum nekarabolli, og nógv argaðu hana við, at hon varð funnin í einari skrellispann sum nýfødd. Ofta varð hon illa sligin av einum drongi í skúlanum.
Seinni fluttu tey til Føroya, og tá hevði happingin í Danmark sett síni spor, og Angela hevði ikki nógv sjálvsálit, var ótrygg og smæðin. Og at flyta til Føroyar var ikki lætt fyri hana, tí hon dugdi ikki málið.
? Eg dugi framvegis ikki føroyskt nóg væl, men nú mugu fólk bara taka meg, sum eg eri, sigur hon avgjørd á málinum.
At hon ikki dugdi føroyskt, varð hon happað fyri í skúlanum í Føroyum. Hon upplivdi ikki so nógv av hinum, at hon varð happað, tí hon hevði myrkan húðarlit. Men málið. Børnini flentu at henni, tí hon dugdi so illa at benda og tosaði av tí sama skeivt, og segði ikki so nógv.
? Eg dugi ikki mun kynunum, tí í Danmark brúka tey jú bara "den", so tað havi eg framvegis trupulleikar við, greiðir hon frá.
Skúlans ábyrgd
Angela segði ongantíð nakað um happingina fyri foreldrunum. Hon vildi ikki, at mamman skuldi verða kedd, so hon læt vera við at siga nakað fyri henni.
Men síðani hon í sínum vaksna lívi hevur greitt frá happingini, hevur mamma hennara ofta spurt hana, hví hon onki segði.
? Eg veit ikki rættuliga, hví eg onki segði. Men eg haldi, at tað er tí, at eg ikki var før fyri tí. Børn duga ikki at orða slíka viðferð - óansæð hvat tað so er. Tey vita, at tað er skeivt, men tey vilja heldur ikki, at tey vaksnu skulu gerast kedd ella fáa ilt av teimum, og tí haldi eg, at tey ofta velja onki at siga. Tí er tað so sanniliga uppgávan hjá stovni ella teimum, ið eru um barnið í gerandisdegnum, har happingin fer fram, at halda eyguni opin, heldur Angela.
Hon heldur, at tað so avgjørt er ein ábyrgd, sum liggur á skúlans ella stovnins herðum, tá tað snýr seg um happing. Og ikki heldur hon, at støðan er nógv batnað í dag, sum hon hevur skilt.
Fyrilestur
Angela heldur eisini, at tað er munur á happing og arging. Hon verður ofta argað nú sum vaksin, og tað er hon fegin um. Tí tað fær hana at kenna seg sum ein partur av hinum. Hon flennir tá bara eftir sær sjálvari, tí hon ger altíð okkurt býtt ella sigur okkurt løgið.
Angela hevði ongantíð nakrar ætlanir um at tosa um happingina, og tí nýtti hon nógva orku og nógv ár upp á at fáa tað burtur.
? Happing gjørdi meg ótrygga, havi eisini hoyrt frá teimum nærmastu, at eg haldi ov lítið av mær sjálvari, skal altíð gera alt betur enn onnur. Tað, sum eg geri, er ongantíð gott nokk, og soleiðis trúgvi eg, at happing ger við tey flestu, sigur hon.
Men so ein dagin varð hon biðin um at koma at halda ein fyrilestur á Margarinfabrikkini um, hvussu hon hevði havt tað við at vera øðrvísi í útsjónd. Hvussu hon hevði hugsað og kenslurnar eisini. Hetta gjørdi, at Angela fór aftur at hugsa um sín barndóm, har hon varð illa happað.
Men hon er í dag glað fyri, at hon fekk hendan møguleikan, tí tað hevur gjørt tað lættari fyri hana at hugsa um sína skúlatíð, og tað, at kunna hjálpa øðrum, hevur nógv at siga fyri hana.
Ikki rasisma
Ofta hava fólk spurt Angelu, hvussu happingin hevur ávirkað hana. Um hon er sterkari ella veikari í dag av tí sama.
Púra erlig svarar Angela, at tað veit hon ikki. Hon lýsir seg sjálva sum eina, ið dugir væl at meta um fólk og at eygleiða tey. Men viðgongur, at hon kennir seg hótta av politikarum, sum rópa hart um, at Føroyar eru fyri føroyingar, og spyr so samstundis hvussu hon so passar inn her.
? Nústani má eg viðganga, at eg eri hálvur afrikanari, men mamma mín er føroysk og er gift við einum føroyingi, sum eg allatíðina havi sæð sum pápa mín, men eg kenni meg hóast tað hótta av slíkum útsøgnum, sigur Angela.
Hon heldur tó ikki, at tá slík happing fer fram millum børn, at talan er um rasismu.
? Sjálvt um ein genta einaferð segði við meg, at pápi hennara hevði sagt, at nekarar stinka, sigur Angela.
Aftaná tað, var hon altíð bangin fyri, at hon luktaði illa, so hon vaskaði sær og skifti klæðir fleiri ferðir um dagin.
Angela er sannførd um, at tað hevur nógv við persónligheitina hjá fólki at gera, um tey verða happað ella ikki. Hon vísir á, at beiggi hennara eisini er myrkur, men hann varð aldrin happaður.
