er fyrstu ferð, at tær eru við, og tí skulu vit ikki vænta okkum at síggja tær heilt frammi í oddinum, men tær kunnu ogna sær virðismiklar royndir á hesum leikunum. Spennandi verður at síggja, hvussu Føroyar [...] tað í veruleikanum bert verið silvur og bronsa at kappast um. - Vit hava hoyrt, at hesin leikarin ikki verður við í ár, og tað gevur okkum góðar vónir um, at vit kanska kunnu vinna fleiri heiðursmerki, men [...] skuldu verið góð líkindi fyri at fingið okkurt aftur hesuferð. Nýggjur leikari Venjarin Preben Larsen hevur nevniliga funnið ein dana, ið hevur ættarbond til Føroya, og hann fer at spæla við føroyska landsliðnum
tók kanska ikki nakað brotsspark, men við at fara rætta vegin hvørja ferð, trýsti hann at enda Viborg-skjúttan at skjóta á stólpan. Og tá Jón Rói fekk álitið at skjóta seinasta brotssparkið, var hann ískaldur [...] Gunnar Nielsen ikki megnaði at halda skotroynd, soleiðis at Alex Nørlund fekk sett returin í netið, men Frem og Emil Christensen vóru ikki lidnir. Emil syrgdi nevnliga fyri, at talan gjørdist um brotssp [...] móti AaB plagar at vera á blettinum fyri FCM. Soleiðis gjørdist talan um longda leiktíð, og her setti AaB seg alt fyri eitt á dystin. Tað tóktist, sum bíðaðu áskoðararnir bara eftir, at avgerandi málið
siglandi tjóð, ikki at eiga eitt sovorðið skip. Dyggi stuðulin gjørdi, at felagið bjóðaði teimum, sum høvdu sett pening í, at ferðaseðilin hjá teimum var lægri í prísi, og júst hetta elvdi til, at fólk vóru nøgd [...] tú endurnýggja teg. Sjálvandi setur tú pening av í góðum tíðum, tí tað er ein sannroynd, at skal tú halda á at sigla, so mást tú byggja nýtt. Men nú var aftur galið, stjórin frá 80-árunum skuldi byggja [...] settur av gjøgnum øll hesi árini til eitt nýtt skip. Tað var keypt so nógv annað, at skipið var gloymt. Hvat var nú til ráð at taka, jú, lat okkum gera sum í 80-árunum, fara til landskassan. Men hesuferð gekk
Danmark komandi vár, er púra klárt at reisa húsini. Tí rokna vit ikki við meira enn fýra mánaðum at byggja húsini, eftir at jørð og betongarbeiðið er liðugt. Vit ætla at hava øll 16 húsini liðug áðrenn [...] áðrenn vit fara í holt við at byggja tey. Á henda hátt sleppur keyparin t.d. undan MVG. - Vit geva eigaranum lyklarnar í hondina, tá klárt er at flyta inn. Hevur onkur hug at mála húsini sjálvur ella gera [...] Jónbjartur. Íbúðarneyð Íbúðarneyðin í Klaksvík er stór, og tí væntar Jónbjartur ikki, at nakar trupulleiki verður at selja húsini: - Umleið 200 fólk eru á bíðilista til grundstykki hjá kommununi. Fleiri
neyvan lýsast. Sum ungur, sigldi Ove við donskum skúlaskipi, og lítið man vera at ivast í, at tað var í hesi sigling, at hann lærdi góðan sjómansskap, sum eisini var fyritreytin fyri tí bragdi, hann seinni [...] hjá nevndini er at byggja ein svimjihyl í Nólsoy, sum eisini var ynski hjá Ova Joensen. Enn er arbeiði at byggja svimjihyl eystanfyri skúlan komið stutt áleiðis, men málið er framvegis at fremja hesa ætlan [...] Ovastevna At ovastevna er komin fyri at vera, er eingin ivi vera um. Hóast stevnan liggur seint á summarinum, savnar hon á hvørjum ári ein hóp av fólki. Undanfarin ár hava strandfaraskipini siglt um N
mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Í stuttari viðmerking nevndi hann tá, at framleiðslan í føroyska blaðheiminum tyktist vera ov stór, tá hugt varð at góðskuni í somu bløðum. Bløðini slaka við góðskuni Spurdur, hvat [...] mentamálaráðharrin fast við, at við eini skerjing í hópframleiðsluni hevði støðið hækkað munandi. - Sogið í føroyska blaðheiminum er í løtuni alt ov tunt. Hetta er tengt at mongu útgávunum, sum hvørja viku [...] bløðunum, og tá kann tilfarið ikki gerast nóg gott, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann undirstrikar, at hann als ikki ynskir at vera negativur yvirfyri føroyska blaðheiminum, men vil hann heldur vísa á, hvussu góðskan
sjálvandi rætt, men til ta tíð, tá hetta verður aktuelt, mugu vit so hyggja at, hvørjar møguleikar vit hava. Tað ber jú til bæði at leasa flogfør ella læna pening, og so er nýtekning av partapeningi sjálvandi [...] útlendskar investorar, um vit skuldu valt at gjørt sum eitt nú Faroe Petroleum. Teir eru í high-risk endanum av skalanum, har tað finnast fleiri investorar, sum hava ráð at satsa nakrar milliónir í eitt slíkt [...] jackpot, um t.d. ein stór oljukelda verður funnin. Hinvegin hava teir so eisini ráð at tapa, um allir brunnarnir vísa seg at vera tómir. Hjá okkum er vágin nakað minni, men úrtøkan er so eisini tilsvarandi
einari fíggjarlóg, ið fer at tátta í hálvari milliard í arvaðum halli, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Hetta hall er ikki, tí at nakar hevur ynskt tað. Hetta hall er, tí at metingarnar undir seinasta [...] sum um, at tær politisku kreftirnar, ið høvdu ábyrgd av einum illa funderaðum fíggjarlógaruppskoti seinasta heyst, vilja benda almenna kjakið inn á eina kós, har ein myta skal sementerast um, at nýstovnaða [...] Her eigur ein beinleiðis spurningur at verða til rætta avvarandi: Hví var ikki betri skil í inntøkumetingunum, tá man snikkaði eina fíggjarlóg saman, ið var so tepur, at sjálvt dikterað vinningsbýti og fuglar
akurjørð. 25. desember. Jóladagur. Tað var í fjórðu øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir ymiskum søguligum hendingum og persónum er Jesus føddur [...] hansara í 1193 var tað skjótt, at hann varð mettur mikið halgimenni. Varð nógv virdur um øll Norðurlond tað mesta av miðøldini, men tað er serstakliga í Íslandi og í Føroyum, at tollaksmessa hevur verið hildin [...] januar í 1985 lýsti pávin Páll II at verndarhalgimenni Íslands var Tollakur (Sankta Torlacius). Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali
burtur. Tá ið hon aftur fór út at arbeiða, fór hon fyrst at vaska skúla í nøkur ár. Siðan fór hon at arbeiða á Lynfrost, og har arbeiddi hon, til hon fylti 70 ár ? burtursæð frá, at hon í sjey ár arbeiddi á [...] Kjartan upp á land, tó at hann var onkran túrin eftir tað, eitt nú við Roc Amadour. Uppilagstur fór Kjartan á Lynfrost at arbeiða. Har var hann, til hann fylti 67 ár. Eftir tað fór hann at arbeiða hjá Nevinum [...] dámar ógvuliga væl at fáast við urtagarðsarbeiði, og um summarið er havin hjá teimum ein frægd fyri eyga. Teimum dáma væl at fáa vitjan av ommu-og abbabørnunum, og børnunum dámar væl at vitja tey gomlu.