Ikki merkt uppalingina
Angela sigur, at tað hevur ikki tilvitað merkt uppalingina av hennara egnu børnum, at hon varð happað sum barn.
? Vit hava altíð roynt at lært okkara børn at hugsa um hini. At seta seg í støðuna hjá einum øðrum og at hugsa seg um. Tað kemur kanska av tí sama, men tað hevur ikki verið tilvitað, sigur hon.
Børnini hava upplivað okkurt dømi um happing, men Angela sigur, at sum heild hevur happing ikki merkt teirra gerandisdag - hvørki í práti ella gerðum.
? Eg vildi jú bara krógva happingin burtur, so eg havi ikki tosað við tey um happing. Tað var eisini sera torført at práta um tað, inntil eg hevði hildið fyrilesturin, greiðir hon frá.
Hon hevur eisini lært børnini, at tey ikki skulu finna seg í øllum, men tað heldur hon er grundleggjandi fyri uppaling.
Sonurin kom einaferð heim úr barnagarðinum sum trý ára gamal og spurdi mammu sína, hvat ein nekari er fyri nakað. Angela ristir við høvdinum, meðan hon greiðir frá hesum og sigur, at hon ikki hevur givið børnunum ta fatan, at happing er eitt eymt evni í hennara verð.
? Eg veit ikki, um okkara børn hava verðið øðrvísi uppald, tí eg varð happað, men tað kann sjálvandi vera, sigur hon brosandi.
Nógv at takka fyri
Happingin fylti sum sagt nógv í lívinum hjá Angelu og hevur merkt hana, men hon er ein persónur, sum hevur lætt við at fyrigeva, og tað hevur gjørt alt lættari fyri hana.
? Tað vendist ikki innan í mær, tá eg hugsi um happingina, men tá eg samanberi mín barndóm og so alt tað, sum hendir í mínum lívi í dag, so havi eg so nógv at vera takksom fyri, sigur hon. Og leggur afturat, at trúgvin hjá henni á Gud hevur ómetaliga nógv at siga fyri hana.
? Eg havi ongantíð í lívinum fingið so nógva uppmerksomheit sum nú, og øll eru so glað, tá tey hitta meg. Og tað dámar mær væl, sigur hon. Eisini heldur hon, at orsakað av happingini, hava fólk lætt við at tosa við hana um alt.
? Eg koyri ongantíð fólk frá mær. Og tað haldi eg er ein beinleiðis avleiðing av happingini. Eg rúmi nógv meira menniskjum og teirra trupulleikum. Eg lurti og komi ikki við hálvhjartaðum ráðum, sigur hon.
? Eg haldi at øll børn skulu hava tað gott. Tað er okkara skylda í felag at hjálpa teimum til at fáa eitt gott lív. Sjálvandi henda keðilig ella ræðulig ting. Soleiðis er lívið, og tað kunna vit ikki skána tey fyri. Her hugsi eg um sjúku, deyða og onnur ting, men vit kunna vera har og hjálpa teimum, sigur Angela Petersen.
Dreymur veruleiki
Angela droymdi altíð sum barn at verða sjónvarpskvinna. Men tá tey so fluttu til Føroya at búgva, helt hon ikki, at tann dreymurin nakrantíð fór at verða veruleiki.
? Eg má veruliga taka hattin av fyri Sjónvarpi Føroya, at tey hava givið mær hendan møguleikan. Tí eg dugi so illa at tosa føroyskt, og tískil hevði eg aldrin droymt um, at eg fór at kunna fáa arbeiði í føroyska sjónvarpinum, sigur hon smílandi.
Men so leggur hon dent á, at Angela Petersen fyrst og fremst er námsfrøðingur.
? Eg elski at vera saman við børnum, og tí dámar mær eisini væl at gera barnasendingar. Eg eri sera heppin, tað eru nógv, ið hava brúk fyri mær til bæði eitt og annað, og eg elski avbjóðingar, sum eg fái nóg mikið av í løtuni, sigur Angela Petersen at enda.
???????
FAKTA
Navn:Angela Petersen
Aldur:Sigi ikki, tí tað hevur víst seg at vera eitt vónbrot fyri børn, tá tey hoyra tað
Útbúgving:Námsfrøðingur
Hjúnastøða:Gift og trý børn, Johann, 16, Theresa, 14 og Frank, 7
Yndislag: Canon í D dur, fær meg at gráta, so gott er tað
Yndisljóð:Látur
Yndisorð:Til lukku
Yndispolitikari:Rúna Sivertsen, hon hevur nógv gott upp á hjartað
Hvar fær øði í teg:Tá umstøður gera, at eg ikki fái gjørt mítt arbeiði
Lýs teg sjálva
við 1 orði: Kreativ
Hvussu ert túFjákut, elski at tvætla og stuttleika mær saman við
sum mamma:børnunum, livandi.
Nær ert túEg eri aldrin útbrend, og hvat skal ein í grundini
stressað:brúka stress til?
Nær keðir tú teg:Eg keði meg aldrin. Men eg gleði meg til tað